fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Rákið – desember '09
og hundar í somu stovu
sambandið verður. Eisini hevur tað
týdning, hvussu børnini eru, um tey
eru friðarliga og mild ella vøsut og
rokalig.
Í mun til fyrr, eru bæði hundar
og børn, sum ikki kenna til fastar
karmar. Hetta er stórt spell, tí tá
verður hvørgin til at halda út at vera
saman við. Eisini hevur tað týdning,
at fólk í dag hava eina keyp/og blaka
burtur mentan, sum ger, at tey virða
ikki livandi verur, sum djór jú eru. Ofta
gloyma fólk, at hundurin og onnur
kelidjór eru ikki ting, sum tú bara
sleppur tær av við, tá tú troyttast
av teimum, men, at tey eru livandi
skapningar, sum hugsa og kenna, og
tey hava rætt til eitt gott lív.
Fimm ting at minnast, tá
tú hevur hund og børn
1) Kærleiki
2) Skipað viðurskifti, mørk og
avleiðingar
3) Báðir partar skulu uppalast
4) Børn keypa/eiga ikki djór
5) Pengar og tíð
Kærleiki
Bæði hundur og børn
skulu hava nógvan
kærleika. Tað kann hava
negativar avleiðingar fyri hundin, um
hann hevur verið einsamallur um alt
uppmerksemið í fleiri ár, og so
knappliga kemur eitt ella fleiri børn í
húsið. Hundurin livir í 10-16 ár og
hevur rætt til kærleika, rørslu og mat
hvønn einasta dag. Tí skalt tú
brennandi ynskja tær ein hund,
áðrenn hann kemur í húsið. Hevur tú
ikki yvirskot til bæði hund og børn,
mást tú velja annað frá, longu
áðrenn tað er komið í húsið.
Skipað viðurskifti,
mørk og avleiðingar
Ein skipaður gerandisdagur er treyt
fyri einum væleydnaðum forholdið
millum børn og hund. Til dømis er
tað eitt gott hugskot at gera sær til
vana at fara ein góðan, langan
gongutúr við hundi og børnum beint
eftir arbeiðstíð. Hetta er kvalitetstíð
har allir partar fáa motión og tíð at
tosa saman. Hesin hálvi tímin gevur
eisini orku til at fara heim til húsligu
skyldurnar og nátturðan.
Mørk og avleiðingar eru natúrligir
tættir í einum heimi við børnum
og hundi. Øll trívast best og verða
tryggari, tá rættindi og skyldur eru
púra greið og eins hvønn dag. Til
dømis, at hundurin hevur eitt
stað at sova, har børnini ikki órógva
hann, og at hann skal vera í einum
øðrum rúmi, meðan børnini eta.
Sjálvandi skal uppalingin ikki
vera so hørð, at hon er ein forðing
fyri sjálvstøðugum virksemi og
spontaniteti, men hundar og børn
tulka vantandi uppaling sum líkasælu
og mangul upp á kærleika, og tá vita
tey ikki, hvussu tey skulu vera
móti øðrum.
Børn eiga ikki djór
Børn eiga bamsur og dukkur. Men
tey vaksnu keypa og eiga
djórini, sum børnini so
eisini fáa gleði av. Børn
megna ikki at hava
ábyrgd fyri livandi
skapningum, og áðrenn
vit vita av, missa tey
djórið á gólvið ella tey
kunnu missa áhugan fyri
djórinum.
Pengar og tíð
Tað kostar nógv at hava hund. Bæði
til mat, medisin og djóralækna. Børn
kosta eisini nógv, og verða dýrari
við aldrinum. Og bæði børn og
hundar krevja nógva, nógva tíð. Tað
skalt tú hava í huga, áðrenn tú fært
tær hund og børn.
Minst til at:
• foreldrini hava ábyrgdina av hundi og børnum
• viðhvørt hóska børn og hundur ikki saman
• barnið má ongantíð órógva hundin, meðan hann
etur ella svevur
• hundurin er ikki ein leika
• barnið má ikki arga hundin
• barnið skal ikki spæla vilt við hundin
• barnið skal ikki fara til fremm andar hundar
• barnið skal ikki gerast bangið fyri hundum
• smá børn og hundar skulu ongantíð vera eisamøll
– og slett ikki í einum bili, har tað ofta er trongt
• nógvir hundar hava ringar royndir av børnum og
reagera hareftir
• les bøkur og bóklingar um hundalív – eisini, tá tú
umhugsar at fáa tær hund
Kelda: Lene Kattrup, djóralækni
og www.hunde-info.dk