mánadagur 21. desember 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 244 - 21. desember 2009
Føroysk vitan gjørd
allan munin, tá ið
Litaviski forsetin fyri
Vinnu og Ídnað valdi
ársins virki í Litava
Ársins virki
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eitt virki, sum føroyingar
eiga, er kosið til ársins virki
í Litava.
Tað var í bólkinum fyri
fyritøkur við 50 til 250
fólkum í starvi, at fyritøkan
Plunges Saltis fór avstað
við heiðrinum sum ársins
virki.
Virki, sum føroyingar
eiga allan partapeningin í,
virkar og pakkar fisk til
marknaðin í Evropa og í
Russlandi.
Orsøkin til at Plungis
Saltis varð valt til ársins
virki, er at tað hevur stak
góða leiðslu, sølu, markn
aðarføring og hevur sett
munagóðar
skilabøtur
í
verk, sum alt samalt hevur
havt við sær, at fyritøkan
fær avlop í ár fyri fyrstu ferð
síðani 1996, sigur Jóhannes
Martin Hansen, stjóri í
manage Ltd, sum eigur 100
prosent av partabrøvunum í
Plunges Saltis, í tíðinda
skrivi.
Hetta er ein sera stórur
heiður fyri okkum, serstak
liga tá ið hugsað verður um,
at einar 2500 fyritøkur eru
at velja ímillum í bólkinum
av
fyritøkum,
ið
hava
millum 50 og 250 starvsfólk,
leggur hann afturat.
Framleiðslan
økt munandi
Síðani 2006 hevur Plunges
Saltis trýfaldað framleiðsl
una á virkinum úr 1600 til
5300 tons.
Hetta er eydnast við at
gagnnýta føroyska fram
leiðsluvitan, fíggjarstýring
og dygdargóða marknaðar
føring.
Men eisini dugnaligu
litavisku starvsfólkini og
virkisleiðslan
eiga
ein
stóran part av heiðrinum.
Plunges Saltis keypur
ikki fisk, men virkar fisk
fyri viðskiftafólk í Evropa
og Russlandi, sum rinda
fyri lønarbeiði og aðrar
tænastur.
Leggjast kann afturat, at
virkið tað einasta í Litava,
ið hevur góðkenning at
selja úrdráttir úr botnfiski
til Ruslands
Teir hava eisini góðar
vónir fyri næsta ári
Líkt er til, at 2010 verður
eitt gott ár fyri Plunges
Saltis,
har
220
fólk
arbeiða.
Næsta ár fáa vit fullan
ágóða av skilabøtunum og
tí meta vit, at framtíðar
útlitini eru góð, sigur hin
høvuðsmaðurin
aftanfyri
virkið, Arni Carlsen.
Slagið um undirsjóv
artunnilin í Sand
oynna er ikki tapt
enn, sigur hann
samgongustev
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gerhard Lognberg rýmir
ikki úr samgonguni, hóast
hann ikki fekk eitt oyra til
Sandoyartunnilin á fíggjar
lógini fyri næsta ár.
Tað ger hann greitt, nú
tað stendur svart á hvítum,
at onki verður gjørt við
Sandoyartunnilin næsta ár,
hóast tað stendur í sam
gonguskjalinum.
Hann heldur nevniliga
ikki, at øll vón er úti enn.
Gerhard Lognberg hevur
annars fyrr gjørt Sand
oyartunnilin til eitt sam
gongumál og fyri hálvum
øðrum ári síðani segði hann
seg úr CHE samgonguni, tí
hon ikki vildi seta pening
av til Sandoyartunnilin.
Og nakað síðani staðfesti
hann eisini, at vil heldur
ikki hendan samgongan
fara undir Sandoyartunnilin
næsta ár. Fór hann at koma
við eini kraftigari fráboðan,
sum hann málbar seg.
Blotnaður
Men síðani er hann blotnaður
eitt sindur, tó hóast tað er
greitt, at onki verður sett av
til Sandoyartunnilin næsta
ár, boðar hann nú frá, at hann
ætlar sær at verða verandi í
samgonguni og har ætlar
hann sær at stríðast víðari.
Hann hevur vigað fyri og
ímóti og hann heldur, at
sum støðan er nú, er tað
betri at verða verandi í sam
gonguni og hava ávirkan,
enn at stinga í sekkin og
frásiga sær alla ávirkan.
Hann heldur nevniliga
ikki, at slagið er endaliga
tapt enn. Og tað, hann nú
setir sítt álit á, er, at sam
gongan hevur avtalað, at
longu tíðliga næsta ár skal
ein langtíðarætlan íløgu
ætlan leggjat og har fer
Gerhard Lognberg at halda
fram við stríðnum fyri
Sandoyartunlinum.
Eg ætli mær at vera við
fyri at vita, hvussu tann
leikur ferð, sigur løgtings
maðurin úr Skopun.
Hann vísir á, at seinast
hann rýmdi úr samgonguni
í sambandi við tunnilin,
fekk hann onki burtur úr tí.
Hann vísir eisini á, at
ágangurin á Suðurøkið í
Føroyum, Sandoy og Suður
oy, er so stórur í sambandi
við ferðasamband og annað,
at hann heldur, at hann
tænir
samlaða
málinum
best við at verða verandi í
samgonguni.
Hann tekur sær eisini sín
part av heiðrinum fyri, at
ferðaætlanin hjá Strand
ferðsluni ikki verður skerd
so nógv, sum upprunaliga
ætlað og at príshækkingin
heldur ikki verður so stór
sum ætlað.
Hann fegnast eisini um,
at ítróttarhøll verður bygt í
Sandoy. Men tað skal ongin
billa sær inn, at tað verður
góðtikið
at
sandoyingar
verða
egndir
við
eini
ítróttarhøll við tí fyri eyga
at fáa teir at gloyma tunnilin
ella havnina í Skúvoy.
Gerhard Lognberg blotnaður
Føroyingar eiga ársins virki í Litava
Føroyska virki, sum
er komið í fremstu
røð í Litavia, virkar
fisk fyri viðskiftafólk í
Evropa og Russlandi og
framtíðarútlitini eru góð.
Savnsmynd
- Eg vil heldur vera í
Samgonguni og royna at
bjarga stumpunum, sigur
Gerhard Lognberg, sum
sostatt ikki ætlar sær at rýma
úr eini samgongu afturat,
hóast onki verður sett av til
Sandoyartunnilin
Kendur bókahandil letur upp aftur
Bókagarður, sum hevur litið stillur í næstan 10 ár, hevur nú latið upp aftur við
bókasølu við føroyskum bókum. Bókagarður er eitt tað elsta føroyska bóka
forlagið, sum hevur givið út ein hóp av bókum og sum áður hevur havt bókaút
sølu í miðbýnum í Havn og í Eysturbýnum. Men fyri einum 810 árum síðani
varð hann latin aftur, men er nú byrjaður av nýggjum í Bringsnagøtu í Havn.
Umframt bøkurnar frá forlagnum sjálvum, selur Bókagarður tær nýggjastu
føroysku bøkurnar, ið eru komnar í ár. Ætlanin er, at Bókagarður skal vera
handilin sum hevur størsta úrval av føroyskum bókum, nýggjum og antikvarisk
um, verður sagt í tíðindaskrivi. Tað var Emil Juul Thomsen, sum á sinni fór
undir Bókagarð og nú hann letur upp aftur, er tað sonur hansara, Bjørn, ið
stendur fyri handlinum.
Kalt í Danmark
Tað hevur verið rættiliga kalt í Danmark hesa vikuna,
og gjáranáttina frysti næstan 19 stig har eysturi í
Jyllandi. Danska veðurstovan sigur, at í Horsens vóru
18,9 kuldastig beint eftir midnátt fyrrarkvøldið, og
hetta er mesti kuldi, sum er máldur í Danmark síðani
í mars í 2005, tá tað frysti 20,7 stig. Enn restar tó
nakað í at taka tað gamla kuldametið fyri desember.
Tað er 25,6 kuldastig og er frá 1981. Men á Bornholm
hevur kuldin sett nýtt met. Har vóru 6,7 kuldastig
fyrramorgunin, og tað er mesti kuldi, sum er máldur
har í desember síðani 1874, sigur TV2.