mánadagur 21. desember 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 244 - 21. desember 2009
- Tað verður trupult
at samstarva við
russar frameftir, um
vit ikki kunnu hava
álit á russisku rætt-
arskipanini. At skip
verða tikin fyri minstu
brot ella kanska
orsakað av brotum,
sum standast av
ósketni og koma út fyri
slíkum sum Skálaberg,
gongur slett ikki.
Soleiðis, sum málið um
Skálaberg er handfarið
av russum, er líkt
til, at reiðarí kunnu
missa síni skip og sína
tilveru yvirhøvur.
Tað kunnu vit slett
ikki liva við, sigur
landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard
Stríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað hevur ikki verið vanligt
í samstarvinum millum Før
oyar og Rusland at boða
frá, hvørji skip fiska tillut
aðu kvotuna – bara kvotan
ikki er uppfiskað. Hetta
hevur heldur ikki verið van
ligt í samstarvinum millum
eitt nú Føroyar og Ísland og
Føroyar og Noreg.
So leingi, veiðan er innan
fyri samlaðu kvotuna, hevur
ikki verið vanligt at blandað
seg uppí, hvørji skip fiska
kvotuna, og í samstarvinum
við russar hevur slett ikki ver
ið vanligt at boðað frá yvir
høvur.
Tað sigur Jacob Vester
gaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, sum rætti
liga er ørkymlaður um Skála
bergmálið.
Vit skilja slett ikki russ
isku myndugleikarnar í hes
um máli, sum vilja leggja
hald á skipið.
Nú russar hava sagt seg
sinnaðar at samráðast aftur
við føroyskar myndugleikar
um nýggja fiskiveiðiavtalu
og hava ynskt, at føroyingar
koma yvir til Moskva hin
29. desember, dugir Jacob
Vestergaard ikki at síggja,
hvussu
samráðingarnar
kunnu takast uppaftur, fyrr
enn Skálabergmálið hevur
fingið eina virðiliga loysn.
Rættarskipanin
haltar
Landsstýrismaðurin heldur,
at tað verður trupult at sam
starva við russar frameftir,
um vit sum samstarvspartur
ikki kunnu hava álit á
russisku rættarskipanini.
At skip verða tikin fyri
minstu brot ella kanska orsak
að av brotum, sum standast
av ósketni og koma út fyri
slíkum
sum
Skálaberg,
gongur slett ikki, sigur hann.
Jacob Vestergaard heldur,
at soleiðis, sum málið um
Skálaberg er handfarið av
russum, er líkt til, at reiðarí
kunnu missa síni skip og sína
tilveru yvirhøvur, tá slíkt
hendir.
Hesum kunnu vit slett
ikki liva við, tí slíkt ger seg
inn á tilverugrundarlagið
hjá einum heilum felag – í
hesum fyri hjá JFK Trol í
Klaksvík, leggur landsstýris
maðurin aftrat.
Hann sigur, at málið um
Skálaberg bendir á, at skip
regulert kunnu verða stjolin
fyri bagatellir.
Í altjóða havrættarskipan
er galdandi, at revsing eigur
at standa mát við tað brot,
sum er framt.
Nú málið um Skálaberg,
sum varð tikin í russiskum
sjógvi fyri meiri enn fýra
vikum síðan, framvegis er
óloyst, vísir Jacob Vester
gaard á, at eingin kennir
útfallið av hesum.
Tá Sosialurin tosaði við
landsstýrismannin, var rætt
armálið móti Skálabergi
byrjað, men hóast málið nú
verður viðgjørt á triðja
degi, eru eingi útlit til eina
virðiliga loysn.
Soleiðis, sum tíðindini úr
Murmansk ljóða í morgun,
har rætturin hevur hert sínar
ákærur, sum – umframt at
vera vendar móti skiparan
um – nú eisini eru vendar
móti reiðarínum JFKTroli,
bendir mangt á, at Danmark
vegna Føroyar noyðist til
havrættardómstólin í Ham
burg við málinum.
Landsstýrismaðurin í utt
anríkismálum, Jørgen Nicla
sen, segði herfyri, at er eing
in loysn fingið innan týsdag
in, sum er í morgin, verður
farið
til
Hamburg
við
málinum.
Jacob Vestergaard sigur,
at dømir eru um, at havrætt
ardómstólurin í Hamburg
hevur havt mál til viðgerðar
millum eitt nú russar og
japanesarar, har dómstólurin
hevur sagt, hvat er rímiligt
fyri at fáa skip leys aftur.
Tá hevur Rusland sum
partur av konventiónini ver
ið noytt at boygt seg og er
gingið undir tað, sum hav
rættardómstólurin
hevur
ásett sum hóskandi trygd
fyri at fáa skipið leyst aftur,
sigur landsstýrismaðurin.
Mannagongdir
Jacob Vestergaard er sera
harmur um ta vend, sum
samstarvið millum Føroyar
og Rusland hevur fingið,
og hann sigur seg vóna, at
londini bæði kunnu leggja
hetta aftur um seg og finna
rætta stevið aftur, sum hann
tekur til.
Í Føroyum hava vit eina
vælvirkandi
rættarskipan,
har sektin svarar til brotið.
Skulu vit gera sáttmála við
russar og halda fram við
góða samstarvinum, mugu
vit eisini hava greiðar manna
gongdir um, hvussu slík mál
skulu loysast, sigur landsstýr
ismaðurin
í
fiskivinnu
málum.
- Tað verða eg og
danski uttanríkis-
ráðharrin, Per Stig
Møller, sum fara
at umrøða, hvørt
málið um Skálaberg
skal leggjast fyri
havrættardómstólin
í Hamburg týsdagin,
soleiðis sum
áður ætlað, sigur
Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í
uttanríkismálum
Stríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um Skálabergmálið verður
lagt fyri havrættardómstólin
í Hamburg, verður tað í
prinsippinum danski statur
in sum saksøkir.
Soleiðis verða tað Jørgen
Niclasen, føroyskur uttan
ríkisráðharri og danski utt
anríkisráðharrin, Per Stig
Møller, sum í fyrsta lagi
fara at taka politisku avgerð
ina um thetta mál,
Í endanum av síðstu
viku varð bræv sent russiska
uttanríkisráðharranum um
ætlaninar at fara til dómstól
in í Hamburg, men hesin
heitti í aftursvari á okkum
um at lata vera og at lata
málið ganga sína gongd.
Jørgen Niclasen, lands
stýrismaður í uttanríkismál
um, sigur, at málið um
Skálaberg fekk eina undar
liga vend, tá russiska ákæru
valdið í endanum av sein
astu viku heitti á dómaran
um at taka eitt mál um ein
russiskan trolara, sum ligg
ur í Kollafirði, við upp í
málið um Skálaberg.
Dómarin játtaði at góð
kenna hetta skjal sum part
av málinum, og hetta er
rættiliga undrunarvert, tí
málið um russiska trolaran
í Kollafirði hevur einki sum
helst við JFKTrol ella mál
ið um Skálaberg at gera.
Jørgen Niclasen vísir á, at
soleiðis, sum russiska ákæru
valdið nú hevur lagt Skála
bergmálið fram, vil ákæru
valdið hava ein dóm, sum
svarar til einar 2030 miljónir
krónur umframt virðið av
skipinum, sum helst er einar
200 miljónir krónur.
Hetta er heilt burturvið,
og eg havi sagt áður, at
hetta er vorðið álvarsamasta
mál í føroyskari fiskivinnu
søgu,
sigur
landsstýris
maðurin í uttanríkismálum.
Russiska ákæruvaldið leggur hart út
Skip skulu
ikki kunna
stjalast fyri
bagatellir
- Eg vóni, at málið um
Skálaberg endar við
eini virðiligari loysn,
og frameftir verður
neyðugt at hava greiðar
mannagongdir, um vit
skulu finna rætta stevið
aftur í samstarvinum
við russar. Tað ber ikki
til, at russar soleiðis
leggja hond á føroysk
skip fyri minstu brot
– ella fyri brot framd
av ósketni, sigur
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
Statoil stóra bót
Norsku myndugleikarnir hava givið oljufelagnum Statoil
25 milliónir norskar krónur í bót fyri eina oljudálking á
Statfjord A í desember í 2007, og sambært einum tals
manni fer felagið at rinda bótina uttan mótmæli. Dálkingin,
sum Statoil fær bót fyri, hendi tann 12. desember í 2007, tá
menn vóru í ferð við at ferma olju av pallinum Statfjord A
umborð á flutningsskipið Navion Britannia. Leki kom á
slanguna við tí úrsliti, at 4.400 rúmmetrar av olju fóru í
havið. Hetta er næststørsta oljudálkingin á norska
landgrunninum nakrantíð, skrivar NTB.
Tóku Auschwitz-skeltið
Um vikuskiftið frættist, at tað kenda skeltið við orðunum
„Arbeit macht frei“ uttan fyri ta gomlu týningarleguna
Auschwitz var horvið. Tað var fríggjamorgunin, at fólk
varnaðust, at onkur hevði tikið skelti, men í gjár bleiv
fráboðað, at skeltið var komið afturíaftur. Sambært týsku
tíðindastovuni DPA var skeltið í trimum pettum, tá tað varð
funnið aftur. Tríggir menn eru tiknir í sambandi við stuldurin
og herverkið, men tað er ikki greitt, hví teir tóku skeltið.
Hildið verður, at umlei 1,1 millión jødar vórðu fyribeindir í
Auschwitzleguni frá 1941 til 1944.