mánadagur 21. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 244 - 21. desember 2009
Politikarar í
Løgtinginum eru
samdir um, at seyður
á vegunum er ein
trupulleiki, sum skal
loysast, fer Løgtingið
ikki at samtykkja at
leggja órimiliga stórar
byrðar á bøndurnar,
sum teir orða seg
Seyðurin skal burtur av
vegnum.
Tað eru politikarar samdir
í.
Men teir eru eisini samdir
í, at tað skulu ikki órímiliga
stórar byrðar leggjast á tey,
sum eiga seyð og annan fen
að.
Hinvegin hava teir okkurt
annað boð upp á, hvussu
málið skal loysast.
Fyri at røkka málinum
heldur vinnunevndin, at
rættast er at endurskoða og
dagføra alla lóggávu um
hegning og vertarfriðing.
Tað vakti miklan ans her
fyri, tá ið nakrir løgtingslim
ir løgdu uppskot fyri Løg
tingið um at fáa seyð og
annan fenað av vegunum.
Reyði tráðurin í uppskotin
um var, at tað var tann, sum
átti seyðin og fenaðin, sum
skuldi bera allan kostnaðin
av at stika og beina seyðin
av vegnum.
Vinnunevndin hjá Løg
tinginum tekur undir við
endamálinum, men ikki við
mátanum, tí tað leggur alt
ov stóra ábyrgd og alt ov
stórar skyldur á tey, sum
eiga seyð og annan fenað, tí
tað vera tey, sum fáa alla
ábyrgdina
Sosatt óttast vinnunevndin
fyri, at jarðarbúkarin kann
fáa ovurhonds stór endur
gjaldskrøv, skuldu óhapp
hent í ferðsluni, har húsdýr
eru uppi í.
Aðrar loysnir
Katrin Dahl Jakobsen for
kvinna í vinnunevndini sig
ur, at í Íslandi er tað Lands
verk, sum hegnar fram við
landsvegi, men so hava
kommunurnar aktingarfólk,
sum hava eftirlit við, at
hegnið er tætt.
Hetta er fyri at tryggja,
at ikki onkur svíkur er ímill
um, sum ikki røkir stikið,
so at talan verður um eina
falska trygd, sum ger støð
una upp aftur vandamiklari
enn, um tað als ikki var
hegnað.
Afturat hesum verður
skeltað, har tað ikki verður
hildið at vera neyðugt at
hegna, men har eitt nú
seyður er.
Forkvinnan í vinnunevnd
ini heldur, at hetta er ein leist
ur, sum kundi verðið um
hugsaður í Føroyum eisini.
Politikarar ætla at arbeiða víðari við eini ætlan um at fáa
seyðin av vegnum
Strandferðslan
fer at mæla til, at
Smyril ikki fer
í dokk, fyrrenn
summarsiglingin er
av og sostatt fer hann
ikki í dokk í aprí,
sum tað annars varð
stungið út í kortið
Smyril
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður ikki fyrrenn í
september, at Strandfara
skipið, Smyril, sleppur í
dokk at fáa endaliga bilukt
við teimum teknisku trupul
leikum, sum skipið hevur
drigist við og sum nakrar
ferðir hevur ført til, at tað
hevur mist at kalla alla
maskinorku í sigling ímill
um Suðuroy og Havnina.
Tað staðfestir Conrad
Gaard Joensen, rakstrarleið
ari hjá Strandferðsluni.
Sostatt verður nú vent aft
ur til upprunaligu ætlanina,
sum sigur, at Smyril skuldi
í dokk í september.
Eitt skiftið lá enntá í kort
unum, at dokkingin skuldi
útsetast til í 2011 fyri at fáa
fíggjarliga putlispælið at
ganga upp í sambandi við
fíggjarlógina fyri næsta ár.
Men eftir seinasta til
burðin, har Smyril misti
maskinorkuna, varð málið
aftur framskundað og tað
eydnaðist at finna játtan, so
at Smyril kundi sleppa í
dokk næsta ár.
Og í hesum sambandi var
eisini stungið út í kortið, at
dokkingin
skuldi
fram
skundast til í apríl fyri at fáa
eina endaliga loysn á trupul
leikanum sum skjótast.
Bíða til september
Conrad Gaard Joensen sigur,
at tey á Strandferðsluni hava
nú viðgjørt spurningin.
Niðurstøðan er, at vit á
Strandferðsluni
fara
at
mæla til at bíða við dokk
ingini til í september, tá ið
summarsiglingin er av, sig
ur hann.
Hann sigur, at orsøkin til
tað er, at tann nýggja trygd
arskipanin, sum skal setast
í bátin og sum fær endaliga
loysn á trupulleikanum,
verður ikki liðug fyrrenn
nakað út á árið.
Og ímeðan summarsigl
ingin er, heldur Strandferðsl
an ikki, at tað er rætt at fá
skipið í dokk.
Annars eru tiltøk longu sett
í verk fyri at vandin fyri at
Smyril aftur missur maskin
kraftina, er at kalla heilt úti
hýstur, men Smyril má í dokk
áðrenn
trupulleikin
kann
loysast einaferð með alla.
Rakstrarleiðarin sigur, at
tað ber ikki til at fara at
leita eftir hóskandi avloys
araskipið, fyrrenn tey vita
akkurát, nær Smyril skal í
dokk.
Tað er heldur ikki greitt,
hvar hann fer í dokk. Men
hann væntar, at tá ið tað
verður, verður Smyril burt
ur í hálvan annan mánað.
Smyril ikki í dokk fyrrenn næsta heyst
Næsta ár skal Smyril takast úr sigling í hálvan annan mánað, tá ið hann skal í dokk at fáa eina endaliga loysn á teknisku
trupulleikunum
Bóndur skulu ikki betala fyri
at fáa seyðin av vegnum
Berlusconi meiri avhildin
Er tann seinasta meiningakanningin í Italia eftirfarandi, er Silvio
Berlusconi, forsætisráðharri, betur umtóktur í heimlandinum nú,
enn hann var undan álopinum í Milano fyri átta døgum síðani. Í
kanningini siga 55,9 prosent av teimum spurdu, at at tey styðja
Berlusconi. Miðskeiðis í síðsta mánað søgdu 48,6 prosent tað
sama. Kanningin stendur í blaðnum Corriere della Sera, og blaðið
skrivar, at nógvir italiumenn hava havt samkenslu við tí 73 ára
gamla Berlueconi eftir tilburðin í Milano.
Leitaðu eftir Lauru Dekker
Leygardagin boðaði niðurlendska løgreglan frá, at hon
leitaði eftir teirri 14 ára gomlu Lauru Dekker, men í gjár
komu boð um, at gentan var funnin á oynni Saint
Martin, sum er í Karibiska Havinum. Laura Dekker
gjørdist kend, tá hon ætlaði sær at sigla rundan um
jørðina. Men ferðin varð av ongum, tí eftir áheitan frá
myndugleikunum noktaði dómsvaldið henni at fara
avstað, tí hon er so ung. Samstundis tók rætturin
foreldramyndugleikan frá foreldrum hennara, og síðani
hevur barnaverndin havt eftirlit við gentuni.