mánadagur 21. desember 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 244 - 21. desember 2009
Tá eitt mál fyrst er
meldað til løgregluna,
so fangar borðið.
Tað mátti ein familja
sanna, tá ein sonur og
bróður í dag fekk eitt
harðskapsmál fyri í
Føroya Rætti
HARÐSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Moralurin er, at ein skal
vera rættiliga vísur í sínari
søk, tá ein meldar eitthvørt
til løgregluna.
Eitt vikuskifti í mars í ár
var ein ungur maður á bygd
farin at ballast saman við
nøkrum
vinmonnum
í
heiminum hjá sær, foreldr
unum og tveimum øðrum
brøðrum. Teir gjørdust nak
að kátir og spældu harðan
tónleik, og hetta fekk pápan
at fara upp á loftið at biðja
teir dempa seg eitt sindur.
Hetta fekk øði í ákærda,
sum legði á pápan. Báðir
endaðu úti í ganginum, har
ein bróður ákærda kom til
og royndi at fáa ákærda
burtur frá pápanum. Eisini
yngri beiggin, sum tá var
15 ár, legði upp í og royndi
at fáa illa bróðurin burtur
frá pápanum.
Einaferð fær eldri bróð
urin aftanífrá rykt ákærda
burtur frá pápanum, og
báðir enda á gólvinum. Við
beinunum spennir ákærdi
upp móti vegginum og hev
ur bróðurin aftan fyri seg
soleiðis, at hesin verður
kroystur upp móti einum
øðrum veggi. Hetta førir
við sær, at nøkur rivjabein
verða kroyst inn.
Tað
eydnast
yngsta
beiggjanum at hála hin
bróðurin frá ákærda, og
hann fór so niður undir.
Ákærdi fór aftan á, og í tí
hann fer avstað kemur hann
– sambært yngsta bróðrin
um – av óvart at sláa albog
an aftur um seg og rakar
yngsta bróðurin í andlitið
við tí úrsliti, at hann fór at
bløða eitt sindur í vørruni
og ein tonn loysnaði eitt
sindur.
Pápin var lopin á dyr so
skjótt hann varð blivin
leysur at ákærda. Hann
ætlaði at fara eftir hjálp.
Breyt stovuborð
Sambært bróðrinum hendi
ikki tað stóra, eftir at hann
var komin niður undir í
køkin. Hann segði, at hann
rann undan ákærda rundan
um køksborðið og síðani
leyp inn á WC og læsti seg
inni har. Síðani visti hann
ikki meiri til hendingina.
Men
sambært
yngsta
beiggjanum hevði ákærdi
fingið fatur á hinum bróðr
inum inni í stovuni, men
tað eydnaðist yngsta beiggj
anum at seta seg oman á
ákærda
og
læsa
hann
fastan.
Ákærdi
hevði
brákað
nøkur rivjabein, og tá yngsti
bróðurin setti seg á hesi,
veltist ákærdi so, at hann
breyt eitt stovuborð úr
marmor.
Tá pápin kom aftur og sá,
at lutir í húsinum vóru
brotnir, ringdi hann eftir
løgregluni og bað hana koma
eftir ákærda. So varð gjørt,
og tíggju minuttir seinni varð
ákærdi handtikin.
Bróðurin,
sum
hevði
fingið rivjabein trýst inn,
endaði á sjúkrahúsinum um
náttina, men fór heim aftur
dagin eftir.
Báðir
beiggjarnir
og
pápin vórðu førdir sum
vitni í rættinum í morgun,
men tað var týðiligt, at tað
var við ringum tannabiti, at
teir vitnaðu móti soni og
bróðuri. Tað tóktist at koma
óvart á teir, at málið hóast
alt var endað í rættinum.
Borðið fangar
Eingin í rættinum í morgun
var heilt fegin um støðuna.
Tað var týðiligt, at talan var
um eitt familjumál, sum var
farið yvir gevind.
Ákæran ljóðaði upp á
harðskap, har ákærdi skuldi
havt sligið yngsta bróðurin
í andlitið við knýttum neva,
eins og hann skuldi havt
sligið hin bróðurin í bring
una við knýttum neva.
Ákærdi segði seg ikki
hava sligið bróðurin yvir
høvur, meðan hann segði,
at hann hevði rakt yngsta
bróðurin í andlitið við
alboganum av óvart.
Báðir brøðurnir váttaðu í
rættinum hesa útleggingina
av hendingini og teir gjørdu
somuleiðis greitt, at teimum
einki dámdu at vitna móti
bróðrinum. Yngsti bróðurin
noktaði bart út at vitna móti
ákærda.
Dómarin álegði tó hesum
vitninum at geva frágreiðing
fyri rættinum, og tað gjørdi
hann so. Og í síni vitnis
frágreiðing legði hann dent
á, at talan var um eitt
familjumál, sum var blást
upp og út yvir øll mørk.
Øll trý vitnini spurdu, hví
tey máttu møta til hetta
rættarmálið, tí tey høvdu
fingið at vita, at tá tey ikki
ynkstu at melda, fór ikki at
verða
gjørt
meiri
við
hendingina.
Men soleiðis virkar skip
anin tó ikki. Er málið fyrst
meldað til løgregluna, fang
ar borðið.
Jól einsamallur
Hanna Vang frá ákæru
valdinum sigur, at ákæru
valdið hevur skyldu til at
fylgja einum máli, tá tað er
meldað. Tað eru ikki tey, ið
melda, ið gera av, hvussu
málið verður handfarið.
Tað eru so nógv sam
felagsviðurskifti, sum atlit
mugu takast til. Vit kunnu
ikki góðtaka harðskap í
heiminum, tí tað er ikki eitt
sunt umhvørvi hjá nøkrum
at vaksa upp í, sigur Hanna
Vang.
Eisini verjin í málinum,
Jógvan Páll Lassen, er samd
ur í útleggingini hjá ákær
anum. Tá eitt mál er meldað,
er tað fult og heilt í hondun
um á ákæruvaldinum.
Men at alt ikki er tann
bera frøi og gleði í familjuni
kom eisini fram í rættinum,
tá pápin heitti á rættin um
at hjálpa ákærda soninum.
Edrúur er hann so góður
sum dagurin er langur, men
fær hann upp í høvdið er
heilt galið. Tí hava vit eisini
verið noydd at sagt við
hann, at hann ikki kundi
vera saman við restini av
familjuni jólaaftan, segði
pápin í rættinum.
Øll vóru eitt sindur ørkyml
að av málinum, og dómarin
valdi – eftir áheitan frá verjan
um – at gera eina persóns
kanning av ákærda og so
annars at útseta málið, til
hendan kanningin fyriliggur.
Familjuklandur
endaði í rættinum
Linni í Miðeystri
Eftir spenning og kreppu í fleiri ár er líkt til, at viður
skiftini millum grannalondini Libanon og Sýrialand
fara at batna. Um vikuskiftið var libanski forsætisráð
harrin, Saad Hariri, í sýriska høvuðsstaðnum Damask
us og tosaði við Bashar alAssad, forseta. Støðan mill
um Libanon og Sýrialand hevur verið serliga spent,
síðani libanski politikarin Rafik alHariri, sum var pápi
núverandi forsætisráðharran, doyði í einum bumbu
álopi í februar í 2005. Libanon legði Sýrialand undir
av hava skipað fyri álopinum, men hesum hesum
Sýrialand víst aftur.
Tað verður lýggjari
Donsku veðurlagsgranskararnir Jens Hesselbjerg Christen
sen og Eigil Kaas eru ikki í iva um, at meðalhitin á jørð
ini fer bat veksa meiri enn tey bæði stigini, ið eru nevnd
sum mestamark í fráboðanini frá veðurlagsráðstevnuni í
Keypmannahavn. Jens Hesselbjerg Christensen, ið starv
ast hjá veðurstovuni DMI, sigur við Berlingske Tidende,
at tað er eingin ivi um, at hitavøksturin fer nupp um tvey
stig, um altjóða samfelagið ikki gera okkurt munandi
longu um heilt fá ár. Eigil Kaas, ið arbeiðir á lærda há
skúlanum í Keypmannahavn, sigur tað sama við blaðið.