Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2009 15 Tað mest grundleggjandi hjá einum fakfelag er at fáa sínum limun so góða løn og so góðar, tryggar og tíðarhóskandi arbeiðsum­ støður sum gjørligt. Eisini er týdningarmikið við so góðari og skipaðari frítíð sum gjørligt. Tá talan er um løn hjá fiskimonnum, er hýran tann avgerandi parturin. Onkur hevur funnist at, at eg havi nevnt, at ein eigur at gera eina roynd at fáa nøkur av teimun elstu og ótíðarhóskandi skipunum út úr flotanum. Tað tykist sum, at í løtuni sita øll og bíða eftur hvørjum øðrum. Tá ið farið varð frá kvota­ skipan til fiskidagaskipan, varð hetta gjørt á tann hátt, at øll, sum luttóku í vinnuni, vóru samlað norðuri á Viða­ reiði nakrar dagar, til semja fanst um at fara yvir til núverðani fiskidagaskipan. Mær tykir, at líknandi stig eigur aftur at takast nú fyri í semju at fáa nøkur skip út úr flotanum. Tað liggja nøkur skip, umframt at nøkur loyvir eru óvirkin í so at siga øllum skipabólkum. Eg havi trupult við at trúgva, at peningastovnar­ nir ikki vilja taka sín part av eini slíkari semju. Tað er altíð truplast at manna tey skipini, sum hava lægstu hýruna, og tí er kravið um at fáa útlend­ ingar umborð mest harfrá. Samstundis hevði kravið um minstuløn minka mun­ andi, og hevði hetta sostatt trekt tenninar úr teimum, sum hava so ilt av inntøku­ trygdini. Vanlukkutrygg­ ingarskipan Sum er, so er ásett við lóg, at skip skulu hava mann­ ingina tryggjaða. Sum skipanin er nú, so kann tað taka upp til eitt heilt ár, áðrenn endaligt er ásett eitt endurgjald til tann, sum er komin til skaða og ikki kann verða í vinnu. Frá at fara úr fullari vinnu og undir sjúkradagpening ­ við fullum skattatrýsti ­ ger, at tann skaddi kemur í stórar fíggjarligar trupul­ leikar, áðrenn hann langt um leingi fær naka endur­ gjald. Tað verður neyðugt at gera eina skipan, sum ger at intøkumissurin ikki verður so ógvusligur sum nú, meðan bíðað verður eftur endaligu tryggingar­ upphæddini. Forskotsgrunnurin Reglugerðin fyri forskots­ grunnin sigur, at grunnurin kann útgjalda eina upp­ hædd til mynstraðar fiski­ menn við langfaraskipum. Hendan upphæddin er í dag kr. 20.000 um mánaðin. Síðstu árini er talið av langfaraskipum minkað munandi, og er kravið til forskotsgrunnin minkað tilsvarandi. Tá grunnurin eigur tíggutalsmilliónir, er tað upp á tíðina, at eisini manningar á skipum á føroyagrunninum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa hýruna til tíðina, koma undir forskotsútgjald. Av tí at forskotsgrunnur­ in hevur sjópant í skipin­ um, hevur hann av tí orsøk ongantíð mist pening. Fastlønarskipan Eg eri av tí áskoðan, at Fiskimannafelagið eigur at hyggja eftir teimum fastløn­ arskipanum, sum eru gald­ andi á fiskiskipum í hinum Norðurlondunum. Tað eru jú nógvir føroyingar við skipum í øðrum londum, og er tað vert at kanna um nøkur ting eru, sum eisini kunnu nýtast her heima. Trygdarskeið Prísurin fyri at sleppa á trygdarskeið eigur ikki at gerast so høgur, at ungfólk ikki hava møguleika at sleppa framat. Tað er harmiligt, at fiski­ menn, sum hava verið burt­ uri alt sítt lív, noyðast at gevast áðrenn ætlað, tí teir hava trupult við at klára øll krøv, sum sett verða. Havi varhugan av, at man aðra­ staðni hevur funnið laga­ ligari skipan fyri hesar. Pensiónsskipan Heilt skjótt skulu fiski­ menn taka støðu til ein størri reform á pensións­ økinum. Áðrenn endalig støða verður tikin til hetta stóra mál, eigur hvør fiski­ maður at sleppa at taka støðu til pensiónsmálið við eini atkvøðugreiðslu millum limirnar. Vónandi fara allir fiski­ menn at taka lut í formans­ valinum við at senda inn aftur atkvøðuseðilin, sum sendur er tykkum hesar dagar. Við ynskjum um gleðilig jól. Til allar fiskimenn Henrik Old Tíðindaskriv frá IRF ISWA er ein millumtjóða felagsskapur, sum virkar fyri burðardyggari viðgerð av burturkasti. Limirnir eru felagsskapir, stovnar og einstaklingar í 34 londum, tey flestu í Evropa. ISWA skipar fyri árligum fundum um ymisk evni. Hesaferð var fundurin í Keypmanna­ havn í vikuni undan stóru ráðstevnuni um veðurlags­ broytingar, COP15. Til fundin hevði felags­ skapurin gjørt eina hvítbók um burturkast og veður­ lagsbroytingar, umframt ein samandrátt av hesum til COP15. IRF var á fundinum í Keypmannahavn. Niðanfyri eru brot úr samandráttinum til COP15. 1. Burturkast serligan týdning Viðgerð av burturkasti hevur eina serliga støðu at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum (VHG). Ímeðan lond og ídnaður kring heimin royna at kanna teirra kolvetnisslóð, er viðgerð av burturkasti ein møguleiki at minka um CO2 ­ nøgdina, sum ikki er heilt gagnnýttur. Sum dømi um týdningin kann nevnast, at í teimum 15 fyrstu ES­londunum kann viðgerð av ruski frá húskjum standa fyri upp til 18 % av minkingini av málunum fyri 2012. Við­ gerð av ruski í Europa fer um stutta tíð at hava avlop í útlátið av VHG, so hvørt sum økt endurnýtsla av til­ fari og endurnýtsla av orku fer at viga upp ímóti bein­ leiðis útláti. 2. Burðardyggar loysnir Viðgerð av burturkasti sum vinna bjóðar eitt tyssi av royndum, nýtiligum og burðardyggum tekniskum loysnum, sum kunna vera við til at minka um nøgdina av VHG. Vera tær brúktar á hóskandi hátt í mun til skipanir og tørv á staðnum, kunnu tær hjálpa til at minka munandi um útlátið av VHG. Talan kann vera um at fyribyrgja, at burturkast verður til, um at endurnýta og endurvinna tilfar, um at gagnnýta lívrunna tilfarið í víðari merking, um at endur­ nýta orku og um at tyrva soleiðis at gassið kann savn­ ast og brúkast. Tað ræður um at brúka fleiri ára roynd­ ir og framkomna útgerð á hóskandi hátt á nýggjum støðum, í staðin fyri bert at flyta eina loysn beinleiðis frá einum øki til eitt annað. 3. Endurnýtsla og endurvinning Tiltøk, sum hava til enda­ máls at fyribyrgja ella at minka um nøgdina av burt­ urkasti, at endurnýta og endurvinna, vinna fram kring heimin, og hava vaks­ andi møguleika at minka um útlátið av VHG við at varðveita ráevni og kol­ vetnisorkukeldur (kol, olja og gass). At fyribyrgja ella at hava so lítið av burturkasti sum gjørligt, kann minka mun­ andi meira um útláti av VHG, enn tað sum kann sparast við at viðgera burt­ urkast á framkomnan hátt. Endurvinning av tilfari sum pappi, metalum og glasi kann avmarka nýtsluna av tilfeingi og orku. 4. Lívrunnið burturkast Við at gera biogass og kom­ post burtur úr lívrunnum burturkasti, kann tað verða endurnýtt og broytt til tøð, og brúkt til at betra moldina. Hesar framferðir minka um útlátið av VHG við at goyma lívrunnið kolevni í moldini, við at betra egin­ leikarnar í moldini og at við at geva moldin føðsluevni. Endurnýtsla av lívrunnum tilfari er serliga væl hósk­ andi, har mold og lívrunnið tilfar er tært burtur av tí at skógurin er burtur, av mannagongdum í landbún­ aðinum, ella av broyttum veðurlagi. 5. Viðvarandi orka Nógv viðvarandi orka fæst burturúr at viðgera burt­ urkast á hóskandi hátt. Tað ber til at minka munandi um nýtsluna av kolvetnis­ brenni og útláti av VHG við at brenna ella hitaviðgera burturkast, við at samla og nýta gass frá tyrvingar­ plássum og biogassverkum. Meira enn 130 mió tons av burturkasti verða brend um árið, og framleiða tær meira enn 600 brennistøð­ irnar eina orkunøgd til brúkararnar, sum svarar til 24 mió. tons av olju. 6. Verkætlanir í menningarlondum At fáa burðardygga tøkni at virka í menningarlondum, hevur avgerandi týdning til tess at minka um útlátið av VHG. CDM­skipanin (Clean Development Mec­ hanism) í Kyoto protokollini hevur hjálpt væl til at komi munandi nærri hesum máli, men neyðugt at at betra um skipan og umsiting av CDM­skrásetingini. Verkætlanir viðvíkjandi burturkasti umboða 18 % av skrásettu CDM verk­ ætlanunum. Tær skrásettu verkætlanirnar fara vænt­ andi at minka útlátið av VHG við 209 mió. tonsum av CO2­javnvirðum (ekvi­ valentum) í 2012. Higartil hava flestu verk­ ætlanirnar snúg seg um at brúka gass frá tyrvingar­ plássum. Tað eru stórir møgu­ leikar í øðrum CDM verk­ ætlanum innan endurvinn­ ing, kompostering, brenning og roting (biogass). Við at flyta roynda tøkni, kunnu CDM verkætlanir hjálpa menningarlondum at fáa umhvørvisvinarliga viðgerð av burturkasti. 7. Lógir og reglur Lógir og reglur kunnu hava stóra ávirkan á, hvussu skjótt útlátið av VHG mink­ ar í einum landi. Millum 1990 og 2007 hevur ES havt politikkir og skipanir, m.a. eina rað­ festing av, hvussu burturkast helst skal viðgerast, sum hava havt til endamáls at minka um útláti av VHG. Lógarverkið hevur eisini havt mál fyri endurnýtlsu av pappi og mál fyri at fáa lívrunnið burturkast frá tyrvingarplássunum. Í USA minkaði útlátið av methan frá tyrvingarpláss­ um við 11 % frá 1990 til 2007 við at seta í verk fíggj­ arligar fyrimunir, lógir og reglur. 8. Mátingar og uppgerðir Nágreiniligar mátingar og uppgerðir av útláti av VHG eru neyðugar, um tað kann vera gjørligt at seta og máta verulig mál fyri minking av útláti á øllum pøllum. Dagsins mannagongdir geva góðar mátingar av útláti av VHG, sum stava frá at viðgera burturkast, men tørvur er á at fáa betri og meira hóskandi lýsing av av tilfarsnýtslu og orku­ nýtslu í allari ringrásini. Tað er neyðugt at menna mannagongdir, sum eru betri, sum samansjóa og eru gjøgnumskygdar, bæði fyri beinleiðis og óbeinleiðs útlát, sum stavar frá at við­ gera burturkast, sum ískoyti til dagsins mannagongdir. Neyðugt er við meira álítandi og samskipaðari innsavning av hagtølum at stuðla teimum betraðu mannagongdunum og at minka um óvissuna. - ISWA key messages to COP15 Burturkast og veðurlagsbroytingar