Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 244 - 21. desember 2009 Gullbrúdleyp 12. jan. hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda vit silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í Skálanum í Klaksvík frá kl. 16. Julianna og Olivur Thomsen. 70 ára føðingardagur Tann 28. des. verður Eyðbjørn Lervig Leirvík 70 ár. Føðingardagurin verður hildin sunnudagin 27. des. í bowlinghøllini í Leirvík frá kl. 17. 80 ára føðingardagur 30. des. verður Asta Larsen Tvøroyri 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 85 ára føðingardagur Sunnudagin 3. jan. verður Steingrim Joensen, Argjaboðagøta 32, Argir, 85 ár. Dagurin verður hildin í AB-húsinum við fótbóltsvøllin á Argjum sunnudagin 3. jan frá kl. 13-17. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Mánadagin 28. des. kl. 15 giftast í Christianskirkjuni Birna Arge og Poul Jóhannes K. Joensen. Veitslan verður fyri innbodnum á Klaksvíkar Sjómansheimið kl. 19. Brúdleyp Mikudagin 30. des. giftast Anna Mohr Joensen úr Kollafirði og Bjørn Holm úr Djúpadali. Vígslan verður í Dómkirkjuni kl. 17. Brúdleypið verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum aftan á vígsluna. Brúdleyp Nýggjársdag 1 jan. giftast Svavar Torbjørnson Joensen og Tórun Miðberg. Vígslan verður í Kollafjarðar kirkju kl. 14. Opið hús verður í bygdarhúsinum í Kollafirði frá kl. 15.30-20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Fríggjadagin 1. jan. giftast í Fuglafjarðar kirkju kl. 15 Randi Sólsker og Sigfríður Abrahamsen, Eiði. Opið hús verður heima (Gerðisvegur 3) kl. 20 har øll eru vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 2. jan. giftast í Sjóvar kirkju Anna Petersen av Strondum og Pauli G. Hansen av Skála. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 591486/447257 (Anna) ella 594323/441323 (Pauli) innan 15. des. Brúdleyp Leygardagin 2. jan. kl. 13 giftast í Vesturkirkjuni Rebekka Consuelo Nilssen úr Tórshavn og Símun Petur Eið av Hellunum. Veitsla verður í HB-húsinum kl. 18.30 fyri innbodnum. Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Trupulleikin við deyðanum er, at vit sum oftast taka frástøðu frá honum. Liggur onkur lágt og er illa sjúkur, so skilja vit tað helst. Men hesa ferð var einki, ið bendi á nakað sovorðið. At frætta, at Hans Jørgen hevði fingið óbótaligan løst yviri í Florida og ikki stóð til at bjarga, kendist sum nakað, ið ikki kundi passa. Gløggi og skemti- ligi vágamaðurin, ið tók á seg so nógvar skyldur og avbjóðingar í Norðurat- lantshavi og í uttanlanda- sigling, hevði fingið eitt eirindarleyst høgg í einum heilt øðrum heimsparti. Tað átti ikki at verið so, nú lívlanga tænastan beyð honum eina friðfulla eftir- løn í heimbygdini. Kendi helst Hans Jørgen frá barnsbeini av í longu og mjáu gøtuni í Sanda- vági. Okkum dámdu væl at práta, - aldursmunurin var nakað stórur, men tað bilti ikki stórvegis. Hans Jørgen fortaldi mær, hvørj- ir sandavágsmenn høvdu slitið sínar tufflur og gummiskógvar í ”strætin- um”, og ein farri av skemti og góðsku lá eftirá. Hann nevndi teir við navni og visti um teirra serleikar og dygdir, og vit fingu um endan av eini farnari tíð. Tá Venus úr Sandavági skal avstað á línuveiðu, beint sum vit eru í áseyða- royting og eisini hoyggja í 1988, verði eg onkuns- vegna púra óroyndur og av tilvild tikin við mín fyrsta túr til skips. Tað var so avgjørt ikki nakað, eg hevði ætlað mær, men tað vóru onnur, ið hildu, at eg átti at royna meg umborð á einum línubáti. Illsinnabit- in var sjónskur, tá eg varð fylgdur umborð. Har vóru við Ásbjørn, Kristian og Eyðstein hjá Gerdu. Tað var kanska ikki verri, tí teir vórðu eisini tiknir við uttan at hava biðið um tað. Kortini strikaðist illsinna- bitin út, tá eg hitti Hans Jørgen umborð á Venus. Hann skuldi við og dugdi at taka meg og kyrra ein treiskan og tvøran tannár- ing úr Havn. Vit komu tó skjótt á lagið og kendu eitt serligt og gott samljóð beinavegin, Mín tíð umborð á Venusi gjørdist drúgvari enn vænt- að. Hví hon gjørdist tað, er man greiður yvir so nógv ár seinni. Manningin, við Sámal Petur Petersen, skip- ara, betur kendur sum Piddi og Hans Jørgen, øðr- um stýrimanni, saman við øðrum góðum monnum, elvdu til, at har var gott at vera, so leingi tað vardi. Sjálvandi ætlaði eg mær ikki at standa á dekkinum har so leingi, - aðrar avbjóðingar skuldu til. Men man treivst, og nú eru hesir minniligu úrmæl- ingar, sum eg minnist við virðing, farnir, har man ikki røkkur teimum longur. Sakni tykkum og spyrji meg sjálvan, hví tit fóru í so góðum árum. Men løturnar, - dagarnir, vikurnar, mánaðarnir og árini, alt tíðarskeiðið til- samans, vildi eg ikki havt verið fyri uttan. Tað vóru gevandi, nemandi og harð- ar royndarløtur umborð. Tíðarskeiðið umborð á Venusi í Eysturgrønlandi, undir Føroyum og Íslandi, gjørdu mánaðarnar umborð á danska skúla- skipinum ikki so harð- rendar og meiningsleysar, tí eg hevði fingið eina ser- liga upplæring umborð á Venusi hjá tykkum báðum, Pidda og Hans Jørgen. Ein skúli, ið teir, eftir førimuni settu okkum óroyndu inn í. Tað fekk eg at kenna seinni sum serligan førning á lívs- leiðini, ið eg ikki tá var serliga nógv vandaður um, men nú haldi, var øðrvísi og neyðug. Vit sóust av og á og vistu altíð av hvørjum øðrum, hóast leiðirnar nú gingu í hvør sína ætt. Vit riggaðu ikki av, tí vit høvdu onga ábending um, hvussu vorð- ið fór at vera við avmálda dagatalinum, tíbetur, haldi eg. Vildi fylgt tær tann dag- in, tú vart borin út í kirkjugarðin í Sandavági. Tað bar tíverri ikki til. Men kortini fylgdi eg við tykkum og frætti okkurt, Theodor Eli bar fram á kór- gáttini í kirkjuni í Sanda- vági. Nancy og børnunum sendi eg bestu ynski um jólini og alt gott í árinum, sum kemur. Hvíl í friði og takk fyri løturnar, ið tíðin fór við. Páll N. Slættanes Sønderborg Hans Jørgen Dam í Sandavági Dagurin 21. desember. Tummasarmessa. Lærusveinurin sum fekk navnið hin vantrúni. Halgisøgan sigur, at hann boðaði evangeliið í Indiu, og har er í hvussu so er eitt tummasar- kirkjulið, sum hann sigst at hava stovnað. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Prógv Uni Lamhauge, Lambareiði, hevur lokið maskin- meistaraútbúgving sum “Professionsbachelor í maritim og maskinteknisk ledelse og drift” tann 13. november 2009 á Fredericia Maskinmesterskole. Petrina Ziskasen úr Klaksvík (vanliga nevnd Dinna) andaðist á Norðoya Røktarheimi 19. desember, 79 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum mánakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Betesda týsdagin kl. 13.00. Jórun, Lis og Jan Tey, ið ynskja lata blómur ella krans, kunnu í staðin geva Zarepta eina peningagávu, konta í peningastovnunum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góða mamma, vermamma, omma og langomma Salmona Christiansen Leirvík andaðist leygarmorgunin 19. desember á eldrasambýlinum Giljagarði, 86 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju týsdagin kl. 13. Familjunnar vegna Erika, Christian Oluf og Henry Tey, ið ynskja at minnast Salmonu, kunnu lata eina gávu til Missiónshúsið í Leirvík, konto í Føroya Banka. merkisdagar