fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Rákið – desember '09
Himmiríki av Jesu
Perlandi døgg í duldum
myrkri. Føroyingar hava
veruliga fingið smakk fyri
víni. Á Hotel Føroyum hava
tey sett sær fyri, at tey um
nøkur ár skulu hava ein hin
størsta vínkjallaran í
Norðurlondum
Í einum køldum kjallara við Oyggjar
vegin, har ljósið er dimt og stillið drep
andi, flýtur tað við blóði. Fløskur í tús
undatali, fyltar við reyðum løgi, liggja
stáplaðar á hillum, ið røkka fleiri mans
hæddir upp undir høga loftið. Skipaðar
eftir navni, árgangi og upp runalandi. Í
hølunum omanfyri sita ann ars sivili
seraðir føroyingar og koyra í seg av
myrkareyðu dropunum, sum verða settir
á borðið við júst røttum hita.
Kjallarin liggur undir einum kendum
føroyskum bygningi, har amerikanskir
forsetar og týskar rokkstjørnur hava
búð. Blóðið, sum vit tosa um, er ikki
mannablóð. Seinastu 2000 árini hevur
tað verið kent sum »Jesu blóð«. Við
vanligum orðum verður tað rópt vín, og
á Hotel Føroyum byggja tey í hesum
døgum ein veruligur vínkjallara upp.
Jóhan Gardar Joensen, tænari á
Hotel Føroyum, greiðir okkum frá um
vínkjallaran, um vín, sjampanju og
alt, sum tú hevur brúk fyri at vita um,
tá tú fæst við og handfarir hendan
gudadrykkin.
Millum teir størstu í
Norðurlondum
Tù verður ikki vónbrotin, tá tú trínur inn
í vínkjallaran.
Tað er ikki bara eitt goymslurúm, har
fløskur liggja stáplaðar á eini rúgvu
av vínhillum. Fyrsta tú kemur inn, fær
tú eina varhuga av, at hetta er ein
rættiligur vínkjallari.
Ljósið er dempað, luftin svallig, og
báðumegin við standa himmalhøgar
vínhillar, sum tilsamans kunnu rúma
upp í 6000 vínfløskur. Á gólvinum
standa tvær rættiligar Suðurafrikanskar
víntunnur , sum kunnu nýtast til at
seta eitthvørt á. Eisini er eitt serligt
goymslu stativ til sjampanjufløskur.
Luftin er eitt sindur slavin, og
veggirnir svartir. Soleiðis skal tað vera.
Vínið skal varðveitast í røttum ljósi, hita
og við røttu vætuni í luftini.
Jóhan Gardar Joensen greiðir frá, at
tað í løtuni liggja um 1500 fløskur í
kjallaranum. Hesar umboða millum 120
og 130 ymisk sløg av víni. Men at tá
kjallarin veruliga kemur upp at koyra,
kann hann rúma upp í 6000 fløskur.
Eisini er ætlanin at koma upp móti
800 ymisk sløg, tá verandi kapasitetur
verður fult útnyttaður. Tá verður hann
Tað er sum at trína inn í ein annan heim at koma inn í vínkjallaran
hjá Hotel Føroyum. Myrkt, rátt og kølið liggja túsundavís av
fløskum stáplaðar á hillum, sum røkka fleiri manshæddir upp