fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
51
Rákið – desember '09
millum teir størstu í Norðurlondum,
og er tað júst tað, Hotel Føroyar miðar
eftir.
– Vit læra okkurt nýtt hvønn dag, og
tað tekur tíð at byggja vitanina upp.
Men seinnu árini tykist tað sum, at
vanarnir og traditiónin hjá føroyingum
er við at broytast, og vit vilja gjarna
vera við í tí prosessini, sum er øgiliga
spennandi, staðfestir Jóhan Gardar
Joensen.
Skiftandi vínkort
Hóast vínkjallarin kann goyma upp í
6000 fløskur, eru vanliga bara 3 til 6
fløskur av hvørjum slagi, um enn eitt
sindur meira av vanligaru sløgunum.
– Ætlanin er so líðandi at útbyggja
vínkortið, og at skifta tað út tríggjar
ella fýra ferðir um árið. Vit vilja hava
eitt úrval, sum passar til gestirnar, og
vit keypa ikki so stórt inn, at vit brenna
inni við víninum. Tí tað skal vera ein góð
sirkulatión í vínsløgunum, sum vit eiga,
greiðir Jóhan Gardar Joensen frá.
Men at velja vín er ikki bara sum at
siga tað. Tey flestu, sum vanliga keypa
vín í rúsuni vita, hvussu tað er at standa
og velja og vraka millum sløgini. Hvussu
heldur ein so skil á 800 ymiskum
sløgum?
Gott vín valdast
Kvaliteturin á víninum sæst oftast aftur
í prísinum. Í vínviftuni hjá Hotel
Føroyum er eitt breitt úrval av reyðvíni,
alt frá vanliga, bíliga reyðvíninum, upp í
tann dýra klassan. Tann dýrasta
vínfløskan í goymsluni kostar heilar
8.995 krónur fløskuna, og er tann
absolutti toppurin. Men hvat avgerð,
um ein fløska av víni er góð, vánalig, dýr
ella bílig?
– Tað er sum við konufólki. Summir
dáma brunettir, aðrir dáma blondinur.
Summir dáma súrar og aðrir dáma
blóði
Soleiðis goymir tú vín
Lyklaorðið er stabilitetur. Fyrst og fremst skal vínið lyggja myrkt. Ljós
fær tað til at eldast skjótari og so missir tað smakkin.
Tað næsta er hitin. Vínið skal liggja í jøvnum hita, reyðvín um tey 18
stigini. Sum tummilfingraregul skal reyðvín ongantíð borðreiðast kalt,
og um fløskan hevur staðið í køliskápi, skal hon hava eitt samdøgur at
standa hitna í aftur.
Tað triðja er vætan í luftini. Hevur tú møguleika fyri tí, skalt tú stýra
vætuni í luftini, so hon liggur javnt um 60 prosent.
Vín skal helst liggja. Tá kemur tað í samband við proppin, sum harvið
forðar fyri at luft setir inn ígjøgnum og sleppur framat víninum.
Hvíttvín verður vanliga ikki goymt í longri tíð, eins og sjampanja
heldur ikki heldur sær so leingi sum reyðvínið.
Verulig sjampanja! Krug og Dom Pérignon, sum
eru millum tey heilt fínu sløgini av veruligari
sjampanju, eru eisini í úrvalinum
Framhald á næstu síðu