fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Rákið – desember '09
søtar. Við víni eru tað fýra faktorar:
Klima, drúvan, framleiðarin og jørðin
– tað vil siga fortreytirnar fyri at
skapa eitt gott vín, sigur Jóhan Gardar
Joensen.
Prísmunurin velds hinvegin ofta um,
hvussu bóndin framleiðir vínið. Hvørjir
siðir eru, hvussu gamlir teir eru og
søgan aftanfyri vínið. Har eru sostatt
nógvir smáir faktorar, sum avgera
prísmunin. Men gott vín kann eisini vera
bíligt. Harumframt er tað eisini sera
persónligt, hvat gott vín er, tí tað er
ymiskt, hvat okkum dámar.
Søguligt savn
Umframt at ein vínkjallari er ein
praktisk vinnulig goymsla til vínfløskur,
er tað gjarna eisini eitt søguligt savn.
Og hóast vínkjallarin hjá Hotel Føroyum
enn ikki er so gamal, er longu eitt
sindur av søgu og nostalgi í honum.
Millum tær gott 1500 fløskurnar,
sum liggja í kjallaranum í løtuni, liggur
ein heilt serlig fløska. Talan er um
eina reyðvínsfløsku úr kenda franska
vínlandslutinum Bordeaux, sum er
framleidd í 1935.
Fløskan er ikki til sølu, og verður
goymd fyri ein privatan eigara. Í dag
er hon ikki drekkandi, men hevur eitt
søguligt virði og eina góða søgu, sum
kann forteljast fyri teimum, sum vitja
vínkjallaran.
Sjampanja er ikki bara sjampanja
Í vínkjallaranum er ikki bara reyðvín og
hvítvín. Har finnur tú eisini sjam panjur.
Og við tað meina vit ordiligar sjam
panjur. Ordiligar sjampanjur koma sjálv
andi eisini úr Fraklandi, og ikki so
sjokerandi úr landslutinum Champagne.
Tað er nevniliga bawra úr hesum
eksklusiva landslutinum, at sjampanja
fæst. Alt annað, ið vil kalla seg
sjampanja, er brúsandi vín. Lóggáva
í flestu londum forðar tó, at hesar
sleppa at kalla seg sjampanja.
Óansæð. Aftur til vínkjallaran í Hotel
Føroyum.
Millum sjampanjurnar í vínsortiment
inum hjá Hotel Føroyum, eru eisini tær
heilt góðu sjampanjurnar.
»Bollinger«, sum James Bond er
synonym við, »Dom Perignon« og
»Krug«, sum eru millum tey heilt góðu
sløgini av sjampanju. Prísirnir kunnu,
eins og slagið, eisini skjótt leypa upp í
tann eksklusiva klassan.
Altíð okkurt nýtt
Um tú ert ein glaður amatørur ella ein
kennari, so er og verður vínkjallarin hjá
Hotel Føroyum sikkurt eina vitjan vert.
Deils fyri at fáa tær vitan, fáa eina
uppliving, og møguliga eisini geva eitt
sindur burturav tær sjálvum eisini.
Sum frálíður verður vínkjallarin eisini
ein alsamt meira spennandi verkætlan.
Og ert tú regluligur gestur, verður helst
eisini okkurt nýtt at uppliva hvørja ferð
tú vitjar. Tað er nevniliga meiningin við
vínkjallaranum, at tað skal vera ein jøvn
útskifting, og at tú ikki skalt uppliva
júst tað sama tvær ferðir.
Niðurstøðan má vera, at her er
potentiali fyri einari sannari perlu, ið
mong, føroyingar og útlendingar, kunnu
njóta gott av.
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Soleiðis
skeinkir tú vín
Fyrsta meginreglan er, at reyðvíni
skal iltast, áðrenn tað verður
drukkið.
Vanligt er, at tú, eitt korter
áðrenn vínið skal drekkast, oysir
tað í eina karaflu ella kannu, og
letur hvíla eina løtu.
Gløsini hava eisini sín serliga
leiklut. Reyðvínsgløs eru ofta
djúp og breið og hava eitt stórt
areal. Rúm skal vera fyri at mala
vínið runt í glasinum, so tað
verður iltað. Ilt fær lív í vínið
aftur. Vanliga skeinkir tú bara
glasið 1/3 upp í glasið.
Hvítvínsgløsini eru smalri og
hægri. Tey hava eisini eina minni
flatu, so víni ikki skal hitna ov
skjótt. Skal vera 12 stig, tá tað
verður skonkt.
Brúsandi vín ella sjampanjur
verða skonkt í longri og smalri
gløs. Hetta er eisini fyri at tey
skulu halda kuldanum og fyri at
tey skulu brúsa meira. Sjampanja
og brúsandi vín verður borðreitt
við umleið 9 hitastigum.
Jóhan Gardar Joensen, tænari á Hotel Føroyum, greiðir frá stóru ætlanunum við vínkjallaranum hjá Hotel Føroyum