fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Rákið – desember '09
Oman móti sand in
um í Leynum standa
gomlu húsini hjá
Bakkalenu, sum í dag
aftur eru komin til
heiðurs og æru.
Nærum hvør frítími
hesi seinastu fýra
árini er nýttur at
seta húsini í stand
Tað var Martin Pætursson Hansen, ið
fyri fýra árum síðani keypti húsini frá
Bergi Godtfred.
– Eg gjørdist púra vekk í húsunum,
longu fyrstu ferð eg sá tey. Eg orðaði
við Berg Godtfred um at siga mær
frá, seldi hann húsini, og fyri einum
fýra árum síðani stóðu tey so til sølu
í bløðunum, sigur Martin Pætursson
Hansen.
Hann lá framvið og tað eydnaðist
honum eisini at ogna sær sjáldsomu
húsini.
– Av fyrstan tíð var tankin, at vit
skuldu búgva har, men seinni er tann
tankin sleptur. Nú er so ætlanin at nýta
húsini sum frítíðarhús, sigur Martin
Pætursson Hansen.
Hann sigur, at tað er ótrúliga nógv
arbeiði lagt í húsini.
– Eg havi brúkt so at siga hvørt
kvøld og hvørt vikuskifti at umvæla
húsini. Tá eg keypti tey, vóru heili fimm
rúm í miðhæddini, nú er alt eitt rúm,
burtursæð frá einum WC við brúsu,
sigur Martin Hansen.
Men hann hevur kortini ikki gjørt alt
arbeiðið sjálvur.
– Eg havi fingið ógvuliga góða hjálp
frá familju og vinmonnum. Eg hevði
kortini ikki ímynda mær, at tað fór at
gerast so tíðarkrevjandi, sum tað hevur
verið, sigur Martin Pætursson Hansen.
Umfatandi umvæling
Tað er ikki bert tíð, ið er løgd í hetta
arbeiði, men eisini nógvir pengar.
– Húsini hava eftirhondini verið
rættiliga dýr. Tað er farin fram ein
umfatandi umvæling, bæði innan og
uttan. Alt er gjørt av nýggjum, tað verið
seg undirsløg og útveggir. Heldur einki
WC var í húsunum, men bert ein bukka
í kjallaranum, sigur Martin Pætursson
Hansen.
Frítíðarhús við
fantastiskum útsýni