Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

55 Rákið – desember '09 Tað gjørdist eftirhondini greitt, at húsini fóru at verða eitt »dýrt fornøjilsi«. – At hava eini frítíðarhús einsamallur var ikki tað heilt optimala, og fyri einum ári síðani komu so beiggjarnir hjá mær upp í og keyptu seg inn í húsini. Og tað passaði fyri so vítt gott, tí annar er um at verða útlærdur timburmaður – eins og eg – og hin er nærum útlærdur elektrikari, sigur Martin Pætursson Hansen. Frálíkt útsýni Í miðhæddini er gjørdur ein karnappur, og oman á honum í loftshæddini er so gjørd ein altan. Húsini hava eisini fingið flagtak, og nú manglar bara at snøgga um uttan fyri, har ætlanin millum annað er at gera eina terassu. Í loftshæddini er eitt kamar í hvørjum enda við einum rúmi mitt í, við útgongd til nýggju altanina. – Hon er ikki so stór, men kortini er so mikið av plássi, at tað saktans ber til at liggja har úti og sóla sær, sigur Martin Pætursson Hansen. Og á loftinum og serliga úti á altanini, er eitt fantastiskt útsýni. Sandurin liggur opin fyri tær, og øll víkin og partur av Vestmannasundi eru sjónlig heilt yvir á Vágalandið. Tú sært millum annað niður á ein lítlan glastrevjabát, sum lættliga kann skrykkjast oman á víkina, og so er lag á manni at stima eina løtu við 5HK páhangsmotorinum, ella halda tráðuni ella snørinum eina løtu. – Enn hava vit ikki brúkt húsini serliga nógv. Tey stóðu ikki liðug fyrr enn í juli, so tað hevur eisini verið eitt sindur avmarkað við tíð, sigur Martin Pætursson Hansen. Húsini standa sera væl fyri í friðar­ ligum umhvørvi, og kortini rímiliga tætt við Havnina. – So her ber væl til at slappa av, burtur frá býarlívi og ­larmi, sigur Martin Pætursson Hansen. Og tað er veruliga friðarligt, og tú kanst lættliga ímynda tær friðsæluna og hugnan eitt stilt summarkvøld, tá einasta ljóðið er tutlið av aldunum, sum spakuliga sláa móti sandinum niðanfyri. Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Um Húsini hjá Bakkalenu Húsini eru bygd einaferð í 1920­árunum. Tað var Óla Jákup Christiansen, skipari, sum bygdi húsini saman við systkinabarninum Ludvig Christiansen. Kona Óla Jákup var úr Leynum, men tey fluttu seinni til Havnar og búsettust við Sjúrðagøtu, niðanfyri Einars Offsett. Sagt verður, at grótið, sum húsini eru laðað upp av, varð tikið av Klivunum uppi við Leynavatn, har tað varð høgt til og síðani koyrt á sletu oman í Leynar. Seinni keypti pápi Sverra Egholm húsini og seinni aftur keyptu Mikkjal Hansen og Helena Djurhuus, vanliga nevnd Bakkalena og millum bygdarfólkið suðuri í Vági Boyalena, húsini. Tey hava verið nevnd millum manna seinnu árini húsini hjá Bakkalenu ella hjá Boyalenu. Christian Holm, beiggi Dánjal Jákup í Skipshandlinum, gjørdi lendingina og vegin oman til lendingina. Ein hjallur stóð í vegin, og Christian Holm fekk onkran at keypa hjallin frá einum Martinus. Hann keypti hann so aftur frá viðkomandi og tók hann niður. Sagt var, at Martinus og Christian Holm sótu ikki væl um sátt. Christian Holm er langabbabeiggi til teirra, sum eiga húsini í dag.