Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2009 29 Nærlagdur sum altíð hevur Egon Hansen greitt úr hondum eitt væla­ verk, eina søgu, sum ikki bert er virðismikil, men eisini lærurík, sjálvt hjá okkum, sum eru fødd og uppvaksin í Nólsoy. Nólsoy – søgubrot og fólk 1 og 2 er ein nólsoyarsøga, ein føroyasøga og ein upp­ slagsbók í ættar gransking Ummæli Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Verkið Nólsoy – søgubrot og fólk 1 og 2 er býtt upp í tvey bind. Hitt fyrra tekur saman um søg­ una hjá bygdini, meðan hitt seinna mest er at rokna sum ein ættartalva yvir hús og búfólk í Nólsoy. Egon byrjar við at taka nakað saman um søguna hjá oynni, og fer síðani yvir í eina greining av staðanøvnum. Byrjað verður á Kirkjutanga, sum er norðrari armur á Nólsoyarvík. Haðani verður farið norður við landinum fram við øllum teimum gomlu seiðabergsplássunum, norður á Boða, og síðani suður við landin­ um eystantil. Suður á Borðutanga og so norður við landinum aftur, norður í Dunnuvíkina, sum av mannahondum ikki er til longur. Hópurin av staðarnøvnum eru nevnd, men um øll eru tikin við, skal kendari maður enn eg svara upp á. Einki er tó at ivast í, at Egon hevur gjørt eitt stórt arbeiði burtur úr at nevna hvønn tanga, hvørja nøs og hvørja vík. Part­ urin við staðarnøvnum er í hvussu er umfatandi og ógvuliga læruríkur, eisini fyri staðkent fólk. Eisini verður nógv gjørt burtur úr at nevna staðarnøvn í bygdini, í berginum og nevna áirnar, ið renna á oynni. Alt samalt eitt tíðarkrevjandi, men eisini týdningarmikið arbeiði, sum er við til at gera verkið meiri læruríkt og virðismikið. F itt verður eisini gjørt burtur úr haganum í Nólsoy. Greitt verður frá, at fram til 1808 var Nólsoy býtt upp í tríggjar haga­ partar, Ognarhagin, Junkarshagin og Kongshagin. Útrakstur til neytabeiti og torvskurður fór fram í Ognarhaganum, »men tá trupulleikar kyknaðu upp, varð viðtikið at skera torv í øllum trimum høgunum«, skrivar Egon Hansen uttan tó at koma nærri inn á trupulleikarnar. Í 1808 varð oyggin so býtt í tveir hagapartar, Norðrarahelvt (Heimarahelvt) og Syðrahelvt (Ytrahelvt). Semja varð gjørd um, at torvið síðani skuldi skerast í Ytruhelvt, og tað hevur tað verið, so leingi menn skóru torv í Nólsoy. Í 1949 varð so samtykt at býta Ytruhelvt sundur í trý, átta merkur hvør. Hagarnir vórðu nevndir Uttastitriðingur, Miðtrið­ ingur og Heimastitriðingur. Nólsoyggin er 48 merkur, og tað er óvanliga stórt markatal fyri eina so lítla oyggj. Við útskift ingina í 1987 vórðu hagarnir aftur umskipaðir soleiðis, at tað nú í staðin fyri fýra hagapartar blivu tríggir. Heimarahelvt við 22 merkrum, Junkarshagin við 14 merkrum og Borðan við 12 merkum. Egon ger eisini her nógv burtur úr hagunum, seyðahaldi og seyðafylgjum á oynni, og her undir eisini rættin til lunnindir so sum fuglaveiði og lundafleyg, ið sum kunnugt var ein stórur partur av livigrundarlagnum á bygd fyrr. Neytahald verður eisini nevnt, og sjálvt haran hevur fingið pláss í bókini, sjálvt um verulig haruveiða ikki byrjaði fyrr enn 1999. Skotið varð fyrstu ferð í 1998, men hetta var eitt slag av royndarveiði. Haran í Nólsoy doyði annars út seinast í 70­unum ella fyrst í 80­unum, men byrjað var at sleppa upp aftur miðskeiðis í 90­unum, og nú trívist hon í besta »velgående«. K ornvelting, hoyggj og hundar eiga eisini sítt pláss í bókini, og so verður gjørt rættiliga fitt burtur úr nótakasti, nót og seiði. Torvið hevur sítt pláss inn ímillum, men farið verður aftur í søguliga dokumentatión at greiða frá, nær nótin kom til Nólsoyar, hvussu hon varð nýtt og ikki minst hvat gjørt var við fongin – seiðin. Gingið varð rættiliga høgt upp í nótakast, og tað var ikki væl sæð, at avbygdamenn komu til Nólsoyar at kasta nót. Tað framgongur av einum dómi frá 1. mars 1856, at koll­ firðingar høvdu dittað sær til Nólsoyar at kasta nót, men nóls­ oyingar meldaðu. Sorinskrivarin sigur í dómin­ um: »Da nu de indstævnte (kollfirðingarnir, red.) efter det anførte ikke havde godtgjort, at der består nogen speciel hjemmel for dem at benytte dem af citantens strandbred for derfra at drive fiskeri... ...findes de efter citantens påstand at måtte kendes uberettigede til at udøve den af dem under sagen påståede ret«. Hetta kann í dag kanska tykjast undarligt, men tá hugt verður eftir tí týdningi, sum seiðurin hevði fyri nólsoyingar, er tað væl skilligt, teir vildu verja um teirra tilfeingi. Nólsoyingar nýttu nevni liga seiðin sum býtisvøru fyri serliga kjøt ella verða­ gjóling ar. Tað var ikki óvanligt, at áttamannafør fóru fullfermd av turrum seiði suður til Skálavíkar, og komu norður aftur við nærum fullfermdum báti av kjøti. K omið verður inn á báta­ og skipasmíð, og nomið verður – sjálvandi – við mentan, bæði bókmentir og ítrótt. Nólsoyingar hava átt og eiga framvegis nógv fólk, ið eru fitt við penninum, og tað er høvund­ urin eitt gott dømi um sjálvur. Kirkjan verður nevnd, og teir stólar, sum hoyrdu til hvørt húsið. Fyrr var vanligt, at mann­ fólk sótu øðrumegin, konufólkini hinumegin. Egon Hansen hevur áður skriv­ að bókina Kirkjan á Tanganum, so hesin parturin av bókini hevur helst fallið honum lætt at fáa frá hondini. Felagslívið verður eisini nevnt, kanska fyrst og fremst Royndin, sum er gamla ungmannafelagið í bygdini, Ovastevna verður nevnd og sama er við sangkórinum, sum tíverri liggur bakk í løtuni. Somuleiðis verður ítrótturin nevndur, og drigin verða fram mentafólk, sum bygdin hevur fostrað, byrjandi við Nólsoyar Páll og endað við Ova Joensen. Bind tvey snýr seg mest um bygdarfólkið, hvaðani tey stava, hvørji foreldrini eru ella vóru, og hvørji børn tey eiga. Frá gamlari tíð hava húsini nøvn, og tað er fyrst og fremst út frá hesum, at ymsu familjurnar verða greinað­ ar. Sigast kann í stuttum, at fyrsta bind er ein dýrgripur í føroyskari søgu, og tað er at fegnast um, at Egon Hansen hevur greitt hetta arbeiði – ikki minst kanningar­ og granskingararbeiðið – úr hondum. Tað er ilt at fáa eyga á, hvør annar hevði verið førur fyri at skriva Nólsoyar Søgu. Seinna bind er kanska mest áhugavert fyri nólsoyingar, fyrr­ verandi og núverandi, og kann eisini nýtast sum íblástur, ynskir onkur at kanna síni ættarbond nærri. Onkur hissini smáfeilur er í bókini, treyðugt so, men bókin er ein søguskattur – ikki bara fyri nólsoyingar. Egon Hansen, Nólsoy – søgubrot og fólk 1 og 2, Egið forlag, 2009 Ein søguskattur úr Nólsoy Bókaverkið »Nólsoyarsøga« hjá Egon Hansen er eitt vælaverk og ein søguskattur – ikki bara fyri nólsoyingar Mynd: Jens Kristian Vang