mánadagur 21. desember 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 244 - 21. desember 2009
Teirra kjak um bøkur og
mentan stimbrar til at
hyggja nærri at føroyskari
bókmentaviðgerð og um
mælaramentan, held ur dr.
art, AnneKari Skarð hamar,
sum fyrr í ár læt geva út
brævaskiftið hjá Chr.
Matras við William Heine
sen og Karsten Hoydal
Bókamentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað var ein hending av teimum
stóru í føroyskari bókamentan, tá
forlagið Fróðskapur í summar gav
út bókina Christian Matras’ brev
veksling med William Heine sen og
Karsten Hoydal, sum dr. art.,
Anne-Kari Skarð hamar hev ur rit-
stjórnað. Í um mæli í Dimma lætt-
ing aftraði rithøvund urin Jóanes
Nielsen seg ikki við at nevna út -
gáv una »eitt framúr gott íkast til
eina føroyska ment anar søgu«.
Samstundis fekk bókin hann at
undra seg yvir, hví føroy ingar ikki
eru ídnari, tá tað ræður um at
geva út slík eldri bræva skifti mill-
um týðandi føroysk mentanarfólk.
Kjak um ummæli
Tað kann so hava sínar orsøkir,
men sjálv vónar ritstjórin netupp,
at bókin kann geva íblástur til
aðrar útgávur av føroyskum rit-
høvundabrøvum. Til dømis er
kjakið millum hesar høvundarnar
ein avbóðing til at hygga nærri at
føroyskari bókmentaviðgerð og
ummælaramentan, heldur hon.
– Eg helt tað vera sera áhuga-
vert at fylgja kjakinum millum
Heinesen og Matras um kriteriu
fyri bókmentakritikki í Føroyum.
Í einum av brøvunum hevur
Willi am Heinesen eina langa
hug leiðing um sambandið mill-
um ólærd og list. William heldur,
at bæði bókmentir, tónleikur og
myndlist hava brúk fyri einum
undirskógi av amatørum sum
gróðarbotni fyri veruligari list,
sigur Anne-Kari Skarðhamar.
Hetta sæst millum annað í
einum brævi frá 22. apríl í 1936,
har William Heinesen skrivar:
»Uden Musikdillettanter simpelt
hen intet musikkliv, kun en Stab
Fagmænd paa den ene Side og
en uvidende og musikalsk hjerte
løs Hob paa den anden.(…) Paa
lignende Maade m.H.t.
Malerkunst og Litteratur ().
Uttan tó at verja listarligt
krotu smíð, heldur William
Heine sen eisini, at bókaummæli
eiga at vera pedagogisk og varis
lig, með an Christian Matras vil
hava litte raturkritikk á europe
iskum støði.
Breiðan lesaraskara
Í heila tikið heldur ritstjórin, at
bókin vendir sær til ein sera
breiðan lesraraskara og í øllum
førum til øll, sum hava áhuga
fyri føroyskum bókmentum.
– Millum annað vísa brøvini,
hvussu ótrúliga stóra vitan, Willi-
am Heinesen hevði um mentan,
og brøvini koma ofta sera víða
um í hugleiðingun um norður-
lendskar bókmentir og europei-
ska leik- og filmslist. Hartil eru
nógv av hansara brøvum smáar
skaldsligar perlur í sær sjálvum,
sigur Anne-Kari Skarðhamar.
Hon leggur afturat, at partar av
hesum brævasamrøðum eisini
geva beinleiðis innlit í tað
arbeiðið, sum teir tríggir løgdu í
at geva út skaldskap hjá øðrum,
ritstjórna tíðarrit og teirra mein-
ingar um mentan, politikk og
føroyskar bókmentir samanborið
við aðrar norðurlendskar og
europeiskar bókmentir.
Eisini er tað áhugavert at
síggja, hvussu erligir teir eru í
metingini av yrkingum og tekst-
um hjá hvørjum øðrum, har teir
ofta ikki leggja fingarnar ímill-
um.
Ósensurerað
Teir tríggir rithøvundavinirnir
kundu eisini vera rættiliga
besøgn ir í aðrar mátar. Í onkrum
av brøvunum skriva teir milt sagt
ikki serliga vinarliga um onnur
navngivin fólk, og hetta hevur
argað onkran lesara.
Spurd, hví hon valdi at taka
hesi brøvini við, sigur Anne-Kari
Skarðhamar, at frá byrjan í
arbeið num við bókini, gjørdu tey,
sum eiga rættindini til brøvini,
greitt, at her skuldi onki sensu-
rerast ella klippast burtur. Hesum
var hon samd í, eisini tí vanlig
mannagongd aðrastaðni er, at
slík brævaskifti verða givin út
uttan at kutað verður í teimum.
– Um vit høvdu valt at
sensurera brøvini, hevði tað
eisini beinanvegin ført til spurn-
ingin um, hvar vit skuldu byrja
og enda. Hvørjar treytir skuldu tá
setast fyri, hvat skuldi sleppa við
ella ikki, og hvør skuldi sett tær
treytirnar? Onkur ivamál stungu
seg upp á vegnum, men eftir at
hava mett og kjakast um tey,
valdu vit at halda fast í prinsipp-
inum um at prenta alt, sigur
ritstjórin.
Hon er greið yvir, at brøvini
innihalda nøkur brot, sum eru
lítið smikrandi fyri tey, sum
verða umrødd, men her ræður um
at duga at síggja mentanarliga
týdningin og virði í teimum.
– Endamálið við útgávuni er
ikki at eggja øsingarhugin og
gølutrongdina hjá einstøkum
lesarum. Sjálvt um føroyska
samfelagið er lítið, og fólk hava
gott minni, so meini eg, at
brævaútgávur í Føroyum skulu
fylgja somu reglum, sum galda
aðrastaðni.
Avgerðin um at endurgeva
brøvini í síni heild og sum tey
vórðu skrivað, er eisini orsøkin
til mongu stavivillurnar, sum
onkur hevur undrast yvir.
– Eg havi við vilja varðveitt
stavivillurnar, tí uttan tær eru
brøvini ikki ektað og høvdu ikki
givið eina sanna mynd av teim-
um, sum skrivaðu tey og teirra
umstøðum. Vit skulu minnast til,
at ein part av hesum tíðarskeið-
num høvdu teir tríggir lítla og
onga frálæru fingið í føroyskum,
greiðir ritstjórin frá.
Ikki fyri at sneyta
Hóast nógv av brøvunum eru
sera persónlig, hevur Anne-Kari
Skarðhamar ikki kent seg sum
ein sneytara, meðan hon hevur
arbeitt við teimum.
– Bæði William Heinesen,
Christian Matras og Karsten
Hoydal vóru fullgreiðir yvir, at
teirra brøv kundu fáa áhuga fyri
eftirtíðina, og tað er ongin ivi
um, at tað var tí í huga, at teir
goymdu tey. Ein stóran part av
brøvunum hava teir eisini sjálvir
latið søvnum í varðveitslu,
minnir ritstjórin á.
Tá so eisini eftirkomararnir hjá
høvundunum, Árni Matras,
Zacha rias Heinesen og Gunnar
Hoydal eggjaðu henni til at geva
brøvini út og góvu síni skriftligu
loyvi, byrjaði hugskotið til
bókina av álvara at fáa skap.
– Fyri meg byrjaði hetta við, at
eg fekk innlit í nøkur brøv hjá
Christiani Matras í sambandi við
eina ritgerð, eg skrivaði. Seinni
sá eg svarbrøvini hjá William og
Karsten, og spakuliga byrjaði
hetta brævaskiftið at gerast ein
heild, sum eg helt kundi verið
áhugaverd hjá øðrum at fáa innlit
í, sigur AnneKari Skarðhamar.
Fyri at gera brøvini lættari
atkomilig hjá øðrum, fór hon
undir at skriva frágreiðandi
viðmerkingar til persónar og
hendingar, sum brøvini sipa til.
Sjálv metti hon heldur ikki, at
brøvini, sum mangla, skuldu
verða ein forðing fyri, at restin
kom út.
– Brøvini, sum mangla, eru í
privatari varðveitslu og eru av
slíkum slag, at eg trúgvi ikki, tey
hava stórvegis almennan áhuga,
sigur hon.
Tí høvdu tey heldur ikki lagt
nakað afturat tí, sum var eitt av
fremstu endamálunum við út
gávuni – nevniliga at geva eitt
søguligt innlit í eitt tanka vekj
andi mentanarkjak, sum varpar
eitt øðrvísi ljós á føroyskar
bókmentir í europeiskum høpi.
Anne-Kari Skarðhamar, red.,
Christian Matras’ brevveksling med
William Heine sen og Karsten
Hoydal, Fróðskapur, 2009
Ídnir bókakjakarar
bjóða okkum av
– Eg eri greið yvir, at brøvini onkuntíð eru lítið smikrandi fyri tey fólkini, sum verða umrødd, men her
ræður fyrst og fremst um at duga at síggja mentanarliga virði í brøvunum, sigur, dr. art., Anne-Kari
Skarðhamar, ritstjóri
Mynd: Jens Kristian Vang