mánadagur 21. desember 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 21. desember 2009
27
Søgan um Jason Bourne var tann, sum
av álvara staðfesti støðuna hjá Robert
Ludlum sum ein av heimsins fremstu
krimi-høvundum
Bókmentir
Jákup Mørk
Við fleiri enn 290 milliónum seld um eintøkum av
skaldsøgum sínum telist Robert Ludlum millum
best seljandi krimi høvundarnar yvirhøvur.
Fyrstu árini var tað tó ikki hetta, sum lá í
kortunum hjá einum produktivum høvunda, sum tó
ikki var meira kendur enn so, at hann eisini nýtti
tvey dulnevni – nevnliga Jonathan Rhyder og
Michael Shephard. Men tá hann í 1980 sendi út
bókina um navnleysa mannin, sum seinni vísti seg
at vera Jason Bourne, kom gjøgnumbrotið. Ein
filmatisering við Richard Chamberlain kom seinni
á marknaðin, og fyri ikki so langari tíð síðani varð
øll trilogiin um Bourne enn einaferð umskrivað til
hvíta løriftið. Hesa ferð við Matt Damon í
høvuðsleiklutinum.
Við Bourne og ikki minst the Matarese Circle,
sum varð útgivin árið fyri, skapti Ludlum sær
samstundis sínar báðar best umtóktu sjangrur. Í
øðrum førinum um super-agentin, sum er skaptur
av Consular Operations - eini loynideild í CIA - og
í hinum førinum um ein heim, har globalar
fyritøkur, loyniligar hermegir og skipaðar stjórnir
arbeiða fyri at stýra ella undirgrava demokratiið.
Og í nøkrum førum sum samantvinnan av báðum
tveimum.
Avgjørda styrkin í hesum var eitt framúr væl
grundað research í tekniskum, landafrøðiligum,
biologiskum og etniskum viðurskiftum, tó at
kritikarar hansara ofta føra fram ein avmarkaðan
kunnleika til vápn.
Tá Ludlum er bestur – og tað er ikki so sjáldan –
er óhugnaliga fiktión hansara púrasta ítøkilig. Letur
lesaran sita eftir við eini óhugnaligari kenslu av, at
heimurin kanska ikki er so, sum vit halda hann
vera. Við einum skelkandi ótta um, at vit kanska øll
– eisini stjórnarleiðarar - bara eru lítlir brikkar í
stóra talvinum, sum letur útvaldar einstaklingar
stýra allari søgugongdini. Tó við the Road to
Gandolfo (Med paven som pant á donskum) sum
einum skríggjandi stuttligum undantaki.
Ludlum andaðist á grækarismessu í 2001, 73 ára
gamal, men enn koma bøkur út við hansara navni. Í
hesum hevur Eric Van Lustbader størsta leiklutin.
Tað var nevnliga hann, sum eftirkomararnir hjá
Ludlum heittu á at skriva tvær bøkur, sum vóru í
gerð, lidnar, eins og hann nú er í fullari ferð við at
gera Jason Bourne til ein amerikanskan pendant til
James Bond. Enska super-agentin hjá Ian
Flemming.
Skaldsøgur
The Scarlatti Inheritance (1971)
The Osterman Weekend (1972)
The Matlock Paper (1973)
Trevayne (1973)
The Cry of the Halidon (1974)
The Rhineman Exchange (1974)
The Road to Gandolfo (1975)
The Gemini Contenders (1976)
The Chancellor Manuscript (1977)
The Holcroft Covenant (1978)
The Matarese Circle (1979)
The Bourne Identity (1980)
The Parsifal Mosaic (1982)
The Aquitaine Progression (1984)
The Bourne Supremacy (1986)
The Icarus Agenda (1988)
The Bourne Ultimatum (1990)
The Road to Ohama (1992)
The Scorpio Illusion (1993)
The Apocalypse Watch (1995)
The Matarese Countdown (1997)
The Prometheus Deception (2000)
The Sigma Protocol (2001)
The Janson Directive *) (2002)
The Tristan Betrayl *) (2003)
*) Skrivaðar lidnar av Eric Van Lustbader. The
Sigma Protocol var seinasta skaldsøgan, sum
Ludlum sjálvur skrivaði úr enda í annan, men bókin
varð útgivin eftir deyða høvundans.
Skrivað saman við øðrum/Skrivað liðugt av øðrum
The Hades Factor/Gayle Lynds (2000)
The Cassandra Compact/Phillip Shelby (2001)
The Paris Option/Gayle Lynds (2002)
The Altman Code/Gayle Lynds (2003
The Lazarus Vendetta/Patrick Larkin (2004)
The Moscow Vector/Patrick Larkin (2005)
The Arctic Event/James H. Cobb (2007)
The Infinity Affair/James H. Cobb (kemur í 2010)
Framhald av Ludlum, skrivað av Eric Van
Lustbader
The Bourne Legacy (2004)
The Bourne Betrayal (2007)
The Bourne Sanction (2008)
The Bourne Deception (2009)
The Bourne Objective (kemur í 2010)
Tann navnleysi skapti navnið
The Bourne Legacy
(Arven)
Hóast hann aftur er vendur heim til lívið sum
søgulærari, verður Webb enn einaferð drigin í
skitna globala spælið. Hesa ferð verður hann
fangaður í netinum hjá Stepan Spalko, sum
hevur sett eina ræðuliga terror-atsókn ígongd.
Samstundis vil Spalko tó hevna seg, og tað ger
hann við at senda Khan eftir Webb. Ein
leigudrápsmaður, sum vaks upp í skógini í
Cambodia, eftir at mamma og systir hansara
vórðu myrdar, og pápin síðani rýmdi undan síni ábyrgd. Men Khan
hevur eisini onnur motiv fyri at gera seg inn á Bourne. Motivir, sum
skulu finnast í tilveruni, sum Webb hevði, áðrenn hann gjørdist
Delta One.
bókstav aftur í alfabetinum.
Gjørdist til Cain við C sum í
Carlos, og gjøgnum fleiri ár varð
Bourne – alias Cain - tilvitað
settur í samband við morð á
navnframar persónar. Endamálið
var at bjóða Carlos av og hótta
hansara støðu sum fremsti
leigudrápsmaðurin og harvið
eisini raka hansara ego.
Ætlanin miseydnaðist, tá Cain
verður skotin umborð á einum
skipi í Miðjarahavinum. Uttan vit
verður CIA-skapti leigudráps-
maðurin skolaður upp á land í
eini portugisiskari oyggj, og ein
drukkin bretskur lækni bjargar
lívi hansara.
Minnið er tó burtur, og Bourne
stríðist fyri finna samleika sín. Á
vegnum finnir hann sína Mariu,
umframt at hann eisini finnur
aftur til Alex Conklin – eftir at
teir báðir hava roynt at myrt
hvønnannan.
The Bourne Identity skapti eina
legendu innan krimi-heimin.
Bókin gjørdist enntá nummar
tvey, tá Publishers Weekly skuldi
kjósa bestu “Spy-novel” nakran-
tíð.
The Betrayal - Svikið
Bourne hevur tó ferðast víða
síðani tá. Undir følskum fortreyt-
um varð hann lokkaður til Hong
Kong, tá amerikanska stjórnin
ikki sá sær aðrar útvegir. Hann
hevur gjørt enda á Carlos, tá
ego’ið hjá hesum ikki longur
toldi, at spurnartekin vórðu sett
við, hvør var tann størsti. Og
hann fann aftur til son sín,
Joshua, sum hóast alt ikki var
deyður, tá vietnamesiski jagara-
piloturin á sinni fleyg yvir
Phnom Penh.
Á vegnum misti hann Alex
Conklin og Mo Panov – sálar-
frøð ingin, sum hevur hjálpt hon-
um so nógv í dystinum móti
minnis missi.
Nú er Maria eisini deyð, og tað
er um at koyra Webb av sálarligu
eggini. Martin Lindros er nú
einasti vinur hansara, og tá hann
verður burturfluttur av arabiskum
yvirgangsmonnum, fer Bourne
sjálvandi avstað í eini seinastu
bjargingarroynd. Royndin
eydnast, men samstundis stendur
greitt, at heimurin nú stendur fyri
eini yvirgangsatsókn, har ameri-
kanskir býir eru mál fyri kjarn-
orkuvápnum.
Onkursvegna hongur hendan tó
saman við svikaliga minninum
hjá Bourne. Hendingar, sum
hann framvegis ikki minnist,
stýra nógvum av tí, sum fer fram.
Og onkursvegna vita yvirgangs-
menninar alla tíðina, hvat Bourne
hevur í hyggju at gera.
Yngdur Bourne
Jú. Við Eric Van Lustbader hevur
Jason Bourne av sonnum fingið
eitt nýtt lív. Aldur er ikki longur
nakað, sum tosað verður um, og
vit lesa ikki longur um ein
Bourne, sum gremur seg um
aldurin, gráu hárini og slitnu
limirnar. Bourne er nú bara ein
agentur, hvørs avrik støðugt eru í
toppi.
Kronologiskt leypir ketan eitt
sindur av, tá ein partur av hend-
ingini fer fram undan minnis-
missi hansara. Og tí skuldu bæði
Bourne og Sooraya Moore, sum
er makkari hansara í bókini,
verið farin um tey seksti, men í
aðrar mátar einki, sum bendir á
ein agent, sum er farin at nærkast
pensiónsaldrinum.
Action-parturin hjá Lustbader
er fult á hædd við tann hjá
Ludlum, og í sjálvum sær ger
hetta bókina til agent-lesna í
hægsta potensi. Hartil krevur
bókin á ongan hátt, at lesarin
hevur verið ígjøgnum hinar fýra
Bourne-bøkurnar. Nakað, ið mest
sum var ein for treyt, skuldi
lesarin veruliga fáa alla
søgugongdina við í teimum.
Hinvegin er plottið ikki heilt so
nær óhugnaligu samansvørj ing-
unum, sum Ludlum meistraði
betur enn nakar. Og í so máta er
Betrayal heldur ikki heilt á sama
støði, sum Legacy. Er tað saman-
svørjingar og ein ófrættakend
heimsfatan, sum lesarin vil hava,
er helst meira endamál í at lesa
tær báðar bøkurnar um
mataresararnar umaftur.
Bourne-fjepparar kunnu tó
frøast um, at í Lustbader hevur
Ludlum fingið ein produktivan
arvtakara. Bourne Sanction og
Deception eru longu sendar á
marknaðin - tó at tær enn ikki
eru umsettar til danskt - og longu
komandi ár kunnu vit rokna við
fimtu bókini frá Lustbader um
Bourne. Agentin, sum fær James
Bond at líkjast einum dukkufreti.
∆
Robert Ludlum