Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 244 - 21. desember 2009 Bourne-bøkurnar Jason Bourne er um nakað enn meira fantastiskur enn James Bond. Harðari, kaldari, dugnaligari og ikki minst munandi meira spennandi Bókmentir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jason Bourne, sum í veruleik an­ um er David Webb, var uppruna­ liga ein amerikanskur offiserur í Fjareysturi. Hann virkaði sum serfrøðingur hjá amerikanska herinum í Phnom Penh, høvuðs­ staðnum í Cambodia, og saman við Dao og børnunum, Joshua og Alyssa hevði hann bygt sína tilveru. Alt broyttist tó, tá ein viet­ namesiskur pilotur skeyt Dao og børnini. Webb gjørdist frá sær sjálvum, og skjótt var hann Delta One, limur í Medusa, sum var loyniliga herdeildini hjá USA. Ein herdeild, sum uttan fyrilit snigmyrdi, rændi og saboteraði fyri amerikonsk áhugamál handan fíggindans verjugarðar. Tann veruligi Jason Charles Bourne var eisini partur av Medusa, men tá hann tann 25. mars í 1968 varð avdúkaður sum dupultagentur, meðan hann uppgav støðuna hjá herdeildini til fíggindan, varð hann skotin á staðnum av Delta One – alias David Webb. Tað var CIA­ovastin, Alex Conklin, sum skapti Delta One úr sálarligu restunum av David Webb, og tað var eisini hann, sum síðani brúkti Delta One til at jagstra Ilich Ramírez Sánchez. Heimsins vandamesta leigu­ dráps mann, ið eisini var kendur sum Sjakalurin. Samleikin hjá Jason Bourne varð endurskaptur. Delta leyp ein The Bourne Betrayal er fimta bókin í røðini um Jason Bourne, sum er umsett til danskt. Hinar fýra eru hesar The Bourne Identity (Manden uden navn) Her byrjar søgan um Bourne. Ein ókendur maður verður skolaður upp á land í Port Noir. Hann er meira deyður enn livandi, men ein drukkin bretskur lækni bjargar tó lívi hansara. Maðurin hevur púrasta mist minnið, men hann dugir at berjast, og hann tosar fleiri orientalsk mál flótandi. Hartil hevur hann nummarlykilin til eitt sveitsiskt kontonummar innopereraðan undir húðini. Spakuliga fer maðurin at finna fram til, hvør hann í veruleikanum er. The Bourne Supremacy (Bourne duellen) Upprunaligi Jason Bourne hevur langt síðani tikið seg aftur, men í Macao er ein nýggjur leigudrápsmaður farin at gera um seg. Hann kallar seg Jason Bourne, og teknikkirnir, sum hann nýtir, eru teir somu, sum hjá upprunamanninum. Einasti maðurin, sum kann steðga honum, er sjálvandi veruligi Jason Bourne, men tað krevur ikki serliga penar snildir at fáa hann í tænastu aftur. The Bourne Ultimatum (Bourne komplottet) David Webb hevur í fleiri ár undirvíst í orientalskari søgu á lærdum háskúla. Loynidómurin um Jason Bourne er nakað, sum bert tey nærmastu vita um, men onkur leki hevur verið í CIA. Carlos hevur funnið útav, hvør fjalir seg handan Jason Bourne, og nú vil Carlos eina ferð med alla staðfesta, hvør er tann størsti. Og so er seinasti dysturin millum tær báðar gomlu kempurnar farin ígongd. Tá Bond líkist einum dukkufreti Við Matt Damon í høvuðsleiklutinum fekk Jason Bourne eina endurreisn á hvíta løriftinum. Ludlum, sum upprunaliga skapti Bourne, er deyður, men Eric Van Lustbader ber arvin víðari til action-tysta lesaran