mánadagur 21. desember 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 244 - 21. desember 2009
Hannis Martinson er
hesaferð fangaður í eini
ræðusøgu um okkum
sjálvi, saman við einum
høvunda, sum er á eini
størri missión enn bara at
skriva eina krimi
Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tú kanst illa skjóta nýggju
krimi søguni Norðlýsi hjá Jógvani
Isaksen í skógvarnar, at her er
enn ein føroysk skaldsøga, sum
ikki torir at taka støði í føroysku
nútíðini. Bókin kom út sama dag,
sum søgan byrjar, og fáar síður
inni í søguni staðfestir høvuðs
persónurin Hannis Martinson, at
tað eru 10 dagar til stóru veður
lagsráð stevnuna í Keypmanna
havn.
Aftur í veruleikanum kveitti eg
yvir á ein álmanakka og kon sta
teraði, at júst sum eg sat og las
brotið, vóru tað átta dagar til
stóru verðurlagsráðstevnuna.
Næst an ónniligt bleiv tað, tá tað
gekk upp fyri mær, at Hannis
Martinson sat í sama húsi sum eg
– í Miðlahúsinum í Vágsbotni –,
meðan hann kjakast við blað
stjór an um veðurlagsráðstevnuna.
Satt at siga byrjaði eg so smátt at
eygleiða, um blaðstjórin,
redaktørurin og starvsfólki á
Blaðnum hjá Miðlahúsinum í
bókini eisini vóru at kenna aftur.
S
tóru tíðindini á Blaðnum
hendan dagin í bókini eru tó
alt annað enn gerandiskostur.
Lesbiski kvinnuligi løgmaðurin,
ella »løgmammman«, sum hon
verður nevnd, er skotin, júst sum
hon skuldi tendra jólatræið á
Vaglinum, og alt landið er í
djúpum skelki.
Í leiklutinum sum bæði jour
nal istur á Blaðnum og sum
detektivur fer Hannis Martinson i
holt við at uppklára málið. Søgan
er hendingarík, má sigast, tí sum
frá líður liggur meginparturin av
landsstýrinum eftirá, samstundis
sum fleiri av teimum vísa eg at
vera samkynd ella til bæði
kynini. Leingi er illgruni um, at
morðið á løgmann er politiskt
grundað og hongur saman við
illviljanum móti teimum sam
kyndu og 266b, sum løgmamman
var heit talskvinna fyri. Skjótt
verða eisini reiligiøs fanatisma,
politisk maktgirnd og javnstøðu
mál flættað inn í myndina, og
sum frá líður eru illgrunasamir
trægrir spunnir út í flestu heraðs
horn í føroyska samfelagnum.
Hetta gevur samstundis høv
und anum ríkar møguleikar at
vísa seg tá hann er best við
súrligu viðmerkingum hjá
Hannis Martinson til alt frá
føroyskum politikki, har ongin
tímir at fáast við mentamál, til
herligar eygleiðingar av føroy
ingum, sum draga sjálvljóðini í
»Fagra blóma« so langt út, at
sangurin mest sum ongan enda
fær. Eisini fær lættkeyptur før
oyskur journalistikkur og eitt
humør gelt umhvørvi á Setrinum
ikki so fá prik á vegnum.
H
óast sjálv krimisøgan er
nakað tunn, samanborið við
onkrar av hinum bókunum í
røðini, er týðiligt, at høv und urin
hesuferð hevur stramm að
bygnaðin í bókini upp. Burtur
eru longu, frágreiðandi brotini av
søguligari bakgrund, sum ofta
hava gjørt undanfarnu krimi
bøkurnar hjá Jógvani Isaksen í so
langdrignar. Einasta dømi av
hesum slagi í Norðlýsi vísir á
ábendingar um homoseksualitet í
gomlu føroysku kvæðunum, og
er hetta brotið samstundis sera
áhugavert.
Málsliga flýtur søgan væl, og
tess meir undranarverd eru frá
vikini. Til dømis havi eg ilt við at
ímynda mær, at nakar tosar
soleiðis í veruleikanum, sum tá
einkjumaðurin eftir løgmamm
una suffar: » Elin er deyð ...
Sam stundis noktar skilið at taka
við tí, sum tað sjálvt sannkennir.
Eg eri fullkomiliga í villareiði«
Bygnaðarliga er uttan iva
neyð ugt at tríva í aftur ymiskt í
eini krimisøgu, so lesarin ikki
missir tráðin. Hesuferð haldi eg
tó høvundurin ger í so nógv av, tí
tá Hannis Martinson fyri bæði
triðju og fjórðu ferð fortelur enn
einum persóni um sín nýggja
illgruna, hava vit líkasum fatað
tað.
H
annis Martinson fjepparar
hava uttan iva glett seg til
ella stúrt fyri, hvat fór at henda
við garvaða detektivinum, sum
higartil ikki kundi funnið uppá at
lagt av at drekka og roykja og
líka leggur í, hvat onnur, serliga
konufólk, halda um hansara
lívsstíl. Ikki minst eftir at høv
undurin í fjør hótti við at lata
unnustuna Durutu spæla ein
størri leiklut, so Hannis Martin
son bleiv meir sannførandi sum
modernaður maður.
Møguliga skulu lesarar haldast
í spenninginum eina løtu afturat,
tí Duruta er næstan ikki til staðar
í Norðlýsi. Afturfyri eru hinar
kvinnulýsingarnar vorðnar mun
andi meir fjøltáttaðar og ikki sørt
javnstøðusinnaðar.
Skrappi detektivurin roynir
sum frægast at sigla millum
kvinnuskerini, men í løtum tykist
hann geva skarvin yvir. Mitt í
øllum viðgongur hann, at hann
kundi hugsa sær »fastari ramm
ur« við Durutu, og móti endan
um á søguni veksur hann mín
sann fleiri sentimetrar, tá hann til
ein jólasjónleik hjá dóttrini
kennir seg sum ein av »teimum
røttu modernaðu pápunum, sum
tóku sær líka nógv av børnunum,
sum mammurnar« Hóast hann
ikki ljóðar heilt sannførandi, er
okkurt, sum bendir á, at høv
undurin nú vil hava meir
psykologiskt kjøt á Hannis
Martinson.
T
ematiskt liggur styrkin í
bókini tó í nuanseraðu við
gerðini av hugburðinum til tey
samkyndu í Føroyum og serliga
lýsingini av, hvussu tey hvør sær
royna at yvirliva. Hetta gevur
hinvegin sjálvari spennings
søguni eina slagsíðu, sum ger, at
bókin hevur lyndi til at koppa út
úr krimisjangruni og við íspunn
að morðinum inn í okkurt slag av
søguligari fiktión, har neyva
tíðarfestingin og dokumentariski
karmurin freista okkum at spyrja
»Hvat nú um ...?« Hvat nú, um
vit høvdu ein lesbiskan løgmann
í 2009 og eitt hevndarsjúkt,
homo fobiskt og religiøst forstýr
að menniskja fekk eina byrsu í
hondina ...
Hóast Norðlýsi ikki beinleiðis
kann bólkast sum søgulig fiktión,
ger høvundurin sær dælt av
nøkrum at fremstu snildunum í
sjangruni at fanga ein tíðaranda
og nakrar sosialar treytir, sum
verða tambað til tað ítarsta í eini
roynd at vísa okkum okkum
sjálvi, tá ringast vil við.
Jógvan Isaksen, Norðlýsi,
Mentunargrunnur Studentafelagsins
2009
Ræðusøga um okkum sjálvi
Nýggja krimisøgan hjá Jógvani Isaksen sendir illgrunasamar trægrir út í flestu krókar í føroyska nútíðar
samfelagnum