mánadagur 21. desember 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 244 - 21. desember 2009
Klaksvíkar søga 2 minnir
eldri ættarlið á, at tað
sum var sjálvupplivað og
almannavitan um okkara
yngstu fortíð, er sum eitt
fremmant land hjá teimum
ungu ættarliðunum
Ummæli
Elin Súsanna Jacobsen
K
laksvíkar býráð valdi at
markera 100 ára dagin hjá
kommununi við at lata skriva
Klaksvíkar søgu og fíggja hetta
stóra bókaverk í trimum bindum.
Í fjør kom fyrsta bindið, um
tíðina frá 1000 til 1856, og nú
liggur annað bind á borðinum,
sum fevnir um tíðarskeiðið frá
1856 til 1940. Tað er innan fyri
hesi umleið 80 árini, at fimm
spjaddir býlingar inni í Bø ella
norðuri í Vági við 200 íbúgvum
vuksu til at vera størsta
fiskivinnupláss í landinum við
yvir 2000 íbúgvum í 1940.
Tað skal býráðið hava rós fyri,
og eisini fyri at hava valt ein
fakmann, ein søgufrøðing, at
skriva søguna. Vit kunnu øll vera
samd um, at hann hevur arbeitt
skjótt og væl. Fyrra bindið var
uppá 368 síður, og hetta yvir 500
síður.
E
inastaðni skrivar Hans Adrias
Sølvará, at fólkið á hesum
stað, sum vaks so brádliga við
tilflytarum úr øllum ættum, er
eitt heimkært fólkaslag, men sum
eisini til tíðir hevur verið merkt
av rótloysi. Klaksvíkingar skuldu
finna sín egna samleika í tí stóru
broytingartíð í fyrru helvt av 20.
øld.
Og tá ein skal finna ella skapa
sín samleika, er søgan ein
týðandi byggisteinur. Í gomlum
døgum við at siga frá hendingum
og brøgdum, sorgarleikum og
framburðstiltøkum. Og ikki
minst: ættarsøgu. At fortelja um
fortíð og forfedrar var ein máti at
styrkja samleikan – ættarkenslu
og bygdasøgu. Nógvar skrivaðar
bygdasøgur eru skipaðar eftir
nøkulunda sama leisti, og gera
meira burturúr at lýsa tað farna
búnaðarsamfelagið.
Viðvíkjandi lokalsøgu hava
klaksvíkingar ikki verið heilt á
berum. Í 1942 kom ein lítil bók,
“Klaksvíkar bygd í søgu” eftir
Robert Joensen, sum viðgjørdi
tíðina fram til ár 1900. Og í
1970-unum og 1980-unum kom
bókaverkið “Tey byggja land”
eftir Símun Hansen. Tað vóru
kærkomnar og nógv lisnar bøkur.
Ikki bara lisnar einaferð, men
verið brúktar sum hondbøkur hjá
teimum, sum vildu lesa um fólk
og ættarbond og tíðarfesta
hendingar í Norðoya søgu.
T
að er ein stór avbjóðing at
skriva nýggjari søgu, serliga
um alla 20. øld. Samanborið við
gamla búnaðarsamfelagið er tað
eitt nógv fjølbroyttari samfelag.
Eitt er at siga, at Føroyar tá
gjørdust fiskivinnutjóð. Men tað
var so nógv annað, sum tíðin
kravdi at byggja upp fyri at
vinnu lív og fólk skuldu kunna
trívast og mennast til eitt
modern að samfelag. Tað var
neyðugt at menna alt tað, sum vit
undir einum nevna undirstøðu-
kervi. Ein politisk stýring –
kommunal umsiting og í størri
høpi løgting – skuldi byggjast
upp eftir fyrisitingarligum og
fólkaræðisligum meginreglum.
Og einki stóð í stað. Fortreytir
fyri vinnulívi og handli skiftu og
ávirkaðust av viðurskiftum bæði
í Føroyum og úti í heimi. Nýggj
hugarák koma alla tíðina, broyt-
ingar á øllum samfelagsøkjum
koma støðugt, fevna breitt og
hava nýggjar avbjóðingar við
sær.
Tá ið vit blaða í hesi bókini,
eru nógv fólk enn á lívi, sum
minnast nógv av tí, sum her er
greitt frá; onnur hava hoyrt um,
hvussu tað var. Eldri ættarlið
verða í heilum mint á, at tað sum
var sjálvupplivað og almanna-
vitan um okkara yngstu fortíð, er
sum eitt fremmant land hjá
teimum ungu ættarliðunum. Tí er
neyðugt at skriva søgu, at royna
at skapa eina heildarmynd av
søgugongdini burtur úr øllum
teimum smáu bitunum av vitan
um fortíðina, sum eru at finna
spjaddir í bókum, bløðum,
myndum og skjølum – ella sum
bert liva eitt stokkut lív í
munnbornum søgum.
F
yri at koma aftur til Klaks-
víkar søgu, so var útróður og
annar fiskiskapur grundarlagið
undir menningini, og, sum rími-
ligt er, fyllir alt tað, sum hevur
við sjóvinnuna at gera, stóran
part av bókini. Líka frá fyrstu
fríhandilstíðini í 19. øld og
teimum fyrstu fiskiroynd unum
við nýggjum fiskiførum og
-reiðskapi, til tað sum ofta verður
nevnt slupptíðin, tá ið føroyingar
otaðu seg vestur til Íslands og
Grønlands at fiska, uttan at
útróðurin harfyri misti sín stóra
týdning. Áhugavert er at verða
mint á, at sjálvt í teimum
neyðarsligu tríatiárunum vaks
fiskiflotin í Klaksvík, meðan tað
gekk hinvegin aðrastaðni í
landinum. - Her verður eisini
fortalt um skaðar og vanlukkkur,
sum hava brent seg fastar í
minninum.
Líka síðan 1830-ini, tá kgl.
Einahandilin stovnaði úthandil
her, hevur Klaksvík verið
handilsmiðdepil í Norðuroyggj-
um, og soleiðis varð grundarlag
tíðliga lagt undir handilsvinnu í
Klaksvík. Ein vinna, sum síðan
mentist í 20. øld, ikki minst við tí
fjøltáttaðu fyritøkuni hjá Kjøl-
bro. Vit fáa eina breiða og
grundiga lýsing av handilsvirkj-
um og øðrum tættum í vinnulívi,
og ikki minst av útbyggingum á
øðrum økjum, sum skiftandi tíðir
kravdu fyri at liva upp til at vera
eitt lívført modernað samfelag,
har fólkið kundi trívast materielt
og mentanarliga. Neyðugt var at
útbyggja ferðasamband og annað
samskifti, orkuverk, vatnverk,
sjúkrahús og skúlar. Ein virkin
kommunal fyrisiting skuldi til at
skipa fyri og stýra hesum
útbyggingum, bæði fyri at skapa
karmar um vinnulívið, og syrgja
fyri borgaranna trygd og trivnað.
H
etta verður alt væl doku-
menterað, og stílurin er í
stóran mun frágreiðandi. Men í
hvørjum kapitli eru eisini met-
ingar og greiningar av struktu-
rell um fortreytum, fólkarørslum
og persónum, sum hava ávirkað
gongdina, og sum hava gjørt sítt
til, at Klaksvík í mangar mátar
hevur havt øðrvísi menningar-
tilgongd enn aðrar bygdir og
landspartar. Tað førdi til, at
Klaksvík eisini á sosiala og
mentanarliga økinum hevur havt
og enn hevur síni sereyðkenni.
Henda bók er altso eitt týðandi
íkast til Føroya søgu í 20. øld, og
er gott grundarlag til samanber-
ing við søguna hjá øðrum pørtum
av landinum.
Klaksvíkar søga verður ikki
lýst sum ein jøvn og harmonisk
søga um framburð. Tað verður
greitt frá spenningum og kapping
millum mótstríðandi endamál.
Stríðsmál og konfliktir hava
verið á arbeiðsmarknaði, millum
vinnulív og kommunalar
myndug leikar, millum (og innan-
fyri) trúarsamkomur, millum
siðbundna og modernaða
mentan. Hetta ikki fyri at
dramat i sera stríðsspurningar sum
sensatiónir, men fyri at geva eitt
meira fullfíggjað forstáilsi fyri,
hvussu og hví tað gekk, sum tað
gekk.
Eg má eisini nevna tær mongu
myndirnar í bókini, sum saman
við myndatekstunum eru góður
stuðul afturat sjálvum tekstinum.
Her eru nógvar vakrar loftmyndir
av Klaksvík, sum hon sær út í
dag, og harumframt hevur høv-
undurin leitað nógvar for vitnis-
ligar myndir fram í ymsum
søvnum.
A
t enda fari eg at ynskja
Klaksvíkar býráð og
høvund anum Hans Andrias
Sølvará hjartaliga til lukku við
bókini.
Við lesarar vil eg siga: tit
kunnu gleða tykkum til at lesa
bókina. Sum allar góðar
samfelags lýsingar ger hon lesar-
arnar meira upplýstar; men hon
elvir eisini til eftirtanka og reisir
nýggjar spurningar til tað, sum
verður sagt, og til tað, sum ikki
verður sagt her.
Hans Andrias Sølvará, Klaksvíkar
Søga 2, Sprotin, 2009
Klaksvíkar søga kveikir eftirtankar
Metingarnar hjá søgufrøðinginum Hans Andrias Sølvára av fortreytunum
í menningini av Klaksvíkini gera eisini »Klaksvíkar Søgu 2« til eitt týðandi
íkast til Føroya søgu í 20. øld Mynd: Dávur Winther
Mynd frá havnavígsluni í Klaksvík 1937, tá Jóannes Patursson rýmdi, tí onki føroyskt flagg var vundið á stong. Ì
skundi vóru føroysk fløgg fingin til vega og borin á odda út eftir kaiini