Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2009 23 Tarsus, sum arbeiddi sum bøðil fyri rómverska stýrið á Jesusar døgum, men fekk eina opinber­ ing á vegnum til Damaskus og gjørdist ein av apostlunum. – So her hava vit eina líknandi søgu – ein professionellur leigu­ drápsmaður sum verður halgi­ menni! So tú ert ikki samdur við teimum, sum halda bókina vera ómoralska? – Nei! Hon er totalt kristin. Hon er entá moralsk, sum para­ lellin við Paulus eisini peikar á. Natonala sjálvslygnin Opinberingin hevur tó heldur ilt við at seyra inn hjá Toxic, tí hann hevur meir enn nokk við at flýggja undan síni fortíð. Ís ­ lendska politinum nýtist honum tó at skunda sær undan, sjálvt um teir, eins og allir aðrir íslendingar eftir øllum at døma eru sann­ førdir um, at teir eru »heimsins bestu«. Í heila tikið undrar tað Toxic at síggja, hvussu stórir meistarar íslendingar eru í at lúgva fyri sær sjálvum. Tað undrar hinvegin ikki høvundan, sum heldur, at nationala sjálvs­ lygnin hevur sína heilt logisku forkláring. – Tað er lívsneyðugt fyri okkum at lúgva fyri okkum sjálvum. Annars høvdu vit ikki yvirlivað í hesum trupla landin­ um. Eg veit, at tað nokk ljóðar løgið fyri tykk um føroy ingar, tá eg sigi, at okk ara trupulleiki er, at vit eru ov lítil sum tjóð. Mín teori er, at tit eru nøgd við tykkara stødd. Íslendingar eru hinvegin IKKI NØGDIR við støddina á síni tjóð! Tí lata vit altíð, sum um vit eru størri, sigur Hallgrímur Helgason. Tá íslendingar lata eina mat­ stovu ella hárfríðkanarstovu upp í Reykjavík, so ímynda teir sær tí altíð, at teir búgva í London ella Keypmannahavn og at kjekkaðir kundar fara at tysja inn gjøgnum hurðina nátt og dag. Seinni finna teir so út av uppá tann haðra mátan, at teirra nýggja fusjón­ sushi­restaurant, á tremur við autentiskum antikklutum frá krígnum í Indokina var eitt sindur ov ambitiøs fyri ein bý á stødd við Stavanger. – Hesin fitti lítli trupulleikin við at lúgva fyri sær sjálvum bleiv ein rættiliga álvarsamur ein í fjør, tá okkara bankar í Dubai­ stødd skramblaðu niður yvir tjóðina, sum er í Malmø­stødd. Tá bar heldur ikki til at renna undan longur og sambært Hall­ grími Helga son liggur nú ein steindungi á stødd við ein leni­ stól á hvørj um einasta stovugólvi í Íslandi, rúkandi av sementdusti frá bankaspreing ingini »Kreppukistir« á fýra hjólum Hóast Toxic hvørki so ella so er guds besta barn, aftar hann seg ikki við at argast inn á íslend­ ingar, sum eftir hansara tykki eru nakrir forkelaðir snottungar. Og Hallgrimur Helgason er púra samdur við honum, tí hvat skal man halda um fólk, sum bara tóku enn eitt lán, tá tey vildu hava ein skínandi svartan Range Rover, men ikki høvdu nokk av pengum. – Tað er sum Toxic sigur í bókini – man skuldi trú, at tað búðu 300 milliarderar í Íslandi. Tað mest ræðandi er tó at sígga hesi fólkini koma út úr sínum Range Rovarum, tí tað sæst ikki á teimum. Tey eru bara ”vanlig fólk” – ikki kendir millionerar. Hasir bilarnir eru framvegis á vegunum, og teir eru tær veruligu »kreppukistirnar«. Men tíbetur hava íslendingar lært okkurt av kreppuni, heldur hann. Nú føla teir seg sekar, tí teir hava gloymt, entá svikið sína egnu fortíð. »Góða gamla Ís ­ land« hevur fingið eitt come­ back. – Fólk hava skift frá Armani klædningum til ullintar troyggjur, fylkjast um konsertir í kirkjum og samkomuhúsum við lokalum tónleikararum og lesa nýggjastu bøkurnar hjá íslendsk um rit­ høvundum, eisini bókina um Føroyar, Færeyskur dansur, eftir Huldar Breiðfjörð, og spyrja seg sjálvi: hvat gørdu vit skeivt? Tá føroyingar vístu seg at vera einasta tjóðin, sum treytaleyst vildi lána teimum pengar, gjørd­ ust íslendingar rættiliga skelk­ aðir. – Í villu árunum høvdu vit gloymt alt um tykkum, flugu bara framvið tykkum høgt uppi í luftini í okkara ótolnu privatu jetflogførum »Dansa tey enn har niðri?« So tá tit komu okkum til hjálpar, skammaðust vit. Nú hava vit latið okkara hjørtu upp fyri tykkum og ei undur í, at Jóanes Nielsen stjól myndina á Bók­ menta festivalinum í Reykjavík í september við sínum frálíku yrkingum, sigur Hallgrímur Helgason, sum vegna Ísland fegin vil nýta høvið at takka føroyska fólkinum. Hetta fær hann at minnast, at hann á eini vitjan í Føroyum fyri átta árum síðani ráddi føroy­ ingum til at loysa frá Danmark. Um føroyingar ikki tordu, bjóðaði Hallgrímur Helgason okkum at gerast íslendskt hjáland í eini 50 ár, bara so vit fingu eina maka lending. – Hatta var ein joke í 2001, men tíverri er Ísland at kalla ikki sjálvstøðugt longur. Vit eru bundin at Altjóða Gjaldoyra­ grunninum, einum skrivstovu­ bygningi, sum stendur í Wash­ ington DC og sær óndur út. Íslendskt í eini frystiboks Eisini íslendska málið fær nøkur prik í nýggju skaldsøguni hjá Hallgrími Helgason. Sum frá líður hevur Toxic mest sum gjørt sína egnu útgávu av íslendskum, har orð og nøvn fáa ameri kansk snið, so unnustan Gunhildur verður til Gunholder osfr. Eftirhondini gongst tó betur, og høvundurin sjálvur heldur eisini tekin vera um, at íslendskt nú er við at gerast vaksið og er byrjað at laga seg til 21. øld. – Tað er ikki so løgið, at okkara mál ikki broyttist í 1000 ár, tí tað var læst inni í eini frystiboks burturi frá øllum øðrum málum. Vit brúktu tað næstan ikki sjálvi! Nú í altjóðagerðini sleppur málið hinvegin ikki undan at broytast, heldur høvundurin, tí fyri fyrstu ferð síðani sagatíðina verður íslendskt ávirkað av nógvum ymsum málum, serliga enskum. Tað fær eisini íslend­ ingar at stúra fyri, at íslendskt verður dálkað av enskum. Og tað er rætt, viðgongur Hallgrímur Helgason, at íslendingar brúka fleiri útlendskar orðingar enn tey gjørdu fyrr. Og tað er eisini rætt, at flestu málverjarnir ikki eru millum teirra longur. – Teir vardu málið og royndu og megnaðu at finna nýggj orð, til dømis ‘tølva’ fyri computara og ‘sími’ fyri telefon. Vit funnu nýggj orð fyri alt, uttan ymiskt italskt sum pizza og cappuccino. Tað komst nokk mest av snobbaríi, sigur høvundurin. Hann ivast hinvegin ikki í at eftir­skrædlsaldan av góðari gamlari íslendskari tjóðskapar­ rørslu aftur fer at fáa íslendingar at síggja seg sjálvar sum vaktar­ hundar hjá móðurmálinum. Snævurtjóðalyndi Hóast nýggja skaldsøgan hjá Hallgrími Helgason ofta er óvanliga stuttlig, ásannar hann, at tað kann hava sín prís at finnast at sínum landsmonnum. Og uttan iva hongur tað saman við onkrum slagi av snævur­ tjóðalyndi, heldur hann – Flestu íslendsku ummælar­ arnir hataðu bókina, og sølan var als ikki, sum eg væntaði. Eg skilti púrt onki, tí eg helt bókina vera so stuttliga, og hon er avgjørt tann mest lættlisna av mínum bókum. Kanska fólk bara vóru firtin, grunar høvundurin, tí tá bókin kom út í Danmark herfyri, var hon róst til skýggja. – Eg upplivdi nakað líkandi við skaldsøguni 101 Reykjavík. Tá hon kom út í Íslandi í 1996, ánaðu íslendsku ummælararnir ikki, hvat teir skuldu siga um hana. Tað var ikki fyrr enn góðu ummælini byrjaðu at koma uttan­ lands fýra ár seinni, at íslend­ ingar eisini byrjaðu at síggja virðið í bókini. Skrivaði bókina á enskum Firtnir íslendskir ummælarar eru hinvegin ikki orsøkin til, at Hallgrímur Helgason valdi at skriva sína nýggju skaldsøgu á enskum fyrst og síðani sjálvur umseta hana til íslendskt. Tað var ein gomul avbjóðing, sum hansara enski umsetari einaferð kom við. – Tá vit arbeiddu við umset­ ingini av 101 Reykjavík segði hann einaferð: Hví skrivar tú ikki bara eina skaldsøgu á enskum? You can do it! Ivaleyst var hann bara troyttur av at umseta míni óendaligu orðaspøl og málsliga akrobatikk, heldur Hallgrímur Helgason. Hann hugsaði um tað í nøkur ár, til hann knappliga fekk hugskotið við kroatanum frá New York. – Tað hóskaði jú sum fótur í hosu til júst hesa avbjóðingina. Ein útlendingur, sum ikki tosaði flótandi enskt, gav mær full­ komnu umberingina. Mínar forðingar blivu natúrligar. Um eg ikki meistraði enska málið 100 prosent, var tað í lagi, at tað gjørdi mín høvuðspersónur heldur ikki, sigur høvundurin sum eisini dámar ensku útgávuna betri enn tað íslendsku. Helst tí tað er tann uppruna­ liga, heldur hann. Tað var nevn­ liga ein marra at umseta sína egnu bók til íslendskt og brúka fimm mánaðir afturat uppá eitt arbeiði, sum fyri hansara viðkomandi var liðugt – Eg vildi heldur helst ikki gera tað, men hvør annar kundi gjørt tað betri? Mín enski útgev­ ari helt eisini, at íslendingar høvdu uppiborið at fáa hesa bókina á teirra máli, sigur hann og leggur afturat, at hetta eisini er lagnan hjá nógvum rithøv­ undum. Til dømis skrivar hansara baskiski vinur, rithøvundurin Bernardo Atxaga altíð sínar bøkur tvær ferðir. – Men eg var ómetaliga glaður um at koma aftur til mítt móður­ mál við bókini, eg skrivi nú. Eg eri sum eitt lamb á vári. Tað er ein sovorðin fragd at sleppa at skriva á sínum egna kæra máli. Skuldi lurtað eftir Bøddi Í mong ár og eini røð av skald­ søgum hevur Hallgrímur Helga­ son spátt um, at grunni og gram­ ligi íslendski og vesturlendski lívstílurin fór at koma aftur um brekku. Nú hansara versta stúran er vorðin veruleiki, hvat er so eftir at skriva um? – Eg droymi um at skriva eina langa skaldsøgu um góðu tíðir­ nar, sum førdu til stóra skrædlið, eina realistiska skaldsøgu í andanum hjá okkara sagaum, eitt slag av War and Peace søgu um øru árini í Íslandi. Men tað má bíða. Til tá skrivi eg eina aðra skaldsøgu, sum eg helst ikki vil siga meir um beint nú. Sjálvt um Hallgrímur Helga­ son hevur funnist at material ist­ iska íslendska sam felag num í til dømis Stormland og entá læt høvuðspersónin Bøddi ríða til Reykjavíkar, har hann skuldi skjóta forsetan og fremja eina kollvelting, so kom tað sum hendi í fjør og fyrst í hesum árinum veruliga sum ein skelkur, viðgongur hann. – Eg trúgvi ikki, at nakar í Íslandi hevði ímyndað sær, at øll okkara búskaparliga skipan fór at skrambla saman. Tað vil siga, ongin uttan tey fólkini, sum stýrdu, bankastjórarnir og politikararnir, sum høvdu valdið og tað er veruligi sorgarleikurin í øllum hesum. Kortini hevur ongin enn tikið ábyrgdina av íslendska fallinum, staðfestir Hallgrímur Helgason, sum hinvegin sjálvur er til reiðar at taka eitt sindur av ábyrgdini. – Eg skrivaði óteljandi greinar, har eg fanst at okkara Mafia­ kendu stjórn og Berlusconi­líka Don Oddson, okkara fyrrverandi forseta ­ hann er sum Silvio minus sólbrenda litin og gent­ urnar. Men eg skuldi havt funnist hvassligari at business elituni, fámannaveldinum í villu árunum, sum flugu til London til arbeiðis hvønn dag í sínum privatu jet­ flogførum og fingu Elton John at syngja á teirra føðingardags­ veitslum. Eg skuldi havt lurtað betri eftir mínum Bøddi í Stormland – Síðani stóra skrædlið havi eg vaskað upp kensluliga, sigur endurføddi rithøvundurin Hallgrímur Helgason, sum droymir um at skriva eitt slag av »War and Peace« søgu í saga-andanum um øru árini í Íslandi Vit høvdu gloymt alt um føroyingar, vit flugu bara framvið tykkum høgt uppi í luftini í okkara ótolnu privatu jetflogførum »Dansa tey enn har niðri?« – Okkara fitti lítli trupulleiki við at lúgva fyri okkum sjálvum bleiv ein rættiliga álvarsamur ein í fjør, tá okkara bankar í Dubai-stødd skramblaðu niður yvir tjóðina, sum er í Malmø-stødd. Svørtu Range Rovar’nir eru framvegis á vegunum, og teir eru tær veruligu »kreppukisturnar«.