Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 244 - 21. desember 2009 Eftir stóra skrædlið er íslendski rithøvundurin Hallgrímur Helgason givin at drepa fólk við sínum greinum. Nú ruddar hann upp við nýggjari skaldsøgu. Vit hava fingið eitt prát við høvundan um skaldsøguna, natio­ nal ar sjálvslygnir, snott­ forkelaðar íslendingar, móðurmál í frystiboksum og kreppukistirnar á íslendsku vegunum Bókmentir Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hann er ein av best umtóktu rit­ høvundunum í Íslandi, hóast hann ikki leggur fingrarnar ímill­ um í sínum hvassa kritikki av sín um landsmonnum. Hall grímur Helgason bítur nú aftur frá sær við skaldsøguni 10 ráð til at gevast at drepa fólk og byrja at vaska upp, har hann gevur kroatisk­ ameri kanska leigu­ dráps mann inum, Toxic, ivasama heiðurin at taka moralska temperaturin á íslend ingum. 66 morð hevur Toxic á síni manglandi samvitsku, men við morð nummar 67 gongur galið, og Toxic má flýggja yvir háls og herðar. Í Kennedy floghavnini drepur hann ein tilvildarligan ferðandi og stjelur hansara klæðir, pass og ferðaseðil. Nakran tímar seinni lendir Toxic í Reykjavík sum amerkanski presturin Father Friendly, har ein bólkur av feg num missiónskum íslendingum taka spentir ímóti honum. Fittur lúsakjálki Hugskotið til skaldsøguna fekk Hallgrímur Helgason umborð á einum flogfari á veg til Oslo. Við síðuna av honum sat ein íslendsk ur kvinnuligur prestur, sum var á veg til eina gudfrøðisráðstevnu. Beint áðrenn tey lendu, fór kvinn an á wc og lat øll síni ráðstevnu pappír liggja eftir á setrinum. – Eina løtu hugsaði eg; hvat nú um hon ikki kemur aftur av wc’num? So kundi eg tikið øll hennara ting, hongt hennara navnaskelti um hálsin, koyrt øll hennnara pappír í mítt kuffert og farið á hasa ráðstevnuna í Oslo og latið sum um eg var hon í eina viku. Tankin um at blíva ein ann­ ar persónur hugtók meg ótrúliga nógv, minnist hann. Á einum hotelkamari í Berlin tvey ár seinni kom ein kroatiskur mafia leigudrápsmaður fram fyri høvundan við navni og øllum, enntá við CV. – So eg flættaði hesi bæði hugskotini saman í eitt og lat leigudrápsmannin fara til Íslands sum prestur. Men hví gavst tú honum so nógv dámlig eyðkenni? – Tað var eg nokk noyddur til, tá hann nú var ein sovorðin lúsa­ kjálki frá byrjan. Tú mást fáa lesararn at dáma høvuðspersónin. Tað er stóra avbjóðingin hjá ein­ um rithøvunda: At fáa lesaran at dáma ein sera ódámligan persón. Tað er sanna undrið við at skriva skaldskap. Tann óndi og tann góði Nógvir lesarar hava undrast yvir heldur løgna og eitt sindur óunni­ liga heitið á skaldsøguni. Hall­ grímur Helgason greiðir frá, at faktiskt hevur bókin havt fleiri heiti. Tað Íslendska 10 ráð til að hætta að drepa fólk og byrja að vaska upp fekk han ikki umsett til eitt gott enskt heiti. Tí bleiv tað til The Hitman’s Guide to House Cleaning, sum danir hava týtt til Lejemorderens guide til et smukt hjem. Hetta er eisini heiti á eini bók, sum høvuðspersónurin Toxic speiskliga sigur seg ætla sær at skriva, ein dagin hann er um at sálast av óruddinum í íbúðini hjá unnustuni – Hann er professionellur leigu drápsmaður, men hann kann also ikki torga óruddilig rúm. Eg helt hesar mótsetningarnar vera so langt frá hvørjum øðrum, at tað var stuttligt at tvinna teir saman. Ein annar týdningur í heitinum er hetta við brotsmann­ inum, sum umsíðir ruddar upp eftir sær. Toxic fer gjøgnum eina langa sjálvsrannsakan og ger av, at frá nú av fer hann at skikka sær betri, sigur rithøvundurin og leggur afturat. – Í so máta er hetta ein bók, sum setur spurningin »Kann ein óndur persónur blíva góður?«. Spurningurin er, um tað ber til, tí hóast hann roynir, verður Toxic fangaður av síni fortíð aftur og aftur, so tað tykist ikki vera serliga stór vón fyri honum. – Jú, eg haldi har er ein vón. Ein vón má altíð vera. Uttan vónina kanst tú ikki halda fram, hvørki sum menniskja, sum persónur í eini skaldsøgu ella sum lesari. Hallgrímur ruddar upp At søgan er søgd frá sjónarhorn­ inum hjá tí ónda hevur kanska sínar serligur orsøk ir – burtursæð frá, at Hallgrímur Helgason helt hetta vera meir áhugavert. Nú hann hugsar um tað aftaná, er tað nevniliga væl hugsandi, at eitt sindur av sjálvævisøgu er í søguni um Toxic. – Í nógv ár skrivaði eg eina rúgvu av politiskum greinum, har eg skjeyt fólk við mínum penni. Men so kom stóra skrædl­ ið í Íslandi og øll byrjaðu at skjóta. So eg legði frá mær, gavst at drepa fólk við mínum greinum og byrjaði at vaska upp kenslu­ liga. Eg bleiv entá skildur og stutt eftir hitti eg eina aðra kvinnu. Mítt lív tók eina U­snaring. Alt hetta hendi, eftir at eg var liðugur at skriva bókina, men kanska søgan var eitt slag av profeti. Í dag eri eg sum ein endurføddur rithøvundur Hallgrímur Helgason við­ gongur, at samanborið við til dømis Bøddi, høvuðspersónin í hansara skaldsøgu Stormland, tykist tað ikki, sum Toxic hevur nakra missión her í lívinum – Nei, í byrjanini er hansara einasta missión at bjarga sínum egna skinni. Men síðani verður hann kroystur til at blíva eitt betri menniskja. Hetta er søgan um ein veruliga óndan mann, sum av tilvild møtir nøkrum veruliga góðum menniskjum og hetta ávirkar hann sera nógv. Meðan Hallgrímur Helgason skrivaði bókina, varnaðist hann ávísar áhugaverdar paralellir við søguna um Paulus ella Saul úr Hallgrímur Helgason givin at drepa fólk Ei undur í at okkara mál ikki broyttist í 1000 ár, tí tað var læst inni í eini frystiboks burturi frá øllum øðrum málum. Vit brúktu tað næstan ikki sjálvi! Tað er lívsneyðugt fyri okkum íslendingar at lúgva fyri okkum sjálvum. Annars høvdu vit ikki yvirlivað í hesum trupla landinum. Hallgrímur Helgason irðar seg um, at hann ikki lurtaði betri eftir sínum høvuðspersóni Bøddi í »Stormland«, sum reið á hestbaki til Reykjavíkar, har hann skuldi skjóta forsetan Man skuldi trú, at tað búðu 300 milliarderar í Íslandi.