Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2009 21 Eitt ár tók tað honum at týða skaldsøguna Ó eftir Carl Jóhan Jensen til norskt. – Hetta er tað torførasta, eg nakrantíð havi gjørt, sigur týðarin Lars Moa, sum nú eisini hevur týtt øll yrkingasøvnini hjá Jóanes Nielsen til norskt týðingar Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað hevði nokk verið rættiliga soltið við norskum týðingum av nýggjari føroyskum bókmentum, var tað ikki fyri týðaran Lars Moa. Seinastu seks árini hevur hann týtt ikki færri enn níggju føroyskar bøkur til norskt, og hann hevur ongar ætlanir um at steðga her. Fyri stuttum legði hann til dømis seinastu hond á týðingina av skaldsøguni Ó - søgur um djevulskap eftir Carl Jóhan Jensen, sum kemur út á norskum í februar mánað. Hundraðtals teldupostar Hóast Lars Moa hevur drúgvar royndir við at týða bæðið før­ oyskan lyrikk, skaldsøgur og leikrit, hevur týðingin av Ó uttan samanbering verið hansara størsta týðaraavbjóðing higartil, staðfestir hann. – Eg hevði longu roynt at týða onkrar av yrkingunum hjá Carl Jóahn Jensen, men mátti geva upp. Kortini metti eg, at Ó var ein avbjóðing, sum eg átti at megna sum týðari. Tað eydnaðist eisini, men eg má viðganga, at hetta hevur verið tað torførasta, eg nakrantíð havi gjørt, sigur norski týðarin, sum ikki dylur yvir, at hann var líka við at angra, at hann fór undir at týða stóru bókina, og at hann ikki hættar sær undir at týða fram haldið av Ó. Ein tann størsta avbjóðingin við týðingini hevur verið at finna norsk orð fyri mongu sjálvgjørdu orðini og vendingarnar hjá Carl Jóhan Jensen, greiðir Lars Moa frá. Hetta hevur millum annað kravt hundraðtals teldupostar aftur og fram við rithøvundan, sum týðarin hevur havt eitt avbera gott samskifti við. Men hetta hevur eisini gjørt, at arbeiðið hevur tikið sera drúgva tíð. Hvønn dag í eitt ár á tamb hevur Lars Moa arbeitt við týð ing ini, har tað teir góðu dagarnar eydn aðist at týða fýra síður um dagin. – Tí hevur tað eisini givið mær eitt ótrúliga stórt nøgdsemi at blíva liðugur og síggja U - historier om djevelskap nú liggja her á norskum, sigur ein fegin Lars Moa, sum ikki nýtist at stúra fyri, um nakað forlag vil geva bókina út. Idealisma er ikki nokk Áðrenn hann fór undir at týða Ó, tryggjaði Lars Moa sær nevniliga ein sáttmála við eitt forlag, sum hevði játtað at geva bókina út og taka sær av marknaðarføringini. Annars hevði hann ikki torað at farið undir at týða eina so mikið sermerkta og stóra bók, við­ gongur Lars Moa. – Hinvegin, so veit eg, at tað finst ein lesararaskari fyri júst hetta slagið av sera littererum og eksperimenterandi bókum. Tað ræður bara um at finna rætta forlagið, sum hevur slíkar bøkur sum sítt serøki og eitt nú geva bøkur sum Ulysses og Don Quixote út á norskum, greiðir norski týðarin frá. Sjálvur væntar Lars Moa ikki, at tað verður ein stórur trupul­ leiki at fáa ferð á søluna av Ó, sum eftir hansara tykki er ein frálík skaldsøga. Sum heild heldur hann eisini Føroyar hava nógvar framúr góð­ ar bókmentir at bjóða, og tí er tað eisini stórt spell, at tað so ofta eru økonomiskar orsøkir sum gera, at tær ikki verða týddar til eitt nú norskt. ­ Í sambandi við týðingina av Ó fekk eg hálvt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins um ­ framt eina avtalu við eitt forlag. Tað mest vanliga hevur tó verið, at eg havi gjørt týðaraarbeiðið við síðuna av mínum vanliga arbeiði sum lærari og uttan at hava nakra vissu fyri, at nakar fór at vilja geva bókina út, sigur Lars Moa og viðgongur, at hann frá byrjan hevur týtt føroyskar bøkur av idealistiskum orsøkum. Men tað kunnu føroyskir mentanarmynduleikar ikki halda á at dúva uppá, minnir hann á, og tí má føroyski týðarastuðulin raðfestast hægri. – Altjóða metseljarar verða týddir óansæð, men ongin biður teg týða bøkur úr einum lítlum landi sum Føroyum ella bjóðar tær pengar afturfyri. Har mugu føroyskir mynduleikar vísa ein serligan vilja, tí føroyskar bók­ mentir hava í allar mátar uppi­ borið at koma út til ein størri lesararaskara, staðfestir hann. Má ikki vera ov lokal Tí frøir tað eisini Lars Moa, at øll yrkingasøvnini hjá Jóanes Nielsen nú eru komin út í hans ara norsku týðingum. Hartil hev ur hann júst lagt seinastu hond á týðingina av leikinum »Aftan á undrið«, sum hann vónar at síggja á onkrum norsk um palli skjótt. – Um tað verður Tjóðpallurin ella ein norskur leikhópur, sum fer á pall við leikinum í Norra, veit eg ikki, men nú er møgu­ leikin so til staðar, sigur hann. At leikurin eisini hevur okkurt at siga eini norskari hyggjara­ fjøld, ivast Lars Moa ikki í, eins og hann eisini er vísur í, at altjóða lesararar kenna seg aftur í flestu føroyskum bókmentum. – Føroyskar bókmentir snara kring universiell tema sum »hav­ ið, deyðan og kærleikan«, men á ein egnan føroyskan máta. Verður tað føroyska beinleiðis lokalt, ber hinvegin illa til at flyta søguna yvir í eitt annað mál, minnir týðarin á. Hetta er uttan iva eisini orsøkin til, at hansara norska týðing av leikinum »Eitur nakað land Week end« eftir Jóanes Nielsen enn ikki hevur verið at sæð á palli, heldur hann. – Har hava mongu tilsiping­ arnar til Jóannes Bónda og før­ oyska tjóðskaparstríðið nokk gjørt tað ov trupult at geva søg­ uni eina breiðari appell. Um tú noyðist at verða føddur og upp­ vaksin í landinum, har søgan er skrivað, fyri at skilja hana, er lítið virði í at týða hana, sigur Lars Moa og leggur afturat, at hetta sjálvandi er galdandi fyri allar bókmentir. Higartil hava norsku týðing­ arnar hjá Lars Moa av føroyskum bókum selt væl í Norra – á leið líka nógv, sum lutfalsliga ókendir norskir rithøvundar selja. Sum frá líður liggur tó eisini tað virði í týðingum til eitt størri mál, at tær ofta verða lopfjølin til týð­ ing ar til uppaftur onnur mál. Eitt ár at týða Ó Lars Moa Limur í Norsk Oversætterforening, har lima­ skapur er at meta sum eitt góðsku stempul av týðaraarbeiðinum hjá einstøku limunum Var í uppskoti til Kritikerprisen í 2007, ið er ein virðisløn, sum kritikarar og ummælarar lata einum serliga dugna ligum týðara av altjóða bókmentum Týðingar úr føroyskum: Yrkingar: Sting, Det fins dei som tar månelys på alvor, Bruer av svoltne ord, Frå alle kantar ber vinden med seg ord og plantar og teikn, allar eftir Jóanes Nilesen Leikrit: “Heiter noe land Weekend?” og “Etter underet”, Jóanes Nielsen Skaldsøgur: Glansbildesamlarane, Jóanes Nielsen Tider skal komme, Oddvør Johansen U - historier om djevelskap, Carl Jóhan Jensen Barnabøkur: Símun Sámal, Martin Næs Dei kallar meg berre Hugo, Rakel Helmsdal FAKTA – Ongin biður teg týða bøkur úr einum so lítlum landi sum Føroyum. Har mugu føroyskir mentanarmynduleikar vísa ein serligan vilja at stuðla. Annars verður tað ikki gjørt, sigur norski týðarin Lars Moa Mynd: Jens K. Vang