Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. desember 2009 Við væntaða sigrinum á ÍF leygardagin, megnaðu TB-kvinnurnar at spæla seg upp á næstfremsta plássið í Eik-liguni, har tær eru framman fyri Mjølnir, Fleyr og Drátt – men aftan fyri SÍ Ikki kann sigast annað, enn at TB í síðstuni hevur spælt síni kort sera væl. Nú kappingin í Eik-liguni hjá kvinn um er farin í jólafrí, er liðið av Tvør oyri næstfremst. Himmalvíður mun ur er á tí og so síðsta kapp- ingar ári, tá TB endaði aftast. Framvegis er SÍ liðið, øll hini síggja eitt fitt petti framman fyri seg, men nú er TB altso fremst av teimum næst fremstu. TB hevur sama stigatal sum Mjølnir og Fleyr, 12 stig, og síðani eru tvey stig aftur til Drátt, sum eisini er við í hesum »fýra bólki- num«, ið kappast um eitt finalupláss. Merkisvert hevur verið síðstu dystir nar, at lið sum Mjølnir og Fleyr bæði eru snávað, hóast tey av teim- um flestu hava verið mett sum favoritt ar at kappast við SÍ um at koma í FM-finalurnar í mars mánaði. At TB nú ikki bara hevur blandað seg, men eisini hevur yvirhálað, kun- di bent á eina sera spennandi kvinnu kapping eftir nýggjár. TB-ÍF 3-0 (25-15, 25-16, 25-16) Leygardagin tók TB í Trongisvági ímóti ÍF, ið bert hevur fingið tvey stig burtur úr sínum fyrstu 10 dyst- um, og sum væntandi var, vann TB ein sera greiðan og tryggan sigur. Longu frá fyrstu løtu sást, at sigurin á Fleyr lítla viku frammanundan hevði givið sjálvsálit, og TB vísti vinnara vilja beinanvegin. Serliga vóru tað berandi kreftirnar, ið gingu undan, tí Katrin Nolsøe og spælandi venjarin, Gudrid Nolsøe, vóru tryggar og ídnar í álopsspæli- num, ið varð væl skipað av hevara- num, Annimiu Johansen. Men sum heild var alt liðið hjá TB konsentrerað og fokuserað, so tað ongantíð datt í felluna, at fara niður í ferð og lata ÍF sleppa at stýra. Hinvegin kom týðiliga til sjóndar, at ÍF hevði alt ov fáar streingir at spæla uppá, samanborið við mót- støðu liðið, og einasta veruliga hóttanin var Helen á Lakjuni. Tað var bara ikki nóg mikið, og sjálvt tá TB í triðja setti læt fleiri av teimum yngru sleppa framat, misti liðið ongan tíð takið, men vann sann- førandi. U17-kvinnulandsliðið í flogbólti tapti fyri Finn- landi í fyrsta dystinum í norðureuropeisku meistara kappingini í flog- bólti, sum í hesum døg um er í danska býnum, Ikast. Fyrrapartin skuldu før- oysku kvinnurnar spæla ímóti Onglandi Kappingin um norðureuropeiska meistara heitið í flogbólti ber heitið Nevza Cup, og hesa ferð eru Føroyar bert umboðaðar á kvinnusíðuni. U17- kvinnurnar eru komnar í bólk sam an við Finnlandi og Onglandi, og í hinum bólkinum spæla Svøríki, Dan mark og Ísland. Norra plagar eisini at vera við, men hevur hesa ferð givið avboð. Hin vegin er Finnland komið við aftur, eftir at finnar hava hildið kapp ing ina við hini norðurlondini verið ov lítið avbjóðandi, og tí ikki hava verið við. At Finnland kann vera ein stórur biti, fekk føroyska liðið eisini at sanna í gjár, tá fyrstu dysturin hjá før oysku kvinnunum var júst ímóti teim um finsku. Føroyar taptu 0-3, og ongantíð var nakar ivi um, hvønn veg hesin dysturin fór. Bara í triðja setti megnaðu Føroyar at fylgja við í eina løtu, men so var eisini tað yvirstaðið. Serliga vóru tað móttøkurnar, ið góvu føroyska U17-landsliðnum trupul leikar, tí finsku spælararnir høv du sera góðar servur, ið tær før- oysku høvdu meiri enn trupult at fáa fatur á. Tí spurdist lítið og einki før oyskt álopsspæl burturúr. Skuldu møta Onglandi Fyrr um dagin hevði Finnland vunn- ið 3-0 á hinum liðnum í okkara bólki, Onglandi, men sum skilst, hevði finska spælið ikki verið so gott í tí dysti num, og tí komu sá enska av rikið – í øllum førum á pappírinum – munandi betur út. Finnland vann settini 25-12, 25-19 og 25-23. Av tí at Finnland longu hevur vunn ið báðar sínar dystir, er Finn- land vinnari av bólkinum og skal seinnapartin í dag spæla hálvfinalu ímóti vinnaranum í hinum bólk- inum, har Svøríki somuleiðis hevur bast bæði Danmark og Íslandi, og tí er bólkavinnari har. Føroyar skuldu fyrrapartin klokk- an 10.30 spæla ímóti Onglandi, og tað úrslitið var altavgerandi fyri, hvus su nógv føroysku kvinnurnar hava at spæla um víðari í kapping- ini. Vunnu Føroyar, kom liðið í hálvfinalu seinna partin ímóti næst- fremsta liðnum í hinum bólkinum, men taptu Føroyar, kom liðið bein- leiðis til dystin um fimtaplássið, ið so verður í morginári klokkan átta ímóti niðasta liðnum í hinum bólkinum. Talan er annars um eitt spildurnýtt føroyskt U17-landslið, sum er farið avstað til kappingina, og bara ein av spælarunum, Anja Danielsen, hevur royndir frá slíkum kappingum. Av tí at nógvir dystir hava verið í heimligu kappingini, hevur liðið heldur ikki havt so mong høvi at koma saman og venja, sum fleiri av hinum lið- unum hava tað. Eitt nú ganga nógvir av spælarunum á svenska og dans- ka liðnum á sama skúla og hesi londini hava tí væl samanspæld lið. Tung landsliðsuppgáva einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen TB næstfremst á jólum U17-landsliðið, kvinnur Nr Navn Felag Hædd Aldur 1 Hanna Olsen Fleyr 180 16 2 Anja Danielsen Fleyr 179 17 3 Gunnvør Joensen TB 166 16 4 Hanna Hansen Dráttur 171 16 5 Rakul Mari Johannesen Fleyr 165 16 6 Urd T. Traðará ÍF 177 16 7 Bára Johannesen KÍF 174 14 8 Bára Jacobsen TB 175 16 9 Guðrun Joensen KÍF 164 17 10 Lisa Niclasen SÍ 162 17 11 Rannvá Berg í Heiðunum TB 176 15 12 Annika Mikkelsen Fleyr 169 16 vunnin tapt sett- nr lið dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 9 9 - 0 27 3 24 18 2 TB 9 6 - 3 21 10 11 12 3 Mjølnir 9 6 - 3 20 13 7 12 4 Fleyr 10 6 - 4 20 16 4 12 5 Dráttur 10 5 - 5 20 16 4 10 6 ÍF 10 1 - 9 3 27 -24 2 7 KÍF 9 0 - 9 1 27 -26 0 Eik-ligan kvinnur TB-kvinnurnar hava síðstu tíðina otað seg longur og longur upp á stigatalvuni, og nú flogbólturin hevur jólafrí, eru tær næstfremstar í Eik-liguni Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir