mánadagur 21. desember 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. desember 2009 – Nr. 244
VÍF, ið sum uppflytari hevur
spælt hálvt kappingarár
í Sunset-kappingini,
vísti Kyndli munin á at
vera uppflytari og at
vera niðurflytari, sum er
á veg uppaftur í bestu
kvinnudeildina
Í fjør spældu VÍF-kvinnurnar í næst-
bestu deildini, men hóast tær liggja
í botninum í Sunset-kapp ing ini,
bendir alt á, at hetta kapp ing ar árið
ikki verður so galið allíkavæl, tí
leygar dagin so gott sum spældu
tær seg í steypafinaluna. Tað hendi
við sigri á Kyndli, sum hevur
øvugtu gong d ina at vísa á, tí liðið í
fjør spæl di í Sunset-kappingini,
men flutti niður, og nú liggur í
toppinum í næst bestu deildini.
At tað ikki verður bara sum at
siga tað hjá Kyndli at koma
uppaftur, fekk liðið at sanna í
Vestmanna leygar dagin, tá VÍF
veruliga fekk víst mun in á bestu og
næstbestu
deild ini.
Við
einum
sannførandi sigri setti VÍF alt upp á
pláss, og longu frá fyrs tu løtu vísti
tað seg, at kvinnurnar úr Vestmanna
vóru nógv meira upp sett ar og klárar
til dystin.
Beinanvegin sást munur á, og
bæði í verju og álopi royndist VÍF
betri. Kyndil fekk ongantíð fatur í
álops spælinum
hjá
VÍF,
sum
trumlaði avstað og longu í
fyrra hálv leiki hevði avgjørt
dystin. Í seinna hálvleiki var
munurin ikki so stórur, tá VÍF
tók sær meira av løttum, men
fram veg is
hevði
fult
tamarhald á.
Hjá heimaliðnum var mest
eyðsýndi
spælarin
Liljan
Djur huus, sum saman við
Agn as Olsen stóð fyri yvir
helv tini av málunum. At
Jórun Ludvig mátti geva
av boð, gjørdi ikki støðuna
hjá Kyndli betri, men neyvan
var tað bara missurin av ein-
um royndum spælara, ið
gjørdi allan munin, tí á øllum
pláss um royndist VÍF betur
og er væl á veg í steypa-
finaluna.
U17- og U19-bólkar klárir
Bæði U17- og U19-kvinnulandsliðini skulu næsta heyst
spæla EM-undankappingar, og í farnu viku var lutakast
um, hvussu bólkarnir síggja út, sum liðini skulu royna
seg í. U17-kvinnurnar skulu spæla ímóti Wales,
Russlandi og Grikkalandi, og teirra kapping verður í
Russlandi frá 26. september til 1. oktober. U19-
kvinnurnar (myndin) skulu spæla ímóti Norra, Holland
og Hvítarusslandi, og teirra kapping verður í Norra frá
11. til 16. september.
Komu ikki í finaluna
Liðið hjá Sólvá Dimon í donskum kvinnuflogbólti, Brøndby VK, spældi eina
góða hálvfinalu í steypakappingini ímóti oddaliðnum, Holte IF, men mátti
kortini lúta. Dysturin endaði 3-1 til Holte IF, sum sostatt skal spæla finaluna
ímóti næstbesta liðnum, Fortuna Odense, sum í síni hálvfinalu vann 3-0 á
Skovbakken Volley. Liðið hjá Sólvá vann 25-19 í fyrsta setti, men tapti síðani
tey bæði næstu, 17-25 og 22-25. Í fjórða setti var Brøndby VK á odda ímóti
endanum og hevði settbólt, men endaði kortini við at tapa settið 24-26, og
sostatt streyk Holte IF avstað við finalusessinum. Í landskappingini er
Brøndby VK nummar trý í Elitudeildini hjá kvinnum, sum er besta danska
flogbóltsdeildin.
Hóast fleiri dagar enn eru
til jólaaftan, høvdu spælar-
arnir hjá Stjørnuni ikki tol
at bíða, men valdu at pakka
eina jólagávu út, sum er
pláss í steypafinaluni.
Stjørnan snøgt sagt knústi
Tjald ur í Runavík í gjár
Eina viku frammanundan hevði
Stjørn an á heimavølli í Klaksvík víst
tenn og vunnið trygt á Tjaldri við
fimm málum, men nú kundi so
roknast við, at Tjaldur á sínum
heima vølli fór at svara aftur. Hesa
ferð stóð eitt pláss í steypafinaluni
upp á spæl, so nú var upplagt høvi
at vaska talvuna og byrja av nýggj-
um hjá teimum gulu.
Men tað fekk Tjaldur ongantíð
møgu leika at gera, tí longu frá fyrstu
løtu setti Stjørnan seg tungt á dyst-
in. Teir fyrstu 20 minuttirnir blivu
eitt taktiskt kríggj, har Stjørnan týði-
liga vísti seg at hava gjørt heima-
arbeiði til lítar. Við agressivum verju-
spæli vóru allar álopsroyndir hjá
Tjaldri pilkaðar niður, og so skjótt
Tjaldurskvinnurnar
nærkaðust
Stjørnu verjuni, fingu tær at føla, at
longur sluppu tær ikki.
Tað gjørdi ikki støðuna hjá Tjaldri
betri, at vanligi stórskjúttin, Adina
Petrea, sjáldan slapp framat – og
síða ni brendi, tá hon kom sær í skot-
støður. Og tá hon spældi hinar,
megn aðu tær heldur ikki at fáa
bóltin fram við vælspælandi Kristinu
Griksaite í málinum hjá Stjørnuni, ið
ikki gjørdi góða verjuspælinum
framman fyri seg til skammar.
Rótut eftir steðgin
Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki
mundu tær hjá Stjørnuni fata, at
taktiska kríggið var vunnið, tí nú
fóru tær at hugsa meira um at spæla
góðan hondbólt, og henda løtan
var nógv tann besta í dystinum.
Stjørn an leyp á við stórum hugflogi,
og tá verjan hjá Tjaldri sá út til at
hava fingið varandi mein, sam-
stund is sum hvørgin málverjin tók
stór vegis, lá væl fyri hjá gestunum.
Eftir steðgin var tað framvegis
Stjørnan, ið stýrdi gongdini í
dystinum, og hóast tað gjørdist
nógv minni spæl og nógv meira rót,
so megnaði Stjørnan at skjóta mál-
ini, tá møguleikarnir góvust, og tí
endaði tað heila við einum reinum
av smurningi til Tjaldur, ið ikki hevur
tapt ein dyst við 11 málum í fleiri ár!
Enn er seinna hálvfinalan eftir,
men havandi í huga breiddina á
Stjørnu liðnum, ið er nógv størri enn
hjá Tjaldri, ið slett ikki skifti út mitt
fyri, tí har var eingin at seta inn í
staðin, so bendir einki á, at Tjaldur
fer at megna at svara aftur upp á
sama máta, men má royna at samla
tanka rnar um landskappingina, har
tað eisini er Stjørnan, ið er størsta
avbjóðingin.
Tjaldur-Stjørnan 20-31 (9-15):
Stjørnan pakkaði út
VÍF-Kyndil 32-21 (19-9):
VÍF væl á veg
VÍF-Kyndil 32-21 (19-9)
10 min: 8-3
20 min: 14-6
40 min: 23-14
50 min: 27-17
Málskjúttar
VÍF: Liljan Djurhuus 9 (1), Agnas Olsen 8,
Heidi Joensen 4 (1), Katrin Christophersen 3,
Halla Midjord 3, Rakul Joensen 2, Linda
Davidsen 1, Finngerð Jensen 1, Tóra Seloy 1
Kyndil: Guðrið G. Eystberg 5, Randi Wardum
5, Ásleyg Súnadóttir 4 (3), Súsanna Petersen
2, Linda Weihe 2, Maria Marjunardóttir Dahl
1, Turið A. Samuelsen 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 4
Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 5
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason
FAKTA
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Tjaldur-Stjørnan 20-31 (9-15)
10 min: 2-4
20 min: 6-10
40 min: 14-22
50 min: 18-27
Málskjúttar
Tjaldur: Adina Petrea 11 (1),
Jóhanna í Króki 3, Cornelia Rimbu 3,
Annika Thomsen 2, Heidi Sevdal 1
Stjørnan: Simona Petersen 9 (3), Joan
Midjord Djordjevic 6, Valentina Suciu 5
(1), Durita Christophersen 4, Ella
Petersen 2, Bára Skaale Klakstein 1
Brotskøst: Tjaldur 3, Stjørnan 5
Útvísingar: Tjaldur 7, Stjørnan 3
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar
Simonsen
FAKTA
Valentina Suciu hjá Stjørnuni
roynir at sleppa fram við
Mary-Ann Isaksen hjá Tjaldri
í dystinum í Runavík í gjár,
sum endaði við stórsigri til
Stjørnuna
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir