mánadagur 21. desember 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SSosialurin 21. desember 2009 – Nr. 247 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35
Allar súður eru ikki syftar
enn, men mansfinalan
líkist í stóran mun eini
endurtøku av finalu
dystinum í februar
Mansfinalan í vár gjørdist eitt satt
brak. Ikki fyrr enn í sekundunum av
dystinum kundi Neistin kenna seg
vissan í sigrinum, tá Dejan Lacok
bjargaði brotskasti, tá hann fyri
einas tu ferð í dystinum nart við
bólt in.
Um tað verður eins spennandi
um hálvan annan mánað, skal vera
ósagt, men alt bendir á, at finalu lut
takararnir verða teir somu.
Tvey mál í eitt korter
Kyndil gjørdi í øllum førum sítt, tá
teir vitjaðu í Vestmanna leygardagin.
VÍF hevur havt tað tungt í ár, men
sigur in móti H71 lyfti sjálvsálitið væl
og virðiliga, og allan fyrra hálvleik
var talan um sera intensa uppgerð,
sum sømdi seg teimum báðum
arva fíggindunum.
Fyrstu løtuna eftir steðgin skræd
naði tó fullkomuliga. Fyrsta korterið
fekk VÍF bara tvey mál, og hóast eitt
timeout fekk teir nakað inn aftur í
dystin, so var hetta mønustingurin,
sum teir ongan tíð av álvara komu
seg yvir.
Eitt skifti var munurin uppi á seks
málum, men tað eydnaðist hóast alt
hjá vestmenningum at avmarka
hend an munin til fýra mál. Um tað
so er nóg mikið til at skapa spenning
í returuppgerðini, er eitt annað mál.
Fyribils er staðfestingin í øllum før
um, at Kyndil stendur við einum
beini í finaluni, og so fæst at síggja,
um jóladøgurðin hevur verið nakað
rívil igur hjá øðrum partinum, tá
sein na hálvfinalan skal spælast ann
an jóladag.
Til tíðir vísti Neistin
stórspæl, tá teir við
knúsandi stórsigri á H71
mest sum vissaðu sær
pláss í steypafinaluni
Spenningurin gjørdist ongan tíð
tann stóri, tá Neistin og H71 spældu
fyrru hálvfinaluna sínamillum í
steypakappingini í manshondbólti.
Neistin er í løtuni einsamalt
oddalið í bestu deildini, og teir
brúktu stóran part av dystinum til at
prógva, hví so er. Og samstundis
prógvaði H71, hví tað var í vár – og
ikki komandi vár – at teir kundu
rópa seg Føroya besta hondbóltslið.
Bíleggja andlitsmáling
Fyrstu 10 minuttirnar ella so hekk
H71 so dánt í Neistanum, men so
skrædnaði av álvara. Spælarar fyri
spælarar
hevur
Neistin
eitt
krútsterkt lið, og bara hetta í sjálvum
sær ber við sær, at teir altíð eru ein
stórur biti hjá mótstøðuni. Og tá
ferðin so eisini verður hildin støðugt
í topp, soleiðis sum hon varð tað
leygardagin, er ikki stórvegis, sum
hini liðini fáa gjørt.
Hoyvíkingar megnaðu í øllum
førum sjáldan at venda sær,
áðrenn
bólturin
aftur
var
í
netinum, og 23 mál í fyrra hálvleiki
siga sína søgu um tað, sum teir
bláu løgdu fyri dagin.
Eftir steðgin var ferðin ikki heilt
tann sama, men hoyvíkingarnir
vóru ongan tíð serliga nær nøkrum,
sum líktist spenningi. Teir hingu við
høvdinum, og tí hevði Neistin ikki
stórvegis
trupulleikar
við
at
sementera sigurin, sum at enda
gjørdist somikið trivaligur, at teir
longu nú kunnu bíleggja sær pláss í
høllini og útgerð til andlitsmáling,
tá februar mánaður byrjar.
NeistinH71 4028 (2316):
Neistin flúgvandi móti finaluni
Finnur Hansson og liðfelagarnir í Neistanum vóru bókstaviliga flúgvandi, tá teir leygardagin vundu
burtur úr H71
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍFKyndil 2226 (1313):
Kyndil vann greiðan fyrimun
VÍF-Kyndil 22-26 (13-13)
10 min: 74
20 min: 118
40 min: 1516
50 min: 1721
Málskjúttar
VÍF: Regin Joensen 6, Bjarti
Hansen 5, Sámal Joensen 3(1),
Áki G. Olsen 3(2), Niels Andreasen
2, Sjúrður Poulsen 2, Áki Olsen 1
Kyndil: Høgni Klein 6, Janus
Einar Sørensen 4, Hans Áki Dal
Christiansen 4(3), Ken Zacariassen
3, Tummas Pauli Hanusarson 3,
Høgni KleinOlsen 2, Bárður
Johannesen 2, Josef Abrahamsen
1, Julian Johansen 1
Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 4
Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 1
Dómarar: Kári Hansen & Sámal
Paulason
FAKTA
Neistin-H71 40-28 (23-16)
10 min: 75
20 min: 168
40 min: 2620
50 min: 3125
Málskjúttar
Neistin: Heini Hanusarson 7,
Jugoslav Djumic 7, Finnur
Hansson 6, David Edvardsen 6(1),
Karl Oddmar Rasmussen 4(4),
Finnur Hansson 3, Sjúrður
Thomassen 2, Ingi Olsen 2, Jens
Mohr 2, Dejan Lacok 1
H71: Poul Kjartan Dam 8(2),
Janus Sørensen , Dánjal Tórgarð
4, Bárður Brimvík 3, Esbern
Paturson 2, Gunnar Bláberg 2,
Tróndur Vatnhamar 1, Ari Olsen
1, Rógvi Sørensen 1
Brotskøst: Neistin 6, H71 4
Útvísingar: Neistin 1, H71 6
Dómarar: Eyðun Samuelsen &
Andreas F. Hansen
FAKTA
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Pauli tók met frá Páli
Pauli Øssursson Mohr úr Fuglafjarðar
Svimjifelag setti um vikuskiftið nýtt føroyskt
juniormet í 50 metra bringusvimjing. Tað
gjørdi hann, tá SMS Christmas Sprint
kappingin var í Svimjihøllini í Havn. Pauli
megnaði at svimja teir 50 metrarnar við tíðini
0.30.09 sekund, sum er 30 hundraðpartar betri
enn gamla metið, sum Pál Joensen átti.
Mjølnirfreistir longdar
Mjølnir skipar fyri Føroya Bankakapping í flogbólti í Klaksvík
fyri fyrst eldri deildir tann 16. og 17. januar 2010, og síðani fyri
yngri deildir í tann 23. januar. Nú boðar flogbóltsfelagið í
Klaksvík frá, at tilmeldingarfreistirnar til báðar kappingar eru
longdar, so tey eldru skulu melda til í síðsta lagi 10. januar og
tey yngru 17. januar. Tilmeldingin fer fram við annaðhvørt at
senda teldupost til gaja@olivant.fo ella við at ringja á telefon
28 18 90. Mjølnir boðar somuleiðis frá, at tað ikki ber til at
koma við fleiri liðum, tá freistin er farin.