Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. desember 2009 – Nr. 244 Í hálvtannað ár hevur Sólvá Heidi Dimon av Tvøroyri spælt flogbólt uttan lands, so hóast hon bara er 21 ára gomul, hevur hon longu royndir frá flogbólti í Luxembourg, Svøríki og nú eisini Danmark, meðan hetta er fyrstu ferð, at 19 ára gamla Karina Pouls dóttir Debes av Argjum roynir seg sum spælari uttan fyri land­ odda r nar. Báðar lata væl at og báðar hava somu leiðis fingið nógva spælitíð í feløg um sínum. Sólvá spælir við Brønd by VK, sum er á triðja plássi og bara hevur tapt ímóti teimum báð­ um liðunum omanfyri, og Karina við Gentofte Volley, ið er nummar sjey av teimum átta liðunum í bestu donsku deildini í kvinnuflogbólti, elitu deild ini, men við sama stigatali sum tey bæði liðini, ið eru beint omanfyri. Felags er eisini, at flogbólturin fer við frítíðini, tí báðar fyrst og fremst eru niðri í mestsum somu útbúgv­ ing ar ørindum. Tær hava students út­ búgving úr Føroyum, men taka eyka lærugreinar aftrat, so tær fakliga kunnu vera betur fyri, tá farast skal víðari á útbúgvingarleiðini, og báð­ ar ganga á sama stað, Københavns Voksen uddannelsescenter, so tí hitt ast tær javnan í gerandis­ degnum. Sólvá heldur fram á KVUC, sum er styttingin fyri útbúgvingarstaðið, til summarfrítíðin kemur, men Karina verður í næstum liðug við sínar læru greinar og kemur í næstum heim aftur til Føroya, og tá verður hon at síggja aftur á liðnum hjá Fleyr, sum í løtuni roynir at vera við í odda stríðnum í Eik­liguni hjá kvinn­ um. Sólvá hevur sáttmála við sítt danska felag fyri alt kappingarárið, so hon verður verandi í donskum flog bólti, tá kappingin heldur fram eftir jólasteðgin, sum nú verður. Nógv seriøsari Sólvá og Karina eru samdar um, at flogbólturin í Danmark er á hampu­ liga høgum stigi, og at tað tí er bæði læruríkt og avbjóðandi at spæla í bestu donsku kvinnudeildini. Og í øllum førum er munurin stórur, verð ur samanborið við kvinnu flog­ bóltin í Føroyum. – Her verður flogbólturin tikin nógv meira seriøst og nógv meira Ringasta keyp í ár Fyrrverandi enska landsliðsstjørnan, Gary Lineker, staðfestir í klummu sínari í Daily Mail, at Alberto Aquilani hjá Liverpool ber prísin sum vánaligasta keypið í enskum fótbólti í ár. – Hann kostaði meira enn Jermaine Defoe, sum er toppskjútti í Premier League, men tað skuldi tú ikki trúð. Ætlandi skuldi hann avloysa Alonso, men fyrst varð hann illa skaddur, og nú tykist tað ikki, sum hevur Benitez nóg stórt álit á honum. Og í øllum førum hevur venjarin ikki roynt at koyrt hann inn á liðið. So fyri £20 milliónir má hann metast sum vánaligasta keypið hetta kappingarárið, staðfestir Gary Lineker. Rafa aftur á eggini Tað gongur framveigs einki serligt hjá Liverpool. Leygardagin spældu teir á útivølli móti Portsmouth, sum er niðast í Premier League, men tað hjálpti lítið hjá Liverpool, sum mátti leggja rygg til 2­0 tap. Og enntá mátti spæla helvtina av dystinum við 10 monnum, eftir at Javier Masherano varð rikin av vølli. Undir dystinum høvdu áskoðararnir skelti, har tað stóð skrivað “You’ll be sacked in the morning”, og hetta hóvaði sjálvandi ikki Rafael Benitez, sum er undir stórum trýsti. Hetta vikuskiftið var tað tó ikki hansara navn, sum stóð á ensku baksíðunum, tá ein venjarauppsøgn varð veruleiki. Karina Debes og Sólvá Dimon hava verið partur av bestu donsku deildini í kvinnuflogbólti síðstu fýra mánaðirnar. Eftir jól heldur Sólvá fram, men tá kemur Karina heimaftur at spæla við Fleyr Mynd: Thomas Guldager Tvær føroyskar kvinnur hava síðsta hálva árið spælt í bestu deildini í kvinnu flogbólti niðri, og báð ar hava tær fingið álit frá venjarunum og nógva spæli tíð. Sólvá Dimon held ur fram eftir nýggjár, men Karina Debes kemur nú heimaftur at spæla við Fleyr einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen