Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-21, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SSosialurin 21. desember 2009 – Nr. 247 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 37 verð ur gjørt burturúr. Vit venja oftari, enn eg eri von við heima í Før oyum, og sum heild verður gingið nógv hægri upp í tað her, sig­ ur Karina, ið heldur danska flog­ bóltin vera á nógv hægri stigi enn tann føroyska. Tað sama heldur Sólvá, sum nú er í sínum triðja landi og spælir innan fyri bara hálvtannað ár. – Áðrenn eg kom til Danmarkar, spældi eg eitt hálvt ár við Svedala Volley í Svøríki og undan tí eitt hálvt ár við VB Amber­Lënster í Luxem­ bourg, og eg haldi, at danski flogbólturin er á hægri stigi enn í teim um londunum. Her eru fýra tey bestu liðini nokk so jøvn, meðan tað í Svøríki vóru eini tvey lið, ið vóru væl betur enn hini, men í norður­ lendsku meistarakappingini fyri lið roynast tey donsku drúgvari Og eg rokni eisini við, at tey bestu donsku høvdu vunnið á tí besta í Luxem­ bourg, sjálvt um tað kanska er eitt sindur torført at samanbera soleiðis, sigur Sólvá. – Sum Karina sigur, so er venjingin eisini harðari, og í Brøndby venja vit seks ferðir um vikuna, umframt at vit tvær ferðir venja styrkivenjing. Skalt tú vera við her, eru tað nøkur ting, tú mást seta á hillina, og tað er einki sum eitur, at tú til dømis bara ikki møtir til venjing. Um eg til døm­ is skal til eina roynd, kann eg fáa frí frá venjingini dagin fyri, men meira enn tað verður tað ikki til. Lært eina rúgvu Hóast meira verður kravt av teimum og tað er harðari at spæla í bestu donsku deildini, so eru Sólvá og Karina samdar um, at ein tilvera í donsk um flogbólti er nakað, tær fegn ar viðmæla øðrum føroyskum spælar um, tí tað hevur givið teimum sera nógv. – Vit spæla nokk so nógv upp á sama máta, sum vit gera á lands lið­ num, tí spælið gongur skjótari og bólt urin verður hildin lægri. Fyri mítt viðkomandi vil eg siga, at eg havi lært nógv av at vera her í Brønd by, og til dømis dugi eg nú nógv betur at lesa spælið hjá mót støðu liðnum, sigur Sólvá, ið eisini sær tað sum sera mennandi og gev andi, at tú hvørja viku spælir ímóti góðum liðum og sera góðum spælar um. Brøndby VK, sum Sólvá Dimon spælir við, var ikki fyrr eitt av feløg­ unum, nakar roknaði við í donskum kvinnuflogbólti, men tað er broytt seinnu árini, so nú er felagið mest­ sum fastur partur av toppinum, har tað serliga er Holte IF, ið er tað stóra og sterka felagið við teimum bestu spælarunum. Gentofte Volley, sum Karina Debes spælir við, er ikki eitt felag, sum er fremmant fyri føroyskum íkasti, tí Hjørdis Johannessen í Fleyr hevur fyrr spælt við felagnum, um framt at Fleyr­venjarin, Hans Mikkel sen, kennir venjarin í Gen­ tofte. Tann vegin kom sambandið í lag, so Karina kundi spæla við Gen­ tofte, tá hon kom niður eftir summar frítíðina í ár. – Felagið er akkurát flutt upp, so tað hevur verið nokk so trupult, men samstundis er tað rættiliga kul at spæla ímóti liðum, sum eru so nógv betur, og eg haldi, at eg havi lært sera nógv hesar fýra mánað­ irnar, eg havi verið niðri, sigur Karina, ið ikki bara hevur verið knýtt at besta kvinnuliðnum, men eisini hev ur spælt við U20­liðnum hjá felag num. – Har er støðan eitt sindur øðrvísi, tí Gentofte Volley er ein av favoritt­ unum at vinna deildina. So hóast leið in hjá mær nú liggur aftur til Før­ oya, so hava vit avtalað, at eg skal koma niðuraftur í mai mánaði at hjálpa U20­liðnum í endaspælinum. Nógva spælitíð At føroyskir flogbóltsspælarar einki hava at vera bangnir fyri, tá teir fara til Danmarkar at spæla, kunnu bæði Karina og Sólvá skriva undir uppá. – Vit eru sera væl móttiknar her, og tað hevur ikki verið nakar trupul­ leiki veruliga at gera ein partur av liðnum, sum eisini uttan fyri vøllin hevur gott samanhald. Og vit hava góð ar venjarar, sum veruliga hava nak að at geva, sigur Karina, sum eisini hevur fingið nógva spælitíð á liðnum hjá Gentofte Volley. Hon er byrjað inni í flestu dystunum og er slopp in inn í øllum uttan tveimum. – Eg havi spælt sum miðja, sum er sama pláss, eg eri von við heiman úr Før oyum. Hesar fýra mánaðirnar haldi eg eisini, at eg havi lært ordi­ liga nógv og eri blivin ein betri spælari. Undan Oyggjaleikunum var eg við í bruttohópinum til A­lands­ liðið, uttan tó at koma upp í part, men nú er heilt vist málið hjá mær at koma á A­landsliðið, sum í summar skal spæla EM­ undan kapp­ ing. Eisini Sólvá hevur fingið nógva spælitíð, hóast hon hevur havt ein skaða í økslini at drigist við. Venjarin hevur tí í staðin brúkt hana sum eitt slag av libero, so hóast hon ikki hevur fingið smasjað, er hon sloppin at arbeiða við móttøkunum. – Vøddurin, sum situr millum øksl ina og herðablaðið, hevur gjørt, at eg ikki havi fingið sligið, so tí havi eg ikki fingið spælt sum vant. Men venjarin hevur kortini brúkt meg nógv, so eg havi spælt sum eitt slag av einum eyka libero. Vit hava libero frammanundan, so eg havi verið skift inn og út, alt eftir rotatiónini, tí eg jú ikki havi fingið spælt frammi við netið, greiðir Sólvá frá. – Eg havi alla tíðina fingið viðgerð frá fysioterapeuti og eri so spakuliga við at koma fyri meg og eri so smátt byrjað at sláa aftur. At eg havi spælt inni sum móttøkuspælari, er tíbetur ikki gingið út yvir skaðan, men í staðin havi eg fingið ment mót­ tøkur nar, so eg havi fingið nógv burtur úr allíkavæl. Hug at halda fram Nú stundar til jóla, og bæði Karina Debes og Sólvá Dimon koma heim til Føroya at halda jól, og báðar skulu niðuraftur, tá jólini eru farin aftur um. Sólvá fer tá niðuraftur at halda fram við lestrinum og flog­ bólt inum, meðan Karina bara skal nið ur at venda, tí hon hevur eina roynd eftir. Síðani liggur leiðin hjá henni heimaftur til Føroya, men hon ætlar sær niðuraftur seinni. – Eg fái seinnu helvt av kappingini í Eik­liguni við, nú eg komi heimaftur at spæla við Fleyr. Men eg ætli mær aftur til Danmarkar seinni, og tey í Gen tofte Volley hava longu sagt mær, at eg eri vælkomin aftur til felag ið, tá tað verður. Helst gongur gott og væl eitt ár, men hesir fýra mán aðirnir hava givið mær so nógv, at eg fegin fari aftur til Danmarkar at spæla flogbólt, sigur Karina. Sólvá hevur avtalu við Brøndby Volley fyri alt hetta kappingarárið, men enn er hon ikki greið yvir, hvus­ su tað verður við hennara útbúgv­ ing arviðurskiftum eftir summar­ steðgin. – Eg havi einar tríggjar út búgvingar, eg skal raðfesta, og so tað eisini ein spurningur, hvussu góð ar stundir eg havi, tá eg fari undir eina útbúgving. Men eg spæli flog bólt, tí eg tími tað ordiliga væl, so tá tey her í Brøndby eru opin fyri at halda fram við samstarvinum, er eisini stórur møguleiki fyri, at eg haldi fram, sigur Sólvá. Sólvá og Karina millum tær bestu United fekk bank Bobby Zamora í stórformi og eitt annars væl spælandi Fulham hølvaðu leygardagin ensku meistararnar av. 3­0 gjørdist endaliga úrslitið, og hesa ferð fekk dómarin ikki skuldina fyri tapið. Ístaðin staðfesti Sir Alex Ferguson, at trupulleikarnir í verjupartinum eru ovurstórir, og at tað fyrst og fremst ræður um at fáa Vidic og Ferdinand til reiðar at spæla, áðrenn hann fer at seta kikaran móti nøkrum oddasessi. Lampard trý brotsspørk Tað eydnaðist ikki heilt hjá Chelsea at skræða seg púrasta leyst í oddinum í ensku Premier League, tá liðið sunnudagin skuldi gera sær dælt av tapinum hjá Manchester United leygardagin. Á útivølli ímóti West Ham fekk oddaliðið bara javnleik burtur úr dystinum, sum fyrst og fremst snúi seg um tvey brotsspørk. Tað fyrra av setti Alessandro Diamanti í netið fyri West Ham, men tað seinna fekk av álvara øði í báðar legurnar, og dómarin, Mike Dean, kom rættiliga í brennidepilin. Frank Lampard skoraði fyri Chelsea, men Dean vildi tvær ferðir hava skotið tikið av nýggjum, tí Chelsea­spælarar vóru ov grammir at koma inn í brotsteigin. Triðju ferð varð málið tó góðkent, og Chelsea er nú fýra stig á odda í Premier League. Danska Elitudeildin – kvinnur Nr Lið Dystir Vunnir Taptir Settmunur Stig 1 Holte IF 11 11 0 33- 1 22 2 Fortuna Odense Volley 11 9 2 28- 8 18 3 Brøndby VK 11 8 3 26-11 16 4 Frederiksberg Volley 11 6 5 20-20 12 5 Skovbakken Volley 11 3 8 13-26 6 6 Lyngby Volley 11 3 8 13-26 6 7 Gentofte Volley 11 3 8 12-27 6 8 ASV Århus 11 1 10 5-31 2 Bæði Karina Debes og Sólvá Dimon halda, at tær læra sera nógv, tí tær hvørja viku spæla ímóti góðum liðum, og tær mæla avgjørt øðrum føroyingum at taka stigið og royna seg í donskum flogbólti Mynd: Thomas Guldager