Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 238 - 8. desember 2001 Nr. 238 - 8. desember 2001 31 Lastbilar til sølu Um hóskandi boð fæst, verða hesir lastbilarnir seldir: Volvo F12 8x2, árg. 85, við NCH ISO 2000 weirheis komb. til 20 fót bingjur. Volvo F12 6x2, árg. 84, trekkjari við hydraulikki. Scania 82 6x2, árg. 84, við innilokaðari last við pres- sendingum. Nærri fæst at vita á tlf. 211047 Pf. Heri Thomsen Postboks 9 FO-510 Gøtu Handverkarar Til framleiðslu okkara søkja vit eftir handverkarum at byrja skótast gjørligt. Arbeiðið fevnir mest um framleiðslu av útgerð úr rustfríum stáli. Nomatek arbeiðir innan projektering og framleiðslu av útgerð til fiskivinnuna. Við Sandá • Postmoga 1116 • Fo-110 Tórshavn Tel. 356900 • Fax. 356901 ? Skrivstovunæmingur Søkt verður eftir skrivstovunæmingi at byrja 1. januar 2002. Vit roknað við, at tú hevur FHS, HH ella tilsvarandi prógv. Umsóknir við avriti av møguligum prógvum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. desember. Nærri fæst at vita við at venda sær til Tórhall Thomsen, tlf. 211047 Pf. Heri Thomsen Postboks 9 FO- 510 Gøtu NSÍ skipar fyri innandurakapping í ítróttarhøllini í Runavík í døgunum 14. og 15. desember 2001. Aldursbólkar: · Pinkur 1992-1993 · Gentur 10-12 ár 1990-1991 · Smágentur 12-14 ár 1988-1989 · Pinkulingar 1994-1995 · Smápiltar 1992-1993 · Piltar 1990-1991 · Smádreingir 1988-1989 · Dreingir 1986-1987 Aldursbólkarnir: pinkulingar, smápiltar, piltar, smádreingir, pinkur, gentur 10-12 ár og smágenmtur 12-14 ár, leika við 4 útileikarum og málmanni + eyka leikara. Aldursbólkurin: dreingir, hava 4 útileikarar + eykaleikarar. Liðini skulu hava fótbóltsnøvn (FCK - Newcastle - NSÍ). Luttøkugjaldið er kr. 200,- fyri hvørt liðið. Boðast skal frá tilmelding mánakvøldið 10.12.2001 ella týskvøldið 11.12.2001 millum kl. 19.00-22.00 á tlf. 44 81 00 ella 25 48 52 Tekniskt hjálparfólk Søkt verður eftir ungum fólki til havnadeild okkara at taka sær av eftirliti,viðlíkahaldi og innsavning av dátum í sambandi við vind-, aldu- og streym- mátingar. Tað kann vera ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur støddfrøðiligt studentsprógv e.l., og tað er ein treyt, at hann/hon hevur tøkniligan áhuga og gott innlit á telduøkinum. Neyðugt er, at umsøkjarin hevur koyrikort. Umsókn verður at senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 78, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 10. desember 2001. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast á tlf. 311333, lokal 316. 2 pedagogar til Dagstovnin á Oyri Søkt verður eftir: 1 pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna í vøggustovuni, at byrja 1. februar ella eftir nærri avtalu. 1 pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna í Stórustovu, at byrja 1. februar ella eftir nærri avtalu. Starvið er fyribils eitt ár, við møguleika at halda fram á stovninum. Dagstovnurin er normeraður til 40 børn uppdeild í 3 bólkar: Stórustova 17 børn 4-7 ár Innistova 9 børn 3-4 ár Vøggustovan 14 børn 0-3 ár og vit eru 5 pedagogar og 6 hjálparfólk, sum stravast á stovninum. Vit liggja í náttúruvinarligum umhvørvi við haga og fjøru og leggja stóran dent á at nýta hetta í gerandisdegnum. Starvið verður lønt sambært sáttmála við Peda- gogfelagið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leið- aran Rosu Prestá á tlf. 422552 ella á tlf. 227852. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 21. desember og sendast til Dagstovnin á Oyri 450 Oyri Gravimaskina Liebherr 942 til sølu. Tlf. 317585 Fólk søkist til grillbar, skiftandi og fastar vaktir at velja ímillum. Grill 2000 Per Mohrsvegur 7 Tlf. 322003 – 213388 Starvið Nú undirvísingarleiðari okkara fer úr starvi er eitt áhugavert og fjøllbroytt starv sum undirvísingarleið- ari leyst at søkja í Vinnu- og Miðnámsskúladeildini. Høvuðsuppgávurnar hjá undirvísingarleiðaran- um verða m.a. at: • Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar serliga innan tað maritima økið • Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a. • Málsviðgerð • Luttaka í verkætlanum t.d. innan dygdarmenning, bæði á stovnum undir stýrinum og innanhýsis.Har- umframt kunnu nevnast útbúgvingar til eina møguliga framtíðar oljuvinnu • Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar deildir, stovnar og áhugafelagsskapir • Fremja samstarv við vinnulívið o.o., ið varða av økinum Undirvísingarleiðarin skal tryggja, at nevndu upp- gávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at mannagongdir eru í samsvar við nútímans krøv. Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarnir hava • Viðkomandi hægri útbúgving • Áhuga fyri at arbeiða við dygdarmenning (kvalitetssikring). Kunnleiki til hetta øki gevur fyrimun • Góð samstarvsevni og hug at arbeiða í bólkum • Førleika at menna samstarvið við vinnulívið og áhugafelagsskapir • Áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggj- ar leiðir Vit bjóða Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møgu- leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi tætt saman við politisku myndugleikunum og stovn- um innan undirvísing og mentan. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Viðmerkjast skal,at setanarøkið fevnir um aðalstýrini, Løgmansskrivstovuna og deildir tess. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til: Mentamálastýrið Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. desember 2001. Starvið verður sett skjótast til ber. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Eyðgunn Samuelsen, deildarstjóra, á tlf. 355050. Undirvísingarleiðari (Sjómansskúlarnir og Maskinmeistaraskúlin) Mentamálastýrið Vinnu- og Miðnámsskúladeildin Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Øki hjá Vinnu- og Miðnámsskúladeildini umfatar studentaskúlarnar, HF-skeiðini, handilsskúlarnir, teknisku skúlarnir, Fiskivinnuskúlan, sjómansskúlarnir,Maskinmeistaraskúlan og lærlingaútbúgvingar. Søkt verður eftir lærara til timburdeildina Starvið er fulltíðarstarv. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum húsasmiður, og hava minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið. Umsøkjarar við hægri útbúgving hava fyrimun. Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landstýrið og FTL. Tann, ið settur verður, skal byrja í starvinum 1. januar 2002. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og starvstíð skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 12. des. 2001. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til skúlan, tlf. 311957 Tekniski skúlin í Tórshavn Marknagilsvegur 75, Postmoga 239 FO-110 Tórshavn Tlf. 311957, telefaks 316621 E-post: tst@tst.fo Skrivstovufólk Søkt verður eftir fólki at arbeiða í 1/2 tíð hjá Tórs- havnar havn. Arbeiðsuppgávur: Útrokning av vørugjaldi Journalisering (DocuLive) Telefonavgreiðsla Skrivligt samskifti Annað skrivstovuarbeiði Setanarviðurskiftir: Starvið verður sett 1. januar 2001 ella skjótast til ber. Løn sambært sáttmála millum Kommunala Ar- beiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónsvein Lamhauge tlf. 31 17 62 Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum viðmælum, skulu vera Tórshavnar havn, Postboks 103, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 17. desember 2001. Tórshavnar havn Nýtt Nýtt... Grill 2000 er opnað. Í tí sambandi hevur Video 2000 tilboð allan desember mánað Leiga 1 film fyri 25,- ella leiga 3 filmar fyri 60,- Video & Grill 2000 Per Mohrsvegur 7 188 Hoyvík Tlf. 322003 · Fax 316290 Kvinna søkist til handil Vit sóknast eftir tilkomnari kvinnu til handilin at byrja 2. januar 2002. Arbeiðtíðirnar eru hesar: kl. 05.30 - 13.15 kl. 13.00 - 19.00 allar dagar í vikuni Frants Restorff Tórsgøta 13 Tlf. 311060 Postmoga 41 110 Tórshavn C M Y K 31 30