týsdagur 22. desember 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 245 - 22. desember 2009
Tað kom dátt við
hjá leirvíkingum
a frætta, at heldur
ikki næsta ár er eitt
klovið oyra sett av til
illa umstrídda vegin
ígjøgnum Leirvík
í sambandi við
Norðoyatunnilin
NorðoyatuNNil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlanin var, at fimm milli
ónir skuldi setast av til
vegin, men tá ið fíggjarlógin
hevði verið ígjøgnum myll
una hjá fíggjarnevndini,
vórðu eisini tær strikaðar,
so nú er ikki eitt oyra til
vegin.
Jóhan Christiansen, borg
arstjóri í Eysturkommunu,
er alt annað enn fegin um
úrslitið, men hann vil onki
siga, fyrrenn býráðið hevur
havt høvi at viðgera spurn
ingin.
Fríðgerð
Heinesen
er
varaborgarstjóri og hon var
eisini borgarstjóri í teirri
gomlu Leirvíkar Kommunu,
sum síðani er løgd saman
við Gøtu undir heitinum
Eysturkommunan.
Heldur ikki hon vil siga
so nógv, fyrrenn býráðið
hevur viðgjørt málið.
Men hon sigur, at leirvík
ingar eru so illa viðfarnir
av landsins myndugleikum
í so nógv ár, at í grundini er
hon ikki kløkk av at frætta,
at tað verður heldur ongin
vegur næsta ár.
Onkuntíð hava leirvík
ingar verið so leiddir og
keddir, at teir hava róð
framundir at siga sáttmálan
upp við tunnilsfelagið, sum
loyvir teimum a binda
tunnilsvegin í tann komm u
nala vegin. Tað skuldi so
ført við sær, at tunnils veg
urin ikki kundi vera bundin
í kommunala vegin longur.
Tað vil hon onki siga um
enn, men hon staðfestir, at
íbindingarloyvið gekk út á
nýgjárinum, so hetta sein
asta árið hevur onki loyvi
verið.
Men hon heldur kortini,
at hetta kann vera ein góður
lærupengi
hjá
øðrum
komm unum um ikki at geva
landinum nakrar sum helst
sømdir, fyrrenn púra greiðar
og bindandi avtalur fyri
liggja.
Hon sigur, at tað hevur
elvt til stórar trupulleikar,
at vegurin ikki verður
gjørd ur,
tí
leirvíkingar
liggja við eini nýggjari
bygda ætlan, sum ikki kann
samtykkjast og tað hevur
forða kommununi í at gera
grundstykki til sethús og
vinnubygningar.
Smyril hevur ikki
sett ferðina niður
Strandferðslan avsannar upplýsingar frá
løgtingsformannnum um, at Smyril hevur
sett ferðina niður fyri at spara olju
Smyril
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Strandfarskipið, Smyril, hevur sett ferðina niður fyri
at spara olju.
Hetta staðfesti Hergeir Nielsen, løgtingsformaður
og sjálvandi eisini løgtingsmaður, á tingsins røðarapalli
fríggjadagin.
Sum ikki einaferð, vóru løgtingslimir endaðir í ein
um drúgvum orðaskifti um Strandferðsluna, túratal,
skip og ferðaætlanir.
Undir tí orðaskiftinum førdi Hergeir Nielsen fram,
at nú hann var komin úr Suðuroy til Havnar, hevði
túrurin vart tveir tímar og eitt korter.
Tað tók hann sum prógv fyri, at Smyril hevur sett
ferðina niður fyri at spara olju.
Men hetta avsannar Conrad Gaard Joensen, rakstrar
leiðari hjá Strandferðsluni púra avgjørdur.
Hann sigur, at tað er rætt, at Smyril hevur siglt nakað
spakuligari í tveir dagar, men at tað hevur sínar nátúr
ligu forkláring.
Týsdagin varð ein motorur steðgaður, tí eitt filtur
til brennievni skuldi skiftast. Av tí sama hevur Smyril
siglt við trimum motorum í týsdagin og mikudagin og
tað ávirkaði sjálvandi ferðina.
Men hósdagin varð motorurin startaður aftur og tá
sigldi Smyril aftur við vanligari ferð.
Og Conrad Gaard Joensen sigur, at vanlig ferð er, tá
ið Smyril hevur ein tíma og 55 minuttir um túrin
ímillum Krambatanga á Trongisvágsfirði og Havnina
og tað roynir skiparin at halda seg til.
Smyril hevur siglt spakuligari í tveir dagar, men tað hevur
sína nátúrligu forkláring, sigur Strandferðslan
Seinnapartin fríggja
dagin samtykti Løg
tingið lógina um
tað almennu heilsu
trygdina. Heilsu
trygd in kemur í gildi
á nýggjárinum og tað
merkir, at nýggjárs
aftan fara teir gomlu
sjúkrakassarnir í
søguna
HeilSutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Øll skulu nú rinda sama
gjald, 245 krónur um mán
aðin, í almennu heilsu
trygd ina og tað verður
TAKS sum skal standa fyri
innkrevjingini.
Tann 1. apríl 2010 kemur
eisini ein nýggj tilskots
skipan til heilivág gildi.
Tilskotið til heilivág verður
roknað eftir einum nýggjum
samhaldsføstum leisti, har
tey, sum brúka mest pengar
til heilivág fáa mest end
urgoldið frá Heilsutrygd,
sigur Aksel V. Johannesen,
landsstýrismaður í heilsu
málum.
Tað er eisini mark fyri,
hvussu nógv borgarar sjálv
ir skulu gjalda fyri heilivág.
Ung undir 18 ár og eldri
yvir 67 ár koma sambært
nýggju lógini ongantíð at
gjalda meira enn 1.195
krónur um árið fyri heilivág.
Hjá teimum í aldrinum 18
til 67 ár er hámarkið 1.600
krónur um árið.
Grundreglan er, at tað
ikki eigur at verða ein fíggj
arligur smeitur fyri tey, ið
vegna sjúku hava tørv á
nógvum ella kostnaðar
miklum
heilivági,
sigur
lands stýrismaðurin.
Bíligari kostískoyti
Somuleiðis skal Heilsutrygd
veita stuðul til kostískoyti,
merkivørur og annað.
Hjá nógvum rakti tað
meint, tá ið almenni stuðul
in til hetta varð tikin burtur
í summar. Men nú skal ein
nevnd gera ein lista yvir
merkivørur og annað, sum
skul fáa tilskot frá Heilsu
trygd.
– Dømi um kostískoyti
og merkivørur, sum kunnu
væntast at fáa stuðul eru
lactulosa, kolkískoyti, ym
isk krem til húðrøkt o.s.fr.
Tann 1. januar 2011 fáa
allir føroyingar eisini eitt
nýtt altjóða heilsutrygdar
prógv og heilsutrygd verður
partur av Talgildu Heilsu
skipanini.
Og seinasta stigið verður
tikið tann 1. januar 2012, tá
ið gjaldið til Heilsutrygdina
verður tikið av so at hon
verður
fíggjað
umvegis
vanliga skattin.
Um 10 dagar fara sjúkra-
kassarnir í søguna
Leirvíkingar illa við
Nú er greitt, at tað verður heldur
ikki næsta ár, at illa umstríddi
Leirvíksvegurin verður gjørdur
Sjey avhopparar
Sjey fólk eru flýdd úr Norðurkorea til grannalandið
Suðurkorea. Sambært teimum suðurkoreonsku
myndug leikunum flýddu tey eftir sjónum, og júst tað
verður hildið vera sera hættisligt, tí norðurkoreanar
halda eitt vakið eyga við havleiðunum millum londini.
Reuters skrivar, at tey sjey komu í land í gjár, og at tey
alt fyri eitt fóru til avhoyringar hjá fregnartænastuni.
Júst nú er vandi fyri øktum spenningi millum kore
onsku londini londini, tí stýrið í Norðurkorea hóttir við
at fara undir eina herflotavenjing úti fyri vestur strond
ini, skrivar Reuters.
Obama í jólahýri
Tann seinasta tíðin hevur verið strævin hjá ameri
kanska forsetanum, Barack Obama, sum hevur havt úr
at gera í sambandi við veðurlagsráðstevnuna og upp
skotið um nýskipan innan amerikanska heilsuøkið. Tí
mundi tað kennast sum ein lætti, tá hann í nátt setti
seg at lesa jólasøgur í einum klubba í Washington.
Áhoyrararnir, sum vóru millum seks og ellivu ára
gamlir, fingu eisini smákøkur frá forsetanum, sum
eisini royndi at fregnast eftir, hvat børnini ynsktu sær
í jólagávu. At enda sluppu børnini á eina mynd saman
við forsetanum.