týsdagur 22. desember 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 245 - 22. desember 2009
Vil gera Rúsuna til
alment partafelag
Johan Dahl ætlar nú at virka fyri, at Rúsan verður eitt
alment partafelag.
Hann sigur, so verður Rúsan púra leys av fíggjarlógini
og at tað fer at geva stovninum nógv størri frælsi at
virka og at leggja síni egnu viðurskifti og framtíð til
rættis.
Eitt nú kann Rúsan læna pening til ávís endamál,
hevur hon tørv á tí.
Johan Dahl sigur, at hetta fer at gera hana leysari av
politisku skipanini og tað heldur hann, at hon hevur
uppiborið.
- Tað sum fyrifórst í Løgtinginum nú ein dagin, har
politikarar brúktu langa tíð upp á at kjakast um, antin
Rúsan var í sínum góða rætti at brúka 1,5 millión til at
flyta í nýggjan bústað herfyri, hoyrir ikki heima.
– Tað er óheppið, at politikarar viðgerða vanlig
rakstrarlig viðurskifti hjá Rúsuni. Hon hevur krøv um
avkast til landskassan og tí má hon fáa frælsi at virka,
so hon fær útvegað hetta avkastið.
Hann staðfestir kortini, hóast Rúsan verður alment
partafelag, fer tað ikki at broyta endamálið við rús-
drekkapolitikkinum tað allarminsta, tí hann skal fram-
vegis vera at tálma nýtsluna. Tað fer heldur ikki at
ávirka íkastið hjá Rúsuni til landskassan, tí hon kemur
at betala vinningsbýti, akkurát sum onnur almenn
parta felag.
Áki
Rúsan skal hava fríari ræsir at leggja síni egnu viðurskifti
til rættis, heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í
vinnumálum
Tingarbeiði
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er tíverri demo-
kratiskt!
Tað
staðfesti
Hergeir
Niel sen, løgtingsformaður,
um tað sum er for fram í
løgtinginum um vikuskift-
ið.
Samgongan slúsaði eina
ørgrynnu av málum ígjøg-
num løgtingið uppá tveir
dagar fyri at sleppa í jólafrí
leygardagin og í tí sam-
band inum fekk hon Løg-
tingið at atkvøða um at
víkja frá øllum tíðarfreistin
í teimum málum, sum eru
til viðgerar.
Okkurt av hesum eru
stór mál, serliga fíggjarlógin
fyri næsta ár, sum eisini
skuldi avgreiðast leygar-
dagin.
– Tá ið ein meiriluti av
løgtingslimum
atkvøður
fyri at víkja frá øllum tíðar-
freistum, fær tingformað-
urin onki gjørt uttan at akta
meirilutan, segði hann við
Rás2.
– Løgtingsformaðurin er
settur út av spælinum, legði
hann afturat.
Men hann duldi ikki fyri,
at honum dámar hetta illa.
– Tað hóvar mær stak illa
at umsita hetta arbeiðslagið,
segði hann við Rás2.
Hann heldur, at tað er
ábyrgdarloysi av grovasta
slag av samgonguni at
trumfa øll málini ígjøgnum.
Og
leygardagin
skuldi
fíggj arlógin so eisini trumf-
ast ígjøgnum, sum hann
málber seg, hóast tinglimir
ikki fingu hana fyrrenn
seinnapartin fríggjadagin.
–
Tingarbeiðið,
sum
skuldi verða alt heystið,
varð nú trumfað ígjøgnum
eftir tveimum døgum.
Hann sigur, at skipanin er
so, at víkjast kann frá tíðar-
freistum í serligum føri og
samgongan metir so, at
hetta er eitt serligt føri.
Men
Hergeir
Nielsen
ivast í, um tinglimir rætti-
liga vita, hvørjum teir at -
kvøddu fyri, ella ímóti.
– Onki vanligt menniskja
kann hava yvirlit yvir alla
lóggávuna, sum varð koyrd
ígjøgnum Løgtingið hesar
báðar dagarnar, sigur hann,
tí ongin fær høvi at hugsa
seg um ella ráðføra seg við
nakran og tá er ivingarsamt
um tingfólk ikki altíð eru
greið yvir, hvørjum tey
at kvøða fyri ella ímóti.
Løgtingsformaðurin
settur til viks
PoliTikaralønir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eftir nýggjár fer Sjálv-
stýrisflokkurin at leggja
uppskot fyri Løgtingið um
at tinglimir skulu missa
allar samsýningar, sum teir
fáa afturat vanligu lønini
sum løgtingslimir.
Tað staðfestir Kári P.
Høj gaard, formaður flok-
sins.
Hetta kemur í kjalar vørr-
inum á einum uppskoti frá
Sjálvstýrisflokkinum
og
Miðflokkinum um at víðka
formansskapin úr trimum
upp í fimm limir, so at teir
lítlu flokkarnir eisini fingu
umboð í formansskapin
Smáu flokkarnir hava
eisini sett ynski fram um at
eru víðka nevndina við løg-
tingsgrannskoðarunum, so
at teir minstu flokkarnir
eisini fáa umboð har.
Teir meta, at hetta gevur
teimum størri møguleikar
at fylgja við í politiska ar -
beiðnum og teir halda held-
ur ikki, at tað er nøkur
mein ing í, at teir stóru
flokk arnir skulu velja løg-
tingsgrannskoðarar
síná-
millum so at teir skulu sita
og eftimeta seg sjálvar.
Men í hesum sambandi
varð skotið teimum smáu
flokkunum í skógvarnar, at
teir nú vildu økja almennu
útreiðslurnar, tí nevndar-
limirnir fáa eyka samsýn-
ingar.
Hetta fekk teir smáu
flokkarnar at føra fram, at
verður hetta gjørt til ein
spurning um pengar, eru
teir til reiðar at leggja
uppskot fyri Løgtingið um
at avtaka allar eyka sam-
sýningar, sum løgtingslimir
fáa afturat vanligu lønini
sum løgtingslimir av tí at
teir eru limir í ymsum
nevnd um hjá Løgtinginum.
Kári P. Højgaard heldur
eisini, at tað er heilt órími-
ligt, at landsstýris menn,
sum fara frá og enda í løg-
tinginum, skulu fáa tvær
lønir í fleiri mánaðir, tí
hetta kostar landskassanum
milliónir. Tí fer hann eisini
at skjóta upp at politikarar,
ið koma soleiðis fyri, skulu
bara varðveita tað hægru
lønina og missa tað lægru.
Løgtingslimir skulu missa allar eykalønir
Tingformaðurin ivast í um tinglimir eru fullgreiðir yvir, hvat teir gera
Hægri avgjøld
Íslendska Altingið samtykti í gjár eitt uppskot frá
stjórnini um at hækka ymisk avgjørd so sum meirvirðis-
gjaldið og avgjøldini á tubbaki, rúsdrekka og bensini,
og tilsamans skulu hækkingarnar geva ríkiskassanum 14
milliardir íslendskar krónur næsta ár. Eitt nú hækkar
avgjaldið á tubbaki og rúsdrekka 10 prosent á nýggj-
árinum. Samstundis hækka gjøld fyri ymsar almennar
tænastur, sum hava verið óbroytt tey seinastu fimm
árini. Eitt nú hækka rættargjøldini heili 50 prosent, og
eitt mál við tí er at avmarka talið á sokallaðum
smámálum, sum ofta enda í rættinum.
Pressan gjørdi ov nógv av
Influensa A var ella er als ikki so vandamikil, sum fólk fingu at
vita, og fjølmiðlarnir hava skyldina. Tað er í hvussu er
niðurstøðan av einari kanning, sum danska heilsustýrið hevur
gjørt, skrivar Politiken. Har svara 73 prosent av teimum spurdu,
at fjølmiðlarnir gjørdu alt ov nógv av og gjørdu sjúkuna nógv
vandameiri, enn hon vísti seg at vera. Men Stig Hjarvard,
professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, verjir
fjølmiðlarnar og rósar teimum fyri at hava havt tunguna mitt í
munninum í hesum máli. Sambært heilsustýrinum hava 300.000
danir havt Influensa A, harav helmingurin eru børn. 23 fólk eru
deyð.