týsdagur 22. desember 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 245 - 22. desember 2009
Uppslagsbókin Hugtøk í
bókmentafrøði er komin út
í aðru útgávu við 80 nýggj
um leitorðum.
Millum nýggju leitorðini
eru abstraktur, bókadagur,
broyting, deixis, eykamerk
ing, føroyskur dansur, Før
oyingasøga,
gandareal
isma, hugstroymi,impressio
nisma, krimisøga, mann
frøði, nøtrisøga (en. Gothic
novel, thriller, da. gyser),
orðatak, patos, rammusøga,
støkkprosa, týðing, upp
gjørd eyðmýkt, Vøluspá,
yvirstig, ævintýr.
Bókin lýsir nú umleið
1000
bókmentafrøðilig
hugtøk, bæði føroysk og
almenn. Hon er ætlað hægri
skúlum og øllum bókmenta
áhugaðum. Forlagið Ungu
Føroyar gevur út.
Greinar eftir
Sigrið av Skarði
Vør – Greinir 19371972 er
heitið savni við greinum
eftir Sigrið av Skarði Joen
sen, sum kom út herfyri
Bókin er 107 síður.
Sigrið av Skarði Joensen
(19081975) var útbúgvin í
søgu og enskum og tók lut í
politikki, samfelagsmálum
og mentan. Evnini í greina
savninum eru politikkur,
søga, mentan, kvinnurætt
indi og fólk í samtíðini.
Greinir eru um eitt nú Mariu
Mikkelsen,
Katrinu
á
Trøllanesi og Hjørdis Djur
huus Nielsen. »Vør« (varin,
ansin) var ein av nørrønu
gudinnunum, og Sigrið nýtti
viðhvørt hetta dulnevnið
undir blaðgreinum.
Forlagið Ungu Føroyar
gevur út.
Thomas Hardy
á føroyskum
Stuttsøgurnar »Konuni til
vildar« og »Deyða hondin«
eftir
mæta
rithøvundan
Thomas Hardy eru nú
komnar í føroyskari týðing
í bókini Konuni til vildar.
Thomas Hardy (18401928)
er kendastur fyri ta heims
gitnu skaldsøguna Tess of
the d’Urbervilles (1891).
Hesin mæti enski søguhøv
undurin skrivaði harmborn
ar søgur um, hvussu menn
iskju í blindum at leita eftir
eydnuni,
meðan
lagnan
skákar sær sínar egnu vegir.
Soleiðis er eisini í hesum
søgunum, “Deyða hondin”
og “Konuni til vildar,” sum
fara
fram
á
bygd
í
Suðuronglandi, har minnið
livir um sagnir úr fornum
tíðum.
Høvundurin
er
ávirkaður bæði av upplýsing
og romantikki, men telst
kortini millum naturalistar.
Hann lýsir stættamótsetn
ingarnar í samfelagnum og
finst hvassliga at kenslukúg
anini, sum fer fram í hjúna
bandinum og í kirkjuni.
Sigrið av Skarði Joensen
(19081975) týddi søgurnar.
Ungu Føroyar geva út.
1196 orðatøk á
føroyskum
Fátt er betri eitur nýggja
bókin, ið inniheldur 1196
orðatøk á føroyskum. Bókin
savnar og skipar føroysk
orðatøk, so lætt er at finna
hóskandi orðatak til eitt
hvørt høvi. Bókin er skipað
í tveir partar: Í fyrra part
inum eru orðatøkini skipað
eftir innihaldi og í seinna
partinum í bókstavarøð. Páll
Isholm hevur ritstjórnað
bókina, sum kemur út á
Forlagnum Brattalíð í Gøtu.
Í ár sleppa børnini at síggja uppaftur fleiri tekningar hjá
fýra ára gomlu Miu, sum í síni nýggju bók teknar trøll og
huldufólk saman við abbanum
Nógv børni minnast uttan iva Dagbókina hjá Miu, sum
kom út í fjør við tekningum hjá fýra ára gomlu Miu og
abba hennara, tá tey bæði bíðaðu eftir, at foreldrini hjá
Miu skuldu koma aftur úr Danmark.
Nú eru foreldrini komin aftur, men Mia er ikki sloppin
í barnagarð, so hon og abbin hava góða tíð at hugna sær
og tekna saman. Í nýggju bókini, sum eitur Eru trøll og
huldufólk til?, eru tey bæði farin tríggjar túrar út í
ævintýrheimin, har tey síggja alskyns trøll og huldufólk.
Og meðan Mia teknar og málar, hjálpir abbin henni við
at siga spennandi søguna, um alt tað, tey síggja.
Thomas M. Smith, Eru trøll og huldufólk til?, Egið
forlag, 2009
Pápi Mostafa heldur, at týdningarmesta í allari verðini er at lesa. Hann
er púra vísur í, at um bara fólk lesa, so verða tey klók og fáa alt rætt
til allar próvtøkur. So Mostafa situ á bókasavninum og lesur meðan,
hinir dreingirnir sparka fótbólt. Men Mostafa er framvegis býttlingurin
í flokkinum, so tá hann ein dagin fær fatur á einum gandakeppi,
vendist lív hansara fullkomiliga á høvdið. Knappliga dugir hann at
svara øllum spurningum, og eftir einum degi verður hann kendur í
sjónvarpinum. Men stóra broyingini hevur sín prís ...
Bókdeildin gevur út bókina Gandakeppurin eftir Petter Lidbeck
-ave-
Í bókini Hannis og Bjørn
hild hoyra børnini stuttligu
søguna um eitt heldur
ósannlíkt vinalag og um
tolsemi.
Hvønn morgun springur
Hannis upp úr songini. Tá
ið klokkan slær seks, fær
hann sær tvær gularøtur,
meðan hann lesur tíðinda
blaðið, sópar gólvini, vaskar
upp, turka dustið burtur og
gevur blómunum vatn. So
setur hann seg í lenistólin
og hyggur væl nøgdur at
snotiligu húsinum.
Hvønn morgun svevur
Bjørnhild leingi. So fær
hon sær tvær hunangskøkur
og eitt stórt krúss við
heitum kakao. So tosar hon
í telefon eina løtu. Eftir tað
er tíðin komin til ein blund.
Fara Hannis og Bjørnhild
nakrantíð at gerast vinir?
Vónirnar eru ikki serliga
góðar, tí tey bæði eru sera
ymisk.
Tað er Bókadeildin sum
gevur út bókina um Hannis
og Bjørnhild
-ave-
Væl umtókta og sera stuttliga skaldsøgan
Popptónleikur úr Vittula er nú komin út á
føroyskum
Popptónleikur úr Vittula er ein garrvill, sjarmerandi og
poetisk søga um dreingirnar Matti og Niila og uppvøkstur
teirra í bygdini Vittulajänkkä, ella Vittula, í Norðursvøríki,
heilt uppi við finska markið.
Søgan fer fram í 60'unum og 70'unum, tá ið nýggja
tíðin umsíðir kemur til fjarastu avbygdirnar í Svøríki.
Vegir verða asfalteraðir, smájarðarbrúk verða avtikin,
fremmandir trúboðarar vitja – og tónarnir frá Elvis og
Beatles gera innrás.
Eldru ættarliðini halda lítið um alt hetta nýggja. Minnini
um hungursárini í 30'unum og tann serliga kristnitrúgvin
hava fest djúpar røtur í
bygdarfólkið, og tey halda
treiskliga fast í gamlar
siðir sum sjómanstak, at
rætta tong, manndóms
roysni í sauna'unum og
heimabrenning. Og tá ið
brúdleyp er, er besta und
irhaldið at fara til hendurs.
Mitt í øllum hesum
droyma Matti og Niila um
at gerast rokkstjørnur.
Popptónleikur úr Vittula
eftir Mikael Niemi (f.
1959) er ein tann best
umtókta og mest selda
svenska skemtiskaldsøgan
hesumegin
aldaskiftið.
Hon varð gjørd til film í
2004, og við týðingini hjá
Hjalmari P. Petersen til
føroyskt, er hon týdd til 27
mál.
Tað er forlagið Sprotin,
sum gevur út týðingina.
-ave-
Mia teknar enn
í dagbókina
Lítla Mia
teknar enn
í dagbókina
hjá sær
- hesaferð
teknar hon
trøll og
huldufólk
80 nýggj bókmentahugtøk
Skemtiskaldsøga á
føroyskum
Kenda søgan um bygdafrellini
Matti og Niila, sum droyma
um at gerast rokkstjørnur, er
nú komin á føroyskum
Óvanligt vinalag
Hannis og Bjørnhild eru sera
ymiskt, so tey kunnu neyvan
blíva vinir, ella hvussu ...?
Tá Mostafa
setur ganda-
keppin á
høvdið, er
hann alt
annað enn
býttlingurin
í flokkinum
longur
Mostafa verður klókast av øllum
25 kuldastig í Italia
Tann nógvi kuldin, sum hevur herjað stórar partar av
Evropa í seinastuni, hevur kravt í minsta lagi 60 manna
lív. Bara í Pólandi eru minst 15 fólk funnin deyð, men
tíðindastovurnar siga, at tað veruliga talið kann vera nógv
størri. Í Kekkia hava níggju fólk latið lív. Talan er í flestu
førum um heimleys, sum eru deyð í kulda, men fleiri eru
eisini deyð í ferðsluni. Í Eysturevropa hevur tað fryst
millum 15 0g 20 stig, og í italska landspartinum Abruzzo
vóru 25 kuldastig, sum er heilt óvanligt har um vegir.
Eisini í Serbia, Kroatia, Bulgaria og Spania hevur tað
verið sera kalt.
Polanski sleppur ikki
Ein dómstólur í Kalifornia hevur havnað einari áheitan frá
tí kenda filmsleikstjóranum Roman Polanski um at sleppa
einum gomlum máli ímóti sær. Málið er frá 1977, tá
Roman Polanski bleiv ákærdur og dømdur fyri at hava
gjørt seg inn á eitt barn kynsliga. Stutt eftir flutti Polanski
til Evropa, og hann hevur ikki verið í USA síðani. Herfyri
bleiv hann tikin í Sveis eftir áheitan frá amerikonsku
myndugleikunum, og nú bíðar hann eftir avgerð um, nær
hann verður sendur til USA.