Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Nr. 245 - 22. desember 2009 Kappingar­ avlaging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Menninir aftanfyri Sjó­ vinnudepilin í Havn, CMM, hava nú gjørt av at stevna Fiskimálaráðnum við kravi um 9,2 milliónir í endur­ gjaldi. Tað gera teir Lassi Borð­ oy og Sjúrður Guðjónson púra greitt, nú samgongan hevur givið trygdarmið­ støð ini í Klaksvík eina eyka játtan upp á 9 milliónir krónur og eisini hevur givið henni rakstrarjáttan á fíggj­ arlógini fyri næsta ár. Teir staðfesta, at hóast teir eru teir einastu, sum verða ávirkaðir av hesi eykajáttan, eru teir ikki hoyrd ir í málinum og ei heldur vórðu teir kallaðir til fund í fíggjarnevndini at føra síni sjónarmið fram. Teir vísa á, at fyrr í ár kom kappingarráðið til ta niðurstøðu at Fiski mála ráð­ ið brýtur kappingarlógina um ráðandi støðu á markn­ aðinum, tá ið tað játta trygdarmiðstøðini í Klaks­ vík pening. – Vit meta tí, at henda játt an, og eisini játtanin fyri 2010 til rakstur og íløgur, eru grovt brot á hesa avgerð. Tað sær ikki serliga gott út í einum demokratiskum landi, tá lóggevandi valdið ikki yvirheldur egnu lógir, siga Lassi Borðoy og Sjúrð­ ur Guðjónsson. Teir staðfesta, at hetta málið hevur gjørt tað, at lán veitari teirra hevur sagt upp øll lán, soleiðis at virk­ ið, av landsins myndugleik­ um, er tvingað at lata aftur, sum teir málbera seg í skrivi til fíggjarnevndina hjá Løg­ tinginum í sambandi. – Okkara virkið skuldi annars vera eitt nýskapandi virkið innan sjóvinnuna og skuldi skapa avleitt virk­ semi í samband við FAS­ skipanina. Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hevur fingið almennan stuðul til at knúsa ein privatan kappingarneyta, siga menninir aftanfyri Sjóvinnudepilin í Havn, sum nú má snara lykilin Krevja 9,2 milliónir í endur gjaldi frá fiskimálaráðnum Thorshøvdi klárur Norska skipasmiðjan Fiskerstrand Verft og litavska skipasmiðjan Western Shipyard eru nú lidnar at umbyggja verksmiðjutrolaran "Thorshøvdi", sum skal í Suðurhøv at royna eftir krill. Skipið, sum er 10 ára gamalt og 133 metrar langt, var upprunaliga farmaskip. Umbyggingin hevur tikið longri tíð enn ætlað og er eisini vorðin dýrari enn ætlað, so í dag stendur skipið eigarunum í 860 milliónum norskum krónum, skrivar Sunnmørsposten. Ein talsmaður fyri norska reiðaríið sigur við blaðið, at umbyggingin hevur drigið út og er dýrkað, tí eigararnir vildu hava tað besta fyri peningin. Seks nýggir kommunulæknar Nú verður av álvara sett ferð á útbúgving av kommunulæknum í Føroyum. Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.Økta játtanina á fíggjarlógini fyri 2010 merkir, at heili seks yngri læknar kunnu koma í útbúgving til kommunulækna komandi ár. Tað er eingin loyna, at kommunulæknaskipanin er undir trýsti og kemur undir enn størri trýst framyvir. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur tí raðfest at fáa til vega 500.000 krónur eyka soleiðis, at fleiri yngri læknar kunnu koma í útbúgving til kommunulæknar. Við øktu játtanini kunnu tvey introduktiónsstørv og eitt útbúgvingarstarv á almen medisin setast í vár. Seinni í heyst verða tvey útbúgvingarstørv og eitt introduktiónsstarv sett afturat. Vilt tú vera við at marknaðarføra Smyril Line á netinum og at samskifta online við málbólkin hjá okkum í Føroyum, Danmark, Týsklandi og aðrastaðni í Evropa, so hava vit eitt sera spen- nandi starv til tín. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum skilir týd- ningin av online-samskifti, og sum kann gera Smyril Line sjónligt fyri umheiminum á interneti- num. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum hevur dirvi og vilja, og sum skilir týdningin av online- marknaðarføring. Vit bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv í ein- ari vaksandi fyritøku, sum heldur til í Tórshavn, Keypmannahavn, Hanstolm og Kiel. Størsta ábyrgdarøkið verður at samskipa sam- skiftið á netinum, syrgja fyri at Smyril Line verður sjónligt, har tað er neyðugt, millum annað á Google og øðrum leitimaskinum, skriva tekstir, viðlíkahalda heimasíður og annað. HØVUÐSUPPGÁVUR: – Styrkja Smyril Line á online-økinum – Samskipa aktivitetir í sambandi við dagføringar o.a. á heimasíðunum – Skriva tíðindi til heimasíðurnar – Dagføra tekstir og myndir – Syrgja fyri, at øll produkt eru at fi nna – Syrgja fyri, at alt sær gott út – Supportera allar skrivstovur á samskiftisøkinum VIT VÆNTA, AT TÚ: – Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt – Hevur royndir á økinum – Hevur viðkomandi útbúgving – Dugir væl at samskifta við starvs- felagaðar og onnur – Dugir at orða teg í minsta lagi á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu – Hevur royndir við CMS-skipanum Internetsamskipari til Smyril Line Hevur tú spurningar um starvið, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við marknaðarstjóran, Henny á Líknargøtu, á +298 551511 ella á henny@smyril-line.fo. Starvið skal setast skjótast til ber, so um hetta hevur tín áhuga, verður tú vinarliga biðin um sum skjótast at senda okkum tína umsókn við teldubrævi til henny@ smyril-line.fo ella við vanligum brævi til: Smyril Line Yviri við Strond 1 Postboks 370 FO 110 Tórshavn