týsdagur 22. desember 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Nr. 245 - 22. desember 2009
Klaksvíkar vil nú
hava at vita, hvat skal
til fyri at fáa fólk at
støðast, so at vøkst
ur kann skapast í
kommununi
Menning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú vil Klaksvíkar býráð
hava haldgóð prógv fyri,
hvat tað er, sum fær fólk at
støðast í býnum og hvat fer
klaksvíkingar at búsetast
aðrastaðni.
Tí hevur býráðið nú sett
ein vakstrarbólk, sum skal
geva býráðnum trygga bak
grund at byggja á, tá ið ætl
anin fyri framtíðina skulu
stingast út í kortið.
Gunvá við Keldu, borg
arstjóri sigur, at vit hava
altíð havt nógvar meiningar
um, hvat tað, sum fær fólk
at støðast á einum plássi
ella øvugt: Hvat tað er, sum
manglar, tá ið fólk at velja
eitt pláss frá.
– Eitt nú hava vit altíð
hild ið, at eitt ríkt og fjøl
broytt mentanarlív, skapar
trivnað og dregur fólk til
sín.
Men
borgarstjórin
í
Klaks vík noyðist at stað
festa, at hóast Klaksvík í
nógv hevur borið orð fyri at
hava eitt ríkt mentanarlív,
hava vit ikki sæð hetta sæð
hetta aftur í einum veksandi
fólkatali.
– Vit hava eisini altíð
hild ið, at tað er bara at
skapa arbeiðspláss, so støð
ast fólk.
Men passar tað, spyr
Gunvá við Keldu, so sipar
til, at í dag himprast fólk
ikki við at flyta seg ímillum
arbeiðspláss og heimið.
Hinvegin hevur fólkatalið
staðið í stað í 20 ár og tað
má vera ein orsøk til tað.
Vakstrarbólkur
Fyri at fáa greiði á hesum
viðurskiftum, hevur Klaks
víkar Býráð sett ein bólk,
sum er mannaður við trim
um býráðslimum: Jógvan
Skorheim, Óli Lassen og
Signhild
Joensen,
sum
hevur sætið í býráðnum fyri
Eyðgunn Samuelsen.
Hon sigur, at hesin bólk
urin, sum tey kalla ein
vakstrarbólk, er skal kanna
eftir, hvussu hesi viður
skift ini hanga saman og
royna at fáa greiði á, hvat
skal til fyri at fáa fólk at
støðast og hvat tað er sum
ger, at fólk ikki støðast.
Tær
kanningar,
sum
vakstrarbólkurin ikki fær
gjørt sjálvur, skal hann fáa
uttanhýsis serfrøðingar at
gera fyri seg.
Úrslitið av hesum kann
ingunum skal so brúkast til
at leggja framtíðina fyri
kommununa til rættis.
Hon hopar at vakstrar
bólkurin kanna hava onkur
úrslit at vísa á í summar,
men møguliga eru onkrar
serstakar kanningar, sum
taka longri tíð.
Ein spurningur í hesum
høpi er eisini at kanna eftir,
hvørjar vinnur tey skulu
leggja dent á í Klaksvík.
Eitt nú mælir borgarstjór
in til at býta landið sundur í
nakrar sterkar deplar, sum
verða spesialierað á ávísum
øki, heldur enn at trokað alt
saman í miðstaðarøkinum.
Klaksvíkingar vilja
vita og ikki gita
Klaksvíkar Býráð vil menna býin og nú vilja tey hava at vita, hvussu tað skal gerast
Skrivstova felagsins er stongd frá
mikudegnum 23. desember til og við
mánadagin 4. januar 2010.
Somuleiðis ynskir Føroya Arbeiðarafelag
limum sínum við familju og øllum
viðskiftafólkið, eini Gleðilig Jól og
Harrans Signing í komandi ári, við tøkk
fyri skjótt farna ár.
Olja úr Lofoten innan 20 ár
Í meginfelagnum hjá norskum oljufyritøkum, OLF, ivast tey ikki í,
at leiðirnar í Lofoten verða latnar upp fyri oljuvinnu um fá ár, og at
tann fyrsta Lofotenoljan kemur á marknaðin innan 20 ár. Tað sigur
OLFstjórin, Per Terje Vold, við Stavanger Aftenblad. Hann væntar,
at spurningurin um at loyva oljuvinnu í Lofoten og Vesterålen
verður týðandi partur av valstríðnum upp undir stórtingsvalið í
2013. So ganga nøkur ár, til vinnan sleppur í gongd, men innan 2030
kemur olja úr Lofoten á marknaðin, sigur Per Terje Vold við blaðið.
OLF metir, at 3,4 milliardir tunnur av olju og gassi eru í Lofoten og
Vesterålen.
Halda heit jól
Samstundis sum nógvir danir biðja eftir at fáa
kava á jólum, fara fleiri fleiri túsund danir suður
í heitari lond at halda jól. Ferða skrivstovurnar
siga, at í hesum døgum fara næstan 30.000 danir
suður í hitan at halda jól. Tað er umleið 2.500
færri enn í fjør. Ferðaskrivstovan Star Tour sigur
við TV2, at Teiland og Egyptaland fáa líka
nógvar dansk ar jólagestir sum í fjør, meðan teir
verða heldur færri á Gran Canaria í ár. Onnur
væl umtókt jólaferðamál hjá dønum eru Brasil,
Tenerife og Lanzarote.
Rigsombudet holder lukket
mellem jul og nytår
Dan M. Knudsen
Rigsombudsmanden på Færøerne
Rigsombudsmanden på Færøerne
Postboks 12 | Fo-110 tórshavn | tel. 35 12 00
riomFr@Fo.stm.dk | www.rigsombudsmanden.Fo