týsdagur 22. desember 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 245 - 22. desember 2009
Hóast upsaveiðan
hevur verið betri
seinastu tíðina, enn
hon var fyrra partin
av heystinum, er tó
eitt, sum av álvara er
farið at órógva teir, ið
fiska upsa. Tað, sum
órógvar er, at lítil
og eingin smáupsi
er uppi í veiðini
hjá partrolarunum
longur
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri nøkrum árum síðan
var upsin rættiliga smáur,
og menn spurdu seg sjálvur,
hvar
gýtingarfiskurin
mundi vera.
Nú er vent í holuni.
Fiskimenn
spyrja
nú,
hvar hin smái upsin er, tí
tað nógva av tí, ið veitt og
landað verður, eru 1-arar,
2-arar og 3-arar, sum er
stórur og góður fiskur.
Fiskimenn siga, at eini 70
prosent av veiðini hjá par-
trolarunum er 3-arar, meðan
lítið og einki er til av 5-
arum og 6-arum.
Tað, sum órógvar fiski-
menn, er, at heilir árgangir
av smáum upsa soleiðis
vísa seg at vera burtur úr
veiðini.
Spurningurin
Hvør orsøkin er til hesa
gongd við upsanum, veit
eingin við vissu, men tað
eru teir fiskimenn, sum
halda, at onkrir skiparar
ikki eru nóg skjótir at boða
frá, tá ov nógvur smáur upsi
er uppi í veiðini.
Vit hoyra av og á, at Fiski-
veiðieftirlitið lýsir veiði-
bann, tí ungfiskur er á ávís-
um leiðum, og nøkur skip
eru eisini tikin, tí tey ikki
hava boðað frá, tá ov nógvur
ungfiskur hevur verið uppi
í veiðini.
Á
landingarmiðstøðum
verður váttað, at rættiliga
lítið av upsa 4, 5 og 6 hevur
verið uppi í veiðini hjá par-
trolarunum í heyst.
Sosialurin fer at venda
aftur til hetta mál í øðrum
blaði.
Nú uppundir
jólahalguna hava
fleiri skip landað
í Saltangará, og í
seinastuni hevur
verið meiri vanligt,
at skipini aftur eru so
gott sum full undir
lúkurnar
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun landa fýra par-
trolarar í Saltangará.
Stelkur og Bakur og
Heykur og Falkur, sum allir
hava verið stuttan túr, hava
umleið 72.000 og 108.000
pund.
Somu skip landaðu eisini
seinasta
fríggjadag.
Tá
høvdu Stelkur og Bakur
230.000 og Heykur og
Falkur 350.000 pund.
Í gjár landaðu Polarhav
og Stjørnan og Rókur og
Lerkur í Saltangará. Hetta
var ein góður túrur hjá Pol-
arhavi og Stjørnuni, og
veiðan vigaði tilsamans
450.000 pund. Rókur og
Lerkur høvdu 170.000 pund
tilsamans.
Á
landingarmiðstøðini
Kongshavn siga tey, at
upsaveiðan hjá partrolarun-
um hevur verið heldur fræg-
ari í seinastuni, enn hon
hevur verið fyrr í heyst.
Seinasta hósdag høvdu
Jaspis og Ametyst fulla last,
hjá Heyki og Falki vantaði
lítið í fulla last, tá teir
landaðu seinasta fríggjadag,
og Polarhav og Stjørnan
vóru næstan fullir, tá teir
landaðu í Saltangará í gjár.
Øll veiðan hjá partrol-
arunum er upsi.
Smái
upsin er
burtur úr
veiðini
Tað órógvar fiskimenn, at so lítið av smáupsa er uppi í veiðini hjá partrolarunum. Fyri nøkrum árum síðan var øvut. Tá var
hópur av smáupsa, og menn spurdu, hvar gýtingarfiskurin er
Mynd: Vilmund Jacobsen
Upsaveiðan hjá partrolarunum er batnað
Seinastu dagarnar hava
fleiri skip lagt veiðina upp í
Saltangará
Mynd: Vilmund Jacobsen
Politikarar minni løn
Íslendska Alringið samtykti í gjár at leingja lógina, sum
skerjir lønina hjá altingslimum og ráðharrum 10 prosent. Tann
upprunaliga lógin um lønarlækkingina hjá tingmonnum og
ráðharrum kom aftan á bankakreppuna í fjør eftir uppskoti frá
táverandi samgongu millum Sjálfstæðisflokkin og
Samfylkingina. Núverandi stjórnarsamgonga millum
Samfylkingina og Tey Vinstragrønu hevur gjørt av at leingja
lønarniðurskurðin, og í gjár samtykti Altingið, at
niðurskurðurin skalæ eisini galda í 2010.
Ikki bara veðrið
Tá grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, var á
veðurlagsráðstevnu í Keypmannahavn, nýtti hann hetta høvið til at tingast
við Evropasamveldið um betri handilssáttmálar. Við kringvarpið sigur
hann, at ES hevur stóran áhuga fyri fiskirættindum við Vesturgrønland, og
at landsstýrið vil fegið fáa meiri burtur úr hesum. Umframt ES tingaðist
Kuupik Kleist við umboð fyri fjarskotin lond, sum hava búskaparligt og
sosialt samstarv við ES. Fleiri av hesum londum hava somu politisku
áhugamál sum Grønland, og her kunnu samstarvsmøguleikar vera, sigur
Kuupik Kleist við KNR.