Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 245 - 22. desember 2009 Fólk doyggja av kulda Náttina til sunnudagin doyðu 15 fólk av kulda í Pólandi, og í desember eru tilsamans 49 fólk deyð av kulda í landinum. Tað er kalt nógvastaðni í Evropa í hesum døgum, og tað er ikki óvanligt at hoyra í fjølmiðlum kring um okkum at fólk doyggja av kulda. Í onkrum pørtum av Pólandi vóru út við 20 kuldastig seinasta vikuskifti. Løgreglan í Pólandi hevur heitt á fólk, sum síggja heimleys ella ávirkaðar persónar úti á gøtuni, um at siga frá. Kring um í Evropa eru fleiri deyð av kulda og sjálvt í londum, sum vit vanliga rópa tey heitu londini í Suðurevropa, hevur nógvur kuldi verið, og fólk eru komin illa fyri, eins og fleiri ikki hava borið boð í bý. 5,5 miljónir móti krabba Endaliga úrslitið á innsavningini, Føroyar Móti Krabba, er nú greitt. Samlaða úrslitið er uppgjørt, og inn komu tilsamans 5.513.115,- krónur, veit Krabbameinsfelagið at siga. Tað var leygardagin 31. oktober, at Krabbameinsfelagið saman við Kringvarpi Føroya skipaði fyri stóra innsavningartiltakinum, sum varð hildið í Norðurlandahúsinum. Við sølu av málningum, landsliðstroyggjum og innsavning megnaðu Føroyar móti Krabba-tiltakið soleiðis at savna stívliga 5,5 miljónir krónur tilsamans. Ein ungur maður varð í Føroya Rætti í dag dømdur átta mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri rán við knívi og fyri at hótta politistar eftir lívinum. Hetta er triði dómurin fyri álvarsligan harðskap, og so hjálpti ikki hjá ákærda at skjóta seg undir ADHD RÁNSMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 29. november í ár var ein hending uttan fyri Tórshøll, sum nú hevur kostað ein um ungum manni átta mán- aðar fongsulsrevsing. Tá ein maður um hálvgum fýra tíðina um náttina kom gangandi eftir Dr. Jacobsens- gøtu og snaraði oman eftir Bøgøtu, fekk hann knapp- liga nevan framman á. Ein ungur maður bað um pening, og tá álopni maðurin ikki soleiðis uttan víðari vildi geva hesum viltfremmanda unglinginum pening, tók hesin ein springknív fram og hótti manin við honum. Hesin sá seg nú noyddan at geva unga manninum pengar og rætti honum tí ein seðil, sum hann hevði uppi á sær. Hann gav sær ikki far um at hyggja eftir, hvat slag av peningaseðli tað var. Unglingin helt fram við hóttandi atburðinum, og við knívinum í aðrari hondini kannaði hann og tømdi lummarnar hjá álopna manninum við hinari. Síðani fór ákærdi avstað, oman móti Tórshøll aftur, har hann fór inn í ein taxa- bil. Nú sansaði hin álopni hvat var hent, og spenti aft- aná. Komin oman til taxa- bilin kravdi hann pening og annað, sum unglingin hevði tikið frá honum, aftur. Ákærdi sprakk úr bilinum og báðir til hendurs. Ein ung kvinna, sum ákærdi hevði drukkið saman við í Tórshøll, var í taxabilinum, og tá hesir báðir tókust utt- an fyri bilin, bað hon hýru- vognsføraran um at koyra avstað. Hann so gjørdi. Óður í politibilinum Eftir hendingina fór hin álopni maðurin, sum segði seg hava drukkið einari 5-6 øl, inn í Tórshøll at summa seg, og síðani ringdi hann eftir løgregluni. Ein patrulju- vognur var nærhendis á Landavegnum, og hann kom skjótt á staðið. Sum teir koma fram, stendur ákærdi mitt á vegn- um og teir síggja, at hann kastar eitthvørt móti úthurð- ini á Tórshøll. Løgreglu- menninir steðga og meðan annar tekur ákærda yvir hinumegin vegin, fer hin yvir til Tórshøll at tosa við tann, ið eftir øllum at døma hevur ringt eftir løgregluni. Hesin peikar ákærda út sum mannin, ið hevur hótt við knívi, og teir báðir løg- reglumenninir gera av at handtaka ákærda. Men tá gerst hesin í øðini, og meðan teir lata hann í handjørn, skallar hann høvdið inn móti vegginum undir hálvtakinum, har McGavern hárfríðk- anarstovan heldur til. Í bilinum á veg inn á løg- reglustovuna er ákærdi frá sær sjálvum, og spýtir og roynir at skalla síðurútin út á bilinum. So óregerligur er ákærdi, at løgreglumaðurin, sum koyrir bilin, sær seg noyddan at kalla á støðina og biða teir vera klárar at hjálpa til, tá teir koma inn við ákærda. Tríggir mans standa fyri teimum trimum monnunum, tá teir koma á støðina, og sambært tveimum politivitn- um var tann handtikni so garrvillur, at tað stóð á hjá teimum fimm politistunum at fáa bilbukt við hann. Hóttir við at drepa Teir fimm politistarnir fáa baksað handtikna mannin í detentiónina, men har eru slett ikki líkindi at taka handjørnini av honum, so ørur er hann. Teir halda honum føstum inntil læknin er komin á staðið og kann vátta, at mað- urin er skikkaður at sita í brummuni. Hetta tók einar 50 minuttir, og alla hesa tíð- ina var maðurin í øðini og rópti og hótti politistarnar uttan um seg við bæði ein- um og øðrum. Við hvørt sissaðist maður- in so mikið, at politistarnir hildu tað vera ráðiligt at taka handjørnini av honum, men so skjótt sum tað var hent, fór maðurin aftur at leika í, so løgreglan aftur mátti leggja hann í hand- jørn. Soleiðis fór leikur fram, og hetta stóð við í einar tveir tímar, mettu løgreglu- menninir. Alla tíðina rópti og leik- aði ungi maðurin í. Hann klóraði og beyt og spýtti, og einaferð sá hann seg ser- liga illan inn á tann eina politistin. »Tú skal altíð spæla Karl Smart«, og »Bíða til eg sleppi leysur, so skal eg nakka teg og tína familju«, segði ákærdi beinleiðis vent móti tí eina politistinum. Ákæruvaldið sær ógvu- liga álvarsliga upp á bæði rán og upp á hóttanir móti løgreglumonnum, og tí mælti Hanna Vang, ákæri, eisini til, at dómurin skuldi ljóða upp á í minsta lagi 10 mánaðir treytaleysa fongs- ulsrevsing. Verjin, Fríða Patursson, mælti til, at dómurin skuldi liggja um teir 5-6 mánað- irnar treytaða revsing. ADHD Undir proseduruni kom fram, at hin ákærdi hevur sjúkuna ADHD, og at hans- ara gerandisdagur langt frá var optimalur, tá hugsað verður um sjúku og viðgerð. Víst var á, at hann sjálvur hevði roynt at komi í við- gerð og at hann enntá hevði roynt at verði innlagdur á deild tvey fyrst í november, lítlan mánað áðrenn hend- ingin fór fram. Eisini eftir at dómurin var fallin royndi verjin sam- an við mammu at tí dømda at ávirka revsingina soleið- is, at hann kom at sita á ein- um viðgerðarstovni. Dómarin lat seg tó ikki ávirka í so máta, tí hann vísti á, at hetta var triði dómurin fyri harðskap, ið ákærdi er dømdur, og tað bar ikki til at blíva við at skjóta seg undir sjúkuna. Unglingin var ákærdur fyri fýra punkt, rán og harðskap í Bøgøtu, harðskap uttanfyri Tórshøll – eitt punkt, ið tó varð slept – og fyri at hótta politistar eftir lívinum. Dómarin, Jóannes Mad- sen, segði í grundgevingini fyri dómin, at um so var, at ákærdi ikki var dømdur áður, hevði slík ákæra kosta fýra mánaðir, men saman- hildið við fyrri dómum og við hóttanunum móti polit- istunum kundi hann ikki døma annað enn átta mán- aðir revsing, sum orsakað av álvaranum í ákærunum blivu treytaleysar. Dómarin avvísti eisini umbønini hjá verjanum um at lata dømda leysan, meðan fyrireikingar fóru fram at fáa hann inn á viðgerðarstovn at sita revsingina av sær. Dømdi skal tí oman aftur í varðhaldið at sita, inntil revsingin byrjar. Verjin kærdi beinanvegin avgerðina inn fyri lands- rættin. Treytaleys revsing fyri hóttan og rán