Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 245 - 22. desember 2009 Ein framsýning hjá lista­ manninum Amariel Norðoy letur upp í Galerie Selma Mikladal, Rørholmsgade 18 í Keypmannahavn, frá 3. til 16. januar 2010. Fernisering verður sunnu­ dagin 3. januar frá kl. 12 – 16, tá listamaðurin verður til staðar. Hinar dagarnar ber til at ringja til gallaríið og avtala tíð á tel. 00298229876 Framsýningin er fyriskip­ að saman við Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu í Havn. Amariel í Keypmannahavn Listamaðurin Amariel Norðoy leter upp eina framsýning í Galerie Selma Mikladal frá 3. til 16. januar 2010 Tíðindaskrivið Ellisakfør verður í hesum døgum sent út til limirnar í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør. Talan er um 18. árgang av blaðnum, sum er í A5 stødd við 44 blaðsíðum. Í blaðnum eru áhugaverdar greinar um tiltøk felagsins, sum t.d. túrar við bilum og motorsúkklum umframt annað søguligt tilfar. Eisini eru samrøður við t.d. Mogens Wraae um hansara bilar og við Einar Michelsen, sum er við at restaurera eina Yamaha motorsúkklu. Áhugafelagið Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992, og felagið hevur givið út limabløð øll árini. Formaður í felagnum er Eirikur Ó. Simonsen. Tíðindaskrivið Ellisakfør er eisini at síggja í bíðirúmum hjá ymiskum stovnum kring landið. Heimasíðan hjá felagnum er: www.ellisakfor.com. Ein gomul Yamaha Jólasálmur Lag: Nú ringja klokkur. Bf. 252. Dk. 63 1. Jólahalgan nú er nær, hon mannabørnum er so kær; og ljósið skein av himni hátt, tí Jesus føddist jólanátt. 2. Ein eingil boðar hirðum frá, teir óttafullir vóru tá; ein frelsari nú føddur er, stór tíðindi til falnu verð. 3 Eitt ljós er tendrað her á fold, tá orðið, tað bleiv mannahold; tí fegnast vit á hesum stað, og eru øll av hjarta glað. 4. Tá hirðar fóru inn í fjós, har lá eitt barn, tað heimsins ljós; ístaðin fyri sorg, ber gleim, tí var tað føtt í hendan heim. 5. Stór tíðindi um víðu verð, at Jesus Kristus føddur er; sum grøða kann hvørt syndasár, og geva kann eitt ævigt vár. 6. Eitt barn føtt í Dávids stað, tí gleðast vit um jóladag; tí Jesus frelsari vár er, við síni sælu sáttargerð. Kjartan Stakksund, 27. oktober 2009 Jól Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvd­ ingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað und­ ur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvd­ ingi. Stórt skal høvdinga­ dømið verða, og friður skal ongan enda taka á hásæti Dávids og í kongs­ ríki hans til tess at reisa tað og menna tað við rætti og rættvísi hiðan ífrá og um allar ævir. Vandlæti Harra herliðanna skal gera hetta. Jes. 9. 6­7. Longu í gamla Testa­ menti frá ævigari glatan; sum vit vita vóru menn­ iskjuni rikin út úr Aldin­ garðinum Eden á sinni tá tey vóru ólíðin móti Gudi og ótu av fruktini sum Gud hevði sagt at tey ikki máttu eta av, og fekk hetta eisini álvarsligar avleið­ ingar, ja, so álvarsligar at øll mannaættin er komin undir ævigan deyðadóm, æviga glætan. Men tann algóði Gud vildi ikki at menniskjan sum var skapað í Guds mynd skuldi glatast, og tí var tað at hann sendi sonin í heimin soleiðis sum skrivað stendur: »Tí so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hon ein­ borna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelst­ ur við honum«. Jóhs. 3, 16­17. Tað er sanniliga ein gleðiligur boðskapur jólini bera okkum enn í dag eins og tey fyrstu jólini fyri yvir 2000 árum síðani, og boðskapurin er hon sami sum hirðarnir hoyrdu hina fornu náttina á sinni, men eins og tað var tá, so er tað enn, at menniskjuni vrak­ að tilboðið um fría frelsu við trúnna á frelsaran Jesus Kristus. Hvussu er tað við okkum, geva vit Jesusi pláss í hjørtum okk­ ara í øllum jólastákinum upp undir okkara jólahald? Gera vit tað, so fáa eisini eini gleðilig jól og Jesus verður okkara jólagestur. So vil eg ynskja øllum Føroya fólki á sjógvi og landi, burturi og heima, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár í Jesu navni og fari eg at enda við einum jólasálmi eg havi yrkt til jólini 2009. nøvn 18. desember 2009 fylti Tórshavnar Havn 80 ár. Vígslan av havnini fór fram mikudagin 18. desem­ ber 1929 í ýlandi stormi og grimdarregni. Klokkan trý um dagin spældi hornorkestrið „Eg oyggjar veit“. So helt býráðsformaðurin talu, og aftaná spældi orkestrið „Det er et yndigt land“. Eisini var fýrverk á brim­ garðshøvdinum. Seinni um kvøldið var føroyskur og enskur dansur ókeypis í Sjónleikarhúsinum og í Tórshøll, og býráðið bjóð­ aði til døgurða umborð á ferðamannaskipinum Tjaldr­ inum, sum lá við nýggju bryggjuna. Fyrsti havnarmeistari var Hans Jacob Michelsen (Hans Jakku í Dalólastovu) (1878­1943). Hann var havnarmeistari frá 1. desem­ ber 1929 til 31. desember 1941. Petur Nicolajsen (Pet­ ur í Pætursastovu) (1883­ 1959) var havnarmeistari frá 1. januar 1942 til 31. mars 1954, Sophus Dal­ Christiansen (1888­1969) var havnarmeistari frá 1. apríl 1954 til 15. september 1958. Høgni Mohr var havn­ armeistari frá 15. september 1958 til 1. apríl 1988, tá Pauli Hansen bleiv havnar­ meistari. Síðan 1. januar 1993 hev­ ur Jónsvein Lamhauge ver­ ið havnarmeistari við Tórs­ havnar Havn. Tórshavnar Havn 80 ár