týsdagur 22. desember 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 22. desember 2009
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
22. desember. Japetus. Ókent halgimenni, men
kanska hevur hann navn eftir Jafeti, soni Nóa.
Sólstøður, stytsti dagur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Andlát og jarðarferðir
Sunnumorgunin andaðist Anja í Lambanum á Lands
sjúkrahúsinum, 33 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum
týsdagin kl. 16 til Fuglafjarðar. Jarðarferðin verður úr Siloa
mikudagin kl. 14. Tey ið vilja minnast Anju, kunnu lata
tónleikabólkinum Ælaboganum eina peningagávu, konto í
peningastovnunum.
Kistan við Jenny Jacobsen úr Sørvági fer av Ellis og
røktarheiminum á Sýnini týsdagin kl. 18 í kirkjuna. Jarðar
ferðin verður úr Sørvágs kirkju mikudagin kl. 13. Sungið
verður úr sálmabókini.
Petur Jacobsen, Tórshavn, vanliga Petur hjá Sjeddik,
andaðist sunnudagin, 69 ára gamal. Kistan fer úr
Landssjúkrahúskapellinum 1. jóladag kl. 19. Jarðarferðin
verður úr Havnar kirkju annan jóladag kl. 13.
Torbein Rein, ættaður úr Havn, búsitandi á Argjum,
andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 69 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapelinum týsdagin kl.
18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Mamma er fødd 28. novem
ber 1924 í Haraldssundi,
dóttir Mariu norðan úr Húsi
í Kunoy og Jákup Joensen,
festara úr Kongsstovu á
Skarði.
Mamma hevði tvær systr
ar, Hannumiu, sum var fødd
í 1926, og Jonu, sum er
fødd í 1932, men hon doyði
1997. Sum vanligt var hjá
gentum tá, fór mamma okk
ara út at tæna. Hon var í
Múla, og har róstu tey
henni, hvussu røsk hon var.
Og eitt afturat, sum altíð
hevði eyðkent hana, er henn
ara lætta sinnalag. Tað hev
ur altíð verið lív og kæti,
har sum hon hevur verið.
Mamma tænti nógv suðuri í
Havn, og ikki minst ta tíð
ina, tá pápi lá sjúkur. Teim
um, sum hon tænti hjá, bar
hon alt gott og helt á við at
hava samband við fleiri
teirra.
Mamma og pápi giftust
24. januar 1952 og búðu tey
fyrstu trý árini á Oyrarbakka,
har dótturin var fødd. Tey
fluttu norður til Haraldssund
í 1955, og tvey ár seinni
fingu tey ein son. Mamma
vaskaði skúlan, og tey
skuldu syrgja fyri at kynda
upp, so tað var heitt, tá børn
ini komu um morgunin.
Tað, sum alt annað arbeiði,
varð gjørt við lít.
Mamma fór altíð tíðliga
upp, tá hini komu upp, var
heitt og hugnaligt at koma
inn.
Tíðin broyttist, og fólk
fingu heintleikar sum tele
fon, streym frá SEV og
byrging um sundið. Tá
arbeiðið fór í gongd við at
gera berghol til Kunoyar í
1986, fekk mamma til upp
gávu at gera mat til arbeiðs
fólkið, sum hon eisini fekk
nógv rós fyri.
Mamma og pápi fingu
fýra børn, og eg eri yngst
av systkjunum. Tann 28.
mai 2006 bleiv mamma
sjúk. Hon bleiv lamin í
vinstru síðu, og nú situr hon
í rullistóli. Hálvt ár seinni
kom hon at búgva á Røktar
heiminum
Niðristovu
í
Klaksvík, og pápi er eisini
har hjá henni.
Hervið vil eg takka teim
um, sum eru um tey gomlu
har. Tey gera eitt stórt
arbeiði við at passa upp á
tey gomlu.
Vit fýra vilja ynskja
mammu okkara tillukku við
degnum, sum var leygar
dagin tann 28. november.
Andrass Jacobsen
Erika Jacobsen 85 ár
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum mongu,
sum við vitjanum, blómum, gávum og
uppringingum, gjørdu mær 80 ára dagin so
hugnaligan. Tøkk øll somul.
Eisini vil eg ynskja familju,vinum og
kenningum eini gleðilig jól og eitt av
harranum signað nýggjár.
Vinarliga
Cederfeldt Olsen, Tvøroyri
Av misgáum hevur hendan
føðingardagsheilsanin
til Eriku Jacobsen verið
burturløgd á redaktiónini.
Vit biðja orsaka mistakið.
- red
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum teimum mongu,
ið gleddu meg á 90 ára føðingardegi
mínum hin 9. oktober – við ynskjum
um eini gleðilig jól og Harrans signing í
komandi ári.
Heilsan
Lena Petersen, Rituvík
Gullbrúdleyp
12. jan. hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í
Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í
Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. hava Guðny Krossteig Mortensen og
Eyðfinnur Mortensen, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin
fyri innbornum á Hotel Føroyum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda vit silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í
Skálanum í Klaksvík frá kl. 16. Julianna og Olivur Thomsen.
70 ára føðingardagur
Tann 28. des. verður Eyðbjørn Lervig Leirvík 70 ár. Føðingar
dagurin verður hildin sunnudagin 27. des. í bowlinghøllini í
Leirvík frá kl. 17.
70 ára føðingardagur
Erhard Mortensen 70 ár. Vælkomin í føðingardag! Hósdagin
31. desember 2009 fylli eg 70 ár. Føðingardagurin verður hildin
í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu millum klokkan 11 17, og eru
øll hjartaliga vælkomin. Eg gleði meg at síggja tykkum.
80 ára føðingardagur
30. des. verður Asta Larsen Tvøroyri 80 ár. Dagurin verður
hildin saman við familjuni.
85 ára føðingardagur
Sunnudagin 3. jan. verður Steingrim Joensen, Argjaboðagøta
32, Argir, 85 ár. Dagurin verður hildin í ABhúsinum við
fótbóltsvøllin á Argjum sunnudagin 3. jan frá kl. 1317. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Prógv
27. okt. 2009 fekk Marita Hansen, Tórshavn, á Keypmanna
havnar Universitetið handað prógv sum cand. mag. í málpsyko
logi. Nevnast kann at hon fekk hægsta próvtal til próvtøkuna.
Prógv
27. nov. bleiv Maria Chun Nielsdóttir doktari (PhD) í havfrøði
við National Oceanography Centre, University of Southampton
í Southampton, Stóra Bretland. Opponentar vóru Prof. Hein de
Baar frá Uiversity of Groningen, Royal Netherlands Institute
for Sea Research (NIOZ) og Dr. Doug Connelly frá National
Oceanography Centre í Southampton.
Brúdleyp
Mánadagin 28. des. kl. 15 giftast í Christianskirkjuni Birna
Arge og Poul Jóhannes K. Joensen. Veitslan verður fyri
innbodnum á Klaksvíkar Sjómansheimið kl. 19.
Brúdleyp
Mikudagin 30. des. giftast Anna Mohr Joensen úr Kollafirði
og Bjørn Holm úr Djúpadali. Vígslan verður í Dómkirkjuni kl.
17. Brúdleypið verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum aftan á
vígsluna.
Brúdleyp
Nýggjársdag 1 jan. giftast Svavar Torbjørnson Joensen og Tórun
Miðberg. Vígslan verður í Kollafjarðar kirkju kl. 14. Opið hús
verður í bygdarhúsinum í Kollafirði frá kl. 15.3020.30. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Fríggjadagin 1. jan. giftast í Fuglafjarðar kirkju kl. 15 Randi
Sólsker og Sigfríður Abrahamsen, Eiði. Opið hús verður heima
(Gerðisvegur 3) kl. 20 har øll eru vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 2. jan. giftast í Sjóvar kirkju Anna Petersen av
Strondum og Pauli G. Hansen av Skála. Vælkomst verður
í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18. Tey, ið ynskja at gleða
okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf.
591486/447257 (Anna) ella 594323/441323 (Pauli) innan 15.
des.
Brúdleyp
Leygardagin 2. jan. kl. 13 giftast í Vesturkirkjuni Rebekka
Consuelo Nilssen úr Tórshavn og Símun Petur Eið av Hell
unum. Veitsla verður í HBhúsinum kl. 18.30 fyri innbodnum.
Brúdleyp
Leygardagin 9. jan. giftast í Fuglafjarðar kirkju MaryAnn
Isaksen og Høgni Zachariassen. Veitslan verður fyri innbodnum
í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Sunnudagin 10. jan. kl. 18.30
verður brúðarhús á Ennivegi 3 í Fuglafirði. Har hevði tað glett
okkum at sæð familju, vinir og kenningar.
merkisdagar