týsdagur 22. desember 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 245 - 22. desember 2009
Kring staðin, Fuglafjørð, eru
háborin fjøll, sum lata ljós av
sær í ymsum skiftum. Onkun
tíð er ljósið skært og við
kvæmt, onkuntíð er tað reyð
brúnt og illlitt, við hvørt
mosagrønt, grátt og kletta
svart, og ikki so sjáldan er tað
okkur gult og svart við hvít
um rípum eftir himnahválvin
um. Ja, vit kunnu blíva við at
reksa hesar ramsurnar upp
um ljósið, sum dettur úr ský
gloprum niður og legst á
fjallasíðurnar, líðirnar, hamr
ar, urðar og fjarðarvatnið.
Hetta lýsið kastar av sær til
tín og mín at skoða.
4. desembur
Hendan dagin, ið her verður
sipað til, 4. des. í ár, var ein
gráur morgun og ein gráur
dagur. Tað kann tykjast sera
vónleyst at fara útum ein
slíkan morgun, hyggja upp
eftir fjallasíðuni og bert
hóma grá ílegur í natúrini.
Ja, onkuntíð verður tikið til,
at har var bara grátt útyvir
grátt. Tað er troystarleyst at
hoyra slík orð, og vit vóna, at
tað skjótt fer at lýsa í, so tað
gráa ljósið fer sína kós í
eina vørðslu at leggja seg.
Men tað mennir seg skjótt
aftur til næstu løtu at koma
undan aftur væðingini og
leggja sín gráa bul yvir deytt
og livandi. Hendan gráa
morgun setti eg mær fyri at
fara til Havnar at vita, hvat
rørdi seg innan fyri Tórgarð,
at vita um gráin, sum hekk út
yvir Borgina, mundi hava
tikið hendur saman um Nóls
oynna hendan morgun.
Strendur
Setti meg í bilin og fór av stað.
Fór at hugsa, um eitt árið eg
var úti á Strondum eini smá
ørindi og fall í prát við ein
stranding, Dia Rasmussen,
sála, sum eg kendi. Tá ið við
vit hittust, segði hann, at tað
var so vorðið doðavegur í
morgun. Hetta var á fyrsta
sinni, eg hoyrdi hetta orðið
gitið. Hetta var eitt gott orð, og
kundi ein ætlað um, at orðið
sjálvt bar tað ljóðið við sær, at
tað tulkaði júst løtuna, sum
var. Orðið merkir: ráligt og
támut veður. Alt kring teg var
vátt, grátt og rátt. Skálafjørð
urin silpaði í hesum gráliga,
káma ljósi, og alt fór í ranga
strúpan av tí fáliga ljósi, sum
var um fjørðin.
Fert tú út um Syðrugøtu
eiðið, liggur Skálafjørðurin
sum ein vøgga fyri tær. Barn,
sum liggur og pliar í vøgg
uni, sær ljós á hvøjum fingri,
og soleiðis kanst tú síggja
fjørðin t. d. tíðliga onkun
morgun, tá sólin hevur fingið
fastatøkur á fjarðarvatninum
uttast við. Smátt ljós skyggir
við fjarðarmunnan og floytir
sær á smáum aldum slíkan
morgun. Tað er munur á og
so at hava veðurgrátt um teg
allastaðni. Soleiðis er hetta
landið, sum goymir at so
nógvum ljósi, at tað er tor
ført at seta orð á, men grátt...
Oyndarfjørður
Hendan sama dag, sum her
verður hugsað um, varð farið
um somu leið til Oynd
arfjarðar, og fall eg í prát við
ein oyndfirðing – Petur í
Móuritsarstovu, sála. Hann
segði millum annað, at tað
var so lagligt í morgun. Ja,
hvat skuldi eg siga? Eg var
farin undan doðaveðrinum á
Skálafjørðinum og komin í
lagligt veður, sum merkir,
stilli við ongum vindi; men
támut var veðrið, men heldur
turrari í Oyndarfirði enn á
Skálafjørðinum, men tað
gráa var eftir tær, hvønn veg
tú so vendi tær. Hetta var á
hásumri, so tann grøni – og
havblái liturin skuldu vunnið
á tí køvandi, gráa andanum,
sum tutlaði sítt lag um
garðlið og húsarhorn, men
soleiðis var ikki. Fyri at
koma burtur úr hesum
køvandi, lagliga doðaveðri,
fór eg inn til Miu mostur í
Ansastovu at fáa mær ein
morgunduss. Her var títt
upphav í móðurlegg, og stóð
Mia mostir ljóslivandi við
slagborðið og segði: ” Tú ert
ikki neyðsendur í morgun, tú
brosar so!” Tað var, eins og
alt loysnaði upp fyri tær
hendan gráa morgun. Bara
hoyra Miu tala, var ein
opinbering. Tú vart frelstur
undan tí grábeinta ljósinum,
sum nú lá í andaleypi á
trappusteininum.
Sundalagið og Nólsoyggin
Hendan dag, 4. des. í ár, vart
tú ikki á veg út á Strendur
ella til Oyndarfjarðar, men til
Havnar. Sundalagið toygdi
seg upp um songarstokkin
henda lagliga morgun, og
rekkjuváðin hekk út yvir
Hagagjógv og Veðranes.
Tann grái helluflótturin oman
fyri Hagagjógv var so sveitta
kendur í doðaveðrinum, at
rekkjuvágin var so dýggj vát
av náttarvætuni, og hvør
klettur og hella skygdu stál
grá í morgunljósinum. Stein
flatan var gráari enn grá, so
grá, at tað var næstan eingin
gráur litur eftir, so myrkagrá
var hon. Soleiðis sang
natúran í morgun fyri tær,
men tá ið komið varð suður
um Áir, kom ein rípa av ljósi
undan havsbrúnni aftantil á
Nólsoynni og kemdi kríllin á
hesari gráhærdu oyggj við
einum tættkambi. Bant
hennara gráa hár upp í ein
hviril og bað eina gráliga
morgunbøn saman við hesari
oyggj. Hon var so mjá um
lendarnar og hevði ein so
sera mjúkan barm, ið varð
kíndur av tí lagliga veðrinum
í morgunlýsinum.
Listaskálin
Komin til Havnar vórðu
nøkur smáørindi gjørd, og so
lá leiðin inn í Listaskálan at
hyggja at listini hjá Ingálvi
av Reyni. Illa tordi tú at trína
inn í hendan halgidóm og
hyggja at málningalistini hjá
einum av okkara mætastu
listafólkum. Eg mátti vaska
bæði hendur og føtur, áðrenn
trinið varð innum. Vaska alt
tað gráa av mær og signa
meg. Kroppurin skalv, sum
eitt bókablað, og her var
eingin at síggja inni í
skálanum. Hvar vóru allir
munkarnir? Jú, knappliga sá
eg ein munk sita við listaliga
kovan og fór at mæla. Eg
hvakk við. – Góðan dag,
Frits. – Ja, Jaaaaa, góðan
dag! Eg neig djúpt fyri hes
um landsins einasta munki
hendan dag. Einsamallur
millum øll hesi vældæmdu
børnini hjá Ingálvi, ja tað
skulu góðar nervar til at flyta
seg frá talvu til talvu og fáa
grátt og svart inn í eygna
krókarnar av oljurivnum
penslastrokum úr hond
Ingálvs. Hin einligi Munkur
in, Oggi Lamhauge, tók meg
í hondina og leiddi meg sum
blindan mann inn í klivarnar.
Eg blundaði, til eg kendi
rødd Ingálvs, sum milt tesk
aði við ljósari barytonrødd.
Lat eyguni upp! So smátt um
smátt rivaði fyri eygunum,
og so við og við skilti tú
álvarsemi í hesum, at tú vart
komin inn í ein halgidóm,
sum tú ikki hevði sæð makan
til áður, hvørki her á landi
ella nakra aðrastaðni á
klótuni. Tær samantvinnaðu
ræsurnar í málningunum
komu leypandi ímóti tær í
skarvslopum og tú mátti lata
eyguni aftur, so hendan
gonga ikki oyddi sjónina. Eg
skilji væl, at vit báðir Oggi
órógvaðu andaktina inni í
hesum kliva, har málning
arnir høvdu havt eina bønar
stund og biðið fyri Ingálvi í
ævinleikanum, har hann nú
málaði Gráan morgun í
himmalskum tónum.
Málningurin: Gráur
morgun
Hesin ævinligi Grái morgun
hekk so smæðin inni í bøn
arklivanum nr. 3. Hann rakk
tann líðilanga veg av Bøvegi í
Fuglafirði inn í Listaskálan í
Havnini, og hekk har so við
kvæmur og smæðin. Hann
hugdi at tær við sínum ingálv
iansku dreymsólju eygum og
var komin eitt sindur til afturs
í morgun eftir náttarinnar
bønarstundum; men við eitt
fór eitt bros um andlitið á
honum, tí knappliga kom ein
annar munkur inn í klivan, og
tað var sonur sjálvan høvuðs
prestin, Eyðun av Reyni.
Málningurin, Gráur morgun
fór at tala og umrøddi,
hvussu torført, tað var at vera
sum hundur í sama skinni og
altíð at vera í gráum, men
honum líkaði hetta, og mong
vóru tey, ið elskaðu hetta... og
kærleikin fjalir fjøld av
syndum, eisini tær syndirnar,
ið eru í gráum, svørtum og
eitt sindur av reyðum.
“ Satt er tað, tú Grái morg
un!” Søgdu vit við ein munn
í messandi tónum hendan
dagin 4. des. 2009 í kliva nr.
3 í Listaskálanum. Hetta var
ein dýrdardagur í gráum.
Frits
Johannesen
Søkt verður eftir granskara at
arbeiða við framleiðslu av plantu-
og djóraæti. Í samband við yngul-
framleiðslu av marinum fiska-
sløgum framleiðir Fiskaaling
djóraæti í stórum sjógvhyljum á
royndarstøðini í Nesvík. Í løtuni
verður arbeitt við fáa betur innlit
í framleiðsluna. Í hesum sambandi
verður søkt eftir granskara at
taka lut í hesum arbeiði.
Førleikar
·
tú hevur viðkomandi
útbúgving, universitetsút-
búgving í lívfrøði ella líknandi
·
tú hevur góð samstarvsevni
·
tú ert nýhugsin og ágrýtin
·
tú dugur at samskifta
á enskum
Í verkætlanini verður arbeitt tætt
saman við granskarum á Fiska-
aling og á Havstovuni. Høvuðs-
aktiviteturin verður at standa fyri
ætiframleiðslu í Nesvík, taka sýni
og kanna hesi. Í samband við
sýnini inngongur m.a. at eyð-
merkja plantu- og djóraæti.
Neyðug upplæring verður veitt til
hetta arbeiði. Góður møguleiki er
fyri framhaldandi granskingar-
starvi. Meiri fæst at vita um
starvið við at venda sær til
Øystein Patursson á tlf 214787
ella Ingolf Joensen á tlf 214747.
Umsókn við avritum og møgulig-
um ummælum, skal sendast til:
P/F Fiskaaling
Við Áir
FO-430 Hvalvík
ella
fiskaaling@fiskaaling.fo
Umsóknin skal vera komin fram
í seinasta lagi 11. januar 2010.
Starvið verður sett skjótast
gjørligt.
P/F Fiskaaling søkir granskara
P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Fiska-
aling hevur virksemi við Áir, í Nesvík og í Skopun. Samlaða starvsfólkatalið er umleið
20, herav fleiri granskarar. Virksemi fevnir um at granska, menna og ráðgeva innan
aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, herundir verkætlanir inn-
an matvørugóðsku, aliumhvørvi, fóður, vatn, framleiðsluhættir, nýggj aliøkir, aling á
harðbalnum økjum v.m. Meiri fæst at vita á www.fiskaaling.fo
P/F Fiskaaling Við Áir www.fiskaaling.fo
s o z o p r e p r e s s
Havstovan er í fíggjarlógunum fyri
2009 og 2010 skorin við íalt 1,3 mill. kr.
Í fíggjarlógini fyri 2010 er heldur einki
játtað til nýtt havrannsóknarskip
Undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri
2010 var í Løgtinginum ført fram, at
einasti vegur burtur úr tí óføri Føroyar
eru komnar í, er at vaksa um inntøkurnar.
Ein máti var at økja um partin hjá
Føroyum av pelagisku fiskastovnunum
makreli, sild og svartkjafti. Landsstýrið
vil eisini at Havstovan leggur fram argu
ment, ið kann grundgeva fyri føroysku
krøvunum. Fyri at Havstovan kann gera
hetta, má hon hava amboð at arbeiða við,
bæði fólk og skip við útgerð til enda
málið. Hetta sæst ikki aftur í fíggjarlógini
fyri 2010, men beint tvørtur í móti.
Í nógv ár hevur Havstovan víst á, at
veiðitrýstið undir Føroyum er ov høgt, og
at hetta fór at hava fíggjarligar avleiðing
ar. Hetta sæst í ólukkumát nú bæði lítið
hevur verið at fáa, og prísurin er
vánaligur.
Føroysk fiskivinna vil fegin verða
MSC góðkend sum ein skilagóð og
burðardygg vinna. Hetta gera vit bara við
sakligum og vísindaliga grundaðum
argumentum, og ikki við at trútta ella
siga, at vit vistu ikki betur.
Eftir mínum tykki er tað sera vanda
mikið fyri føroyska fiskivinnu at minka
um játtanina til Havstovuna og at seta út
byggingina av einum havrannsóknarskipi.
Fiskivinnan er og verður í nógv ár
høvuðsvinnan í Føroyum, og hon hevur
góða gransking fyri neyðini. So, heldur
enn at minka játtanina til Havstovuni,
eigur hon at vaksa við í minsta lagið 1,3
mill kr., og farast má skjótast gjørligt
undir at byggja nýtt havrannsóknarskip.
Havstovan í fíggjarlógini
hJalti í
Jákupsstovu
Ein eydnuríkur “Gráur morgun” 4. des.