Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 22. desember 2009 13 Nú tríggir fyrrverandi limir í stýrinum fyri ATLANTIS í almennum skrivi hava sagt sína hugsan um støðuna í og kring Mentanarhúsið ATLANTIS, vil eg sum borgarstjóri, greiða eitt sindur frá málinum og gera einstakar viðmerkingar Nú so stutt undan jólahøg­ tíðini, er tað gott og neyð­ ugt, at vit, sum luttaka í almenna kjakinum, vanda okkum um orðini, og tað ynski eg eisini at hava í huga í hesum svari. Fyrst vil eg siga, at yvir­ høvur er almenna skrivið frá teimum trimum fyrrver­ andi stýrislimunum skrivað á ein virðiligan hátt, og tað fegnist eg um, tí bert við einum virðiligum kjaki, har farið verður eftir bóltin­ um og ikki eftir persónin­ um, kann nakað gott spyrj­ ast burturúr orðaskiftinum. ATLANTIS gjørt eitt gott arbeiði Grundleggjandi er tað rætt, sum fyrrverandi stýrið førir fram, at enn hevur tað ikki eydnast at útvegað ATLANTIS ein fíggjar­ karm, sum røkkur til at reka húsið á ein nøktandi hátt eftir tí leisti, sum higartil er royndur. Men tá ið hetta er sagt, mugu vit ikki gloyma at leggja aftrat, at hóast trongar fíggjarkarmar, so hevur tað eydnast bæði stýri og leiðara í ATLANT­ IS hesi árini at gera eitt sera gott arbeiði og at bygt upp ein stabilitet, sum er so týðandi fyri eitthvørt alment savningarstað, tí bert á tann hátt kann eitt slíkt stað vinna sær álit millum fólk og fáa tey at vitja aftur og aftur. Miðvísa arbeiðið hjá stýri og leiðara sæst eisini aftur í mun til sjálvan bygn­ ingin, útgerð o.a., har fleiri framstig eru gjørd hesi árini. Ein vakur blettur í býarumhvørvinum. Trupulleikin er fíggjarstøðan Tað er umráðandi fyri meg sum borgarstjóra, og fyri býráðið, at fáa fram, at veruligi trupulleikin í hesum máli als ikki er ATLANTIS sjálvt og heldur ikki tey dugnaligu fólk, sum higartil hava mannað stýri og leiðslu í ATLANTIS. Tvørturímóti er tað tær fíggjarligu fortreytirnar her í lokalsamfelagnum, sum eru atvoldin til, at býráðið ikki hevur megnað at sett meira pening av til at reka ATLANTIS fyri. Her í økinum hava vit ikki tann framíhjárætt at hava nakran mentanar­ stovn, ið verður rikin og goldin av landskassanum ella úr Norðurlandaráðn­ um, tað eiga vit at gera meiri við. Tí hava flestu mentanarátøk her í komm­ ununi bara býráðsins av­ markaðu játtanarmøgu­ leikar at dúva uppá. So kunnu fleiri ivaleyst siga, at játtanin til ATLANTIS eisini er ein spurningur um raðfesting, og tað er sjálvandi nakað um tað, men um tú hyggur nærri at fíggjarligu fortreyt­ um býráðsins í løtuni, so kemur tú skjótt til ta niður­ støðu, at tað er sera torført at siga, hvat annað tiltak á fíggjarætlanini skal strikast ella skerjast, fyri at ATLANTIS skal hava meira pening játtaðan. Eina roynd vert at leiga ATLANTIS út Tað er við støði í nevndu fíggjarstøðu, at eg sum borgarstjóri taki undir við avgerðini hjá tí nýggja stýrinum um at lýsa ATLANTIS alment til leigu, tí á henda hátt kann ein í verki royna ein annan leist enn hann, sum higartil er royndur. Higartil hava stýrini í ATLANTIS valt at skipa stovnin eftir einum almenn­ um leisti, har leiðari og onnur starvsfólk hava fingið løn frá stovninum, men hetta vil tað nývalda stýrið nú broyta fyri at royna, hvussu tað riggar at reka ATLANTIS á einum meira privatum grundarlag. Nýggja stýrið hevur samtykt, at tað vil leiga ATLANTIS út til tann ella tey, sum hava áhuga at reka húsið fyri stýrið, og síðan verður leigusáttmáli ætl­ andi gjørdur við viðkom­ andi persón/felag, sum síðan tekur sær av øllum rakstri, lønum o.s.fr. Tað er sjálvandi ilt at siga frammanundan, hvussu ein slíkur leistur fer at rigga, men eg vil kortini halda, at hetta er eina roynd vert. Umleggingar hava ofta persónligar avleiðingar Ein avleiðing av hesari umlegging er, at teir per­ sónar, sum hava verið í beinleiðis í starvi hjá ATLANTIS, ikki koma at hava hesi arbeiði longur. Millum hesar persónar telist eisini leiðarin fyri ATLANTIS, sum síðan 2004 hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri stovnin. Hetta er í sjálvum sær harmiligt, og sum borgar­ stjóri vóni eg, at allir partar av hesum máli skulu finna nýggjar leiðir og møgu­ leikar. Nú vit umrøða persónlig viðurskifti, vil eg her koma við tí viðmerking til al­ menna skrivið frá fyrrver­ andi stýrinum, at eg haldi, tað hevði hóskað seg betur, um stýrið ikki umrøddi mentanardeildarleiðaran so beinleiðis, sum tað hevur valt at gera í hesum almenna skrivi. Heldur eigur ein í slíkum almennum førum at stíla sínar viðmerkingar til býráðið og borgarstjóran, sum hava ta yvirskipaðu ábyrgdina av bæði teimum politisku og teimum um­ sitingarligu avgerðunum og raðfestinunum, sum gjørdar verða av býráði ella býráðsumsiting. Vit mugu minnast til, at ein og hvør leiðari hjá kommun­ uni arbeiðir innan teir karmar, politiski viljin hevur sett upp. Annars haldi eg, sum nevnt, at skrivið frá fyrr­ verandi stýrinum er væl og virðiliga orðað, og tað vil eg takka teimum fyri. Við hesum viðmerking­ um vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár – við ynskjum og vón um framburð í komandi tíð. Fíggjarstøðan ger tað neyðugt at royna aðrar leiðir at reka Atlantis Borgarstjóri Gunvá við Keldu Eg dugi onki at síggja í djóraverndarlógini frá 1985 (við broytingum í 1990) um hummarar, sum er tøk fyri øll at lesa inni á www.logir.fo. Lógin er sjálvandi ikki so spesifikk, at hon sigur júst hvørji djórasløg eru verd. Vit skulu helst hava loyvi til at tulka sum okkum lystir, ha? Eitt áhugavert stendur tó: Tað er ikki loyvt at brúka onnur livandi geisla­ djór enn fisk til agn (§4, 3). Tað vil siga, at tú kanst brúka livandi fiskar til agn. Harafturat er tað loyvt at lata fisk blíva kroystan til deyðis í einum troli, og tað er loyvt at til stuttleikar hála fiskar runt eftir kjafti­ num við einum húki í langa tíð fyri síðani at skrykkja húkin úr aftur kjaftinum og sleppa útlúgv­ aða fiskinum út aftur (ella? Sí §3 og sig mær so). Eg kann veruliga ikki fyristilla mær, at Føroyar, sum einasta land eg veit um, fer at gera av, at hummari er meira verdur at verja enn fiskur, ella? Nú hevur onkur idiot funnið útav, at tað er stutt­ ligt at eta livandi hummar­ ar. Eg veit ikki hvussu nógv ein hummari følir, men har er ávíst prógv fyri, at summi krabbadjór kunnu føla pínu. Til dømis, vísa royndir á, at tað kundi sæð út sum at goggukrabb­ ar fáa ilt av at fáa stoyt, og tí halda seg frá skeljum har teir hava fingið stoyt. Hvussu nakar kann halda, at tað ikki er djórapínsla at eta eitt opinbart nakað framkomið djór livandi, gongur yvir mín forstand, men hví halda fólk, at tað er ólógligt? Hummari er eitt ryggleyst djór, og er tí als ikki umfataður av djóraverndarlógini, so vítt sum eg dugi at lesa. Við øðrum orðum gevur tað absolutt onga meining, at Føroya Rættur ikki bara blakaði sakina burtur, tá tey fingu at vita, hvat hesir báðir vóru meldaðir fyri. Um Føroya Rættur avger, at teir eru sekir í djóra­ pínslu, so hevur Føroya Rættur ein alvorligan for­ kláringstrupulleika yvir fyri fiskunum. Hvat akkurát er tað sum ger, at fólk halda, at tað er so forferdiligt at eta livandi hummara, meðan tey halda tað er fínasta slag at fiskar, sum eru fastir á húkum, verða etnir livandi av ørð­ um fiskum? Er tað, sum eg havi tykkum hystadur mistonktar fyri, at so leingi tað ikki er úti í tí opna, so leingi tit kunnu lata sum um tað ikki hendir, og so leingi landið tjenar pengar upp á tað, so ger tað onki? Vit síggja ikki agnfiskin blíva etnan livandi, so tað ger onki. Vit síggja ikki toskarnar blíva kroystar í hel í einum troli, so tað ger onki. Vit síggja ikki sílið doyggja av strongd, eftir at tað er slept út aftur, so tað ger onki. For hundan fólk! Takið tykkum saman! Antin gevast tit við at rópa upp um hummarar, ella taka tit konsekvensin av tykkara egnu tankagongd, og lata fiskin fáa frið. Akkurát hvørjari lóg er tað Georg L. Petersen og Kalmar Lindenskov eru meldaðir eftir? ása Johannesen Eg skal ikki dylja fyri, at mítt hjartamál er føroyski tónleikurin og mentanin, og er tað sera positivt, at tað eisini verður sett fokus á støðuna í Klaksvík, sum eg haldi er alt annað enn góð. Tað er nú einaferð so­ leiðis, at onkuntíð kunnu vit tosa um liberalt virk­ semi, men júst innan sjálv­ an raksturin og menningina av karmum og øðrum, sum kunnu stimbra undir tón­ leikin og mentanina, so eg trúgvi lítið uppá, at ein so­ kallað privatisering av Atlantis fer at bera tónleik­ in og mentanina í Klaksvík. Eg havi fleiri ferðir ført fram í greinum og samrøð­ um, at vit eiga at stuðla undir tónleikin og mentan­ ina, sum vinnan og vit øll so kunnu njóta gott av ­ tað verði seg innan marknaða­ føring og á annan hátt. Mítt tónleikalív byrjaði seint í seksti­ og upp gjøgn­ um sjeyti­ og áttatiárini, men tá vóru ikki teir møgu­ leikar fyri menning, sum eru at finna í dag. Til dømis hevur sonurin valt tónleikaleiðina, tí hann hevur havt góðar møguleik­ ar innan musikkskúlaskip­ anina og havt fínar lærarar, sum millum aðrar: Edvard N. Debess, Arnold Ludvig, Bjarna Restorff og onnur. Í dag er hann á MGK í Danmark, sum er eitt for­ stadium til Konservatoriið og tori eg at siga, at før­ oysku møguleikarnir hava ført hann hagar. Alt hetta tí, at polistiska skipanin hevur tikið ábyrgd og vil nakað. Tað er eisini staðfest fleiri ferðir, at tónleikalig innlæra er ein stimbran til innlæringina, so tað harm­ ar meg, at Klaksvíkin er í hasi støðuni. Eg eri ómetliga fegin um, at Tórshavnar Komm­ una hevur tikið málið um Musikkskúlan upp til við­ gerð, og at peningur er játt­ aður at gera kanningar, so skúlin kann fáa enn betri og virðiligar umstøður. Sum eg havi ført fram, er tilgongindin sera jalig og vóni eg, at ein góð loysn verður fyri tónleikinum og mentanini í norðoyggjum. Tað eru væl givnir pengar til tónleikin og mentanina, so tit í Býráðn­ um í Klaksvík ­ takið mál­ ið upp og gevið tónleikin­ um og mentanini tað, sum tørvar, so fáa tit tað aftur – tað ivist eg onga løtu í. Gleðilig Jól! Ein viðmerking til innslagið í Kringvarpinum um Atlantis Fríðálvur Jensen viðmerkingar