týsdagur 22. desember 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 245 - 22. desember 2009
Havnar Timburhandil
hevur útvegað sær
eitt termografiskt tól
sum vísir, hvar hitin
hvørvur í húsunum.
– Ætlanin er at seta
fokus á orkutap í
húsum, og vit eru
eisini til reiðar at
geva ráð um, hvussu
bøtt verður um hetta,
sigur Jan á Argjum,
sølustjóri
ORKUTAP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Fyri lítlum ári síðani setti
Suðuroyar Sparikassi sjó
neykuna á orkutap í sethús
um, og saman við arkitekta
fyritøku bjóðaðu teir sær til
at finna fram til loysnir,
hvussu sleppast kann undan
orkutapi í húsunum.
Suðuroyar
Sparikassi
bjóðaði og bjóðar framvegis
kundum sínum lagalig lán
at bøta um orkutap í húsun
um og harvið at minka um
CO2 útlátið.
Nú hevur so Havnar
Timburhandil tikið táttin
upp, og hevur útvegað sær
eitt termografiskt tól, sum
nágreiniliga mátar, hvar
orkan ella hitin hvørvur úr
húsunum.
Vit bjóða okkum fram
at koma út til fólk at máta
hitamunin í húsunum. Við
hesum tólinum kunnu vit
síggja, hvar hitin hvørvur
út úr húsunum, sigur Jan á
Argjum.
Í sambandi við hesa orku
herferðina, sum var fyrr í
heyst, hevði Havnar Timbur
handil eina framsýning í
2X3 hølunum á Hálsi, har
teir vístu fram dømi um,
hvussu farast skal fram, tá
bygt verður, fyri at fáa størst
møguligt gagn av tí hita, ið
eini hús nú einaferð nýta.
Nógv hevur verið tosað
um orkunýtslu og CO2 útlát
seinastu árini og ikki minst
nú, tá stóra veðurlagsráð
stevnan í Keypmannahavn
júst er endað. Semja varð
gjørd millum allar flokkar á
tingi um eitt felags uppskot
um framtíðar veðurlags
politikk, sum Annika Olsen,
landsstýriskvinna
í
um
hvørvismálum, hevði við
sær til altjóða veðurlags ráð
stevnuna fyrr í mánaðinum,
sum tó ikki endaði sum
vónað.
Enn er eingin útførdur
almennur
politikkur
á
orkuspariøkinum, men tað
eru nógvir privatpersónar,
ið sjálvir hava tikið stig til
orkusparandi tiltøk í formi
av til dømis privatum vind
myllum ella sólfangarum.
Stórur áhugi
Herferðin, ið Havnar Timb
urhandil skipaði fyri fyrr í
heyst, fekk rættiliga stóra
undirtøku,
og
teir
eru
rættiliga ovfarnir um stóra
áhugan, ið fólk hava víst
hesum tiltaki.
Vit høvdu vitjan av
haldi eg øllum flokkunum,
sum ganga á Tekniska
skúla, og hartil høvdu vit
hópin av vanligum fólki
inni á gólvinum. Ikki bara
mannfólk eru áhugað í at
vita meira um orkutap, men
eisini konufólk sýndu til
takinum stóran áhuga, sigur
Jan á Argjum.
Hann sigur, at teir rokn
aðu við áhuga frá timbur
monnum og byggiáhugað
um annars, men tað hava
verið hópurin av vanligum
fólki, harímullum nógvar
kvinnur, inni á gólvinum at
fregnast.
Vit vóru eisini úti og
gjørdu mátingar av húsum
fyri at síggja, hvar orkutapið
var, sigur Jan á Argjum.
Endamálið er greitt at
seta fokus á bjálving, ella
kanska
heldur
vantandi
bjálving.
Vit búgva øll í húsum,
sum brúka meiri ella minni
olju at hita við, og flestu
okkara halda uttan iva, at vit
brúka ov nógv. Samstundis
er greitt, at hitin hvørvur
onkunstaðni, tí í støðum eru
húsini ov ótætt, og tað vit
bjóða er, at vísa fólki hvar
tað er, at hitin sivar út, sigur
Jan á Argjum.
Varpa ljós á orkutap
Kunnleikin innan bjálving er komin langan veg,
síðani rockwool á fyrsta sinni var nýtt í føroyskari
húsabygging. Her vísir Jan á Argjum nýggjasta og
mest orkusparandi háttin at bjálva eini hús
Gistingarhús nýggja í nevnd
Gistingarhús og Matstovufelag Føroya hevði ársaðalfund fríggjadagin 19.
desember. Fyri vali stóðu Kjartan Dalsgaard og Kári Hentze. Haraftrat tók Leif
Sørensen seg úr nevndini. Kári Hentze stillaði uppaftur og varð afturvaldur. Fyri
Leif Sørensen varð Svend Åge Ellefsen valdur og fyri Kjartan Dalsgaard varð
Jóhanna Rasmussen vald. Í nevndini sita umframt omanfyri nevndu Ása
Johnsdóttir og Eirik Suni Danielsen. Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Ásu
Johnsdóttir sum formanni og Eirik Suna Danielsen sum næstformanni.