Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 245 - 22. desember 2009 Fiskaaling vil ganga á odda í granskingar- og menningarvirk- semi innan alivinnuna í Føroyum, og vil byggja upp eina gransking- arstøð á altjóða støði. Felagið skal skapa karmar um hetta virk- semið og skapa møguleikar fyri at fáa eina tilgongd av skikkaðum granskarum, sum kunnu útbyggja og víðka vitanarstøðið undir fiskaaling í Føroyum. Felagið skal í størri mun enn nú samstarva við granskingar- umhvørvið í Føroyum og granna- londum okkara og taka lut í felags verkætlanum. Eisini er ætlanin, at felagið í ein vaksandi mun skal virka sum tænastuveit- ari og ráðgevari til alivinnuna, innan økir har tílíkar tænastur ikki eru í Føroyum. At miðla vitan og úrslit frá granskingar- og menningaarvirk- seminum til vinnuna og almenn- ingin og at veita ráðgeving eru týðandi arbeiðsuppgávur hjá Fiskaaling. Ein onnur týðandi uppgáva er at arbeiða víðari við menning av marinum fiskasløgum. Førleikar · tú hevur viðkomandi útbúgving · tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni · tú ert nýhugsin og ágrýtin · tú hevur kunnleika til gransking og vinnulív · tú dugur at samskifta á enskum Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast gjør- ligt, men vit hava møguleika at bíða nakað eftir rætta viðkom- andi. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu og í mun til útbúgv- ing og starvsroyndir. Arbeiðsstaðið er á høvuðsskriv- stovuni hjá Fiskaaling við Áir. Meira fæst at vita við at venda sær til Ingolf Joensen, fráfarandi stjóra á 21 47 47 ella Sigurð Ó. Vang, nevndarformann á 28 10 90 (eftir kl. 16). Umsókn við avritum og møgulig- um ummælum, skulu sendast til: SPEKT Staravegur 17, Postsmoga 3258 FO-110 Tórshavn Umsóknin skal vera komin fram í seinasta lagi 20. januar 2010 kl. 12. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/F Fiskaaling søkir eftir stjóra P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Fiska- aling hevur virksemi við Áir, í Nesvík og í Skopun. Samlaða starvsfólkatalið er umleið 20, herav fleiri granskarar. Virksemi fevnir um at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, herundir verkætlanir inn- an matvørugóðsku, aliumhvørvi, fóður, vatn, framleiðsluhættir, nýggj aliøkir, aling á harðbalnum økjum v.m. Meiri fæst at vita á www.fiskaaling.fo P/F Fiskaaling Við Áir www.fiskaaling.fo s o z o p r e p r e s s Fokus á umhvørvið Sølustjórin vísir aftur, at hetta framtakið bert hevur til endamáls hjá Timbur­ handlinum at økja um søluna. ­ Nei, tað er langt frá bara tað, ið hetta gongur út upp á. Tað verður jú tosað so nógv um umhvørvið í hesum døgum, og vit vilja fegnir verða við til at seta fokus á tað. Og so er tað eisini fólkini, ið búgva í húsunum, at tey kunnu sita fjálgt og gott inni. So tað snýr seg ikki bara um hjá okkum at selja eitt sindur av bjálving, sigur Jan á Argjum. CO2 útlát er ein av orsøkunum til, at Havnar Timburhandil hevur valt at seta fokus á útlát og orkutap. ­ Eisini skilst, at tað sita arbeiðsbólkar og smíða lógarverk yvir, hvussu hús skulu byggjast og bjálvast, og har vilja vit fylgja við teimum og vísa á, hvat kann gerast, sigur Jan á Argjum. ­ Í november stóð fram­ sýningin á torginum í 2X3, men hon verður so flutt í onnur høli hjá Timbur­ handlinum. Jólini eru yvir okkum, og torgið verður tí nýtt til onnur endamál. Men tað fer altíð at bera til hjá fólki at støkka inn á gólvið til eitt bjálvingarprát og somuleiðis fer eisini frameftir at fáa húsini máld fyri orkutap, sigur Jan á Argjum. Havnar Timburhandil hevur útvegað sær ein termografiskt tól at máta, hvar hitin sivar út úr húsunum. Til ber at fáa fólk frá Timburhandlinum at máta tíni hús eisini Til ber eisini at bjálva betongveggir. Her vísir sølustjórin hjá Havnar Timburhandli hvussu tú snøgt og snilt kann bjálva til dømis kjallaran Lesið -so eru tit við! Oljuprísurin hækkar Í New York verður ein tunna av ráolju nú seld fyri umleið 73 dollarar. Tann økti prísurin kemst av, at øktar væntanir eru um, at heimsbúskapurin er við at reisa seg aftur eftir ringastu kreppuna síðani annan verðaldarbardaga. Sambært Bloomberg news fer olju­ prísurin eisini í hesari vikuni at hækka. Bloomberg news hevur gjørt eina spurnakanning sum vísir, at ein øking í eftirspurninginum eftir bensini í USA fer at minka um goymsl­ urnar hjá teimum størstu orkunýtandi londunum. Ein tunna av amerikansku tilvísingar­ olju, WTI, til veiting í januar kostar nú 73,24 dollarar. Til samanberingar kann nevnast, at um somu tíð í 2008 var prísurin 36 dollarar. Hetta skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.