Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 245 - 22. desember 2009 Reint tekniskt eru íløgurnar á fíggjar­ lóg ini mink að ar við 43 milliónum krón­ um og raksturin vak s in við 344 mill­ ión um krónum, um vit samanbera fíggj­ ar lógina 2010 við fíggjar lógina 2009. Saman bera vit við fíggjar lógar uppskotið er raksturin vaksin við 232 milliónum krón um og íløgurnar mink að ar við 125 millión um. Hetta kemst tó í ávísan mun av, at sumt, sum varð rokn að sum íløgur nú verð ur roknað sum rakst ur Meira pengar Samlaða útreiðslan á fíggjar lógini er vaksin við næst an 94 milliónum krón­ um í mun til fíggjar lógar­ upp skotið fyri 2010, og við næstan 190 milliónum krón ur í mun til fíggjar lóg­ ina 2009. Rakstrarútreiðslurnar, sum nú eisini til dømis um ­ fata stuðul til eldra sam býli og røktarheim, ið fyrr vóru íløgur, eru tær vaksnar við um leið 232 milliónum krón um í mun til uppskotið og við umleið 344 millión­ um krónur í mun til fíggjar­ lógina 2009. Nakrar íløgur, sum til døm is bjálving á umleið 10 millión ir krónur av Tinga­ nesi, eru ikki við í hesi við­ gerð. Fíggjarmálaráðið Hyggja vit at fíggjar mála­ ráð num, so er onki broytt utt an ein lógarbundin játtan á tvær milliónir krónur í mun til fíggjar lógar upp­ skot ið. Hinvegin er raks tr­ ar játt anin hjá sjálvum ráð­ num er skorin við 168.000 krónum, og tað eru játtan­ irnar til aðrar stovnar undir ráð num eisini. Í upp runa­ upp skotinum var mest talan um framskrivingar, so lítið er broytt hjá ráðnum. Fiskimálaráðið Bæði í krónum og pro sent­ um hevur fiskimálaráðið fing ið størri rásarúm í mun til fíggjarlógaruppskotið og nógv afturat í mun til játtan ina fyri 2009. Hetta kemst fyrst og fremst av, at inntøkutrygdin, sum skuldi gerast ein minni út reiðsla, ongan veg er far­ in, umframt, at meiri verð ur goldið út av henni í mun til uppskotið í 2009. Hinvegin kann eisini stað festast, at íløgan, sum skuldi vera 20 milliónir krón ur í ár, til nýtt hav ran­ sókn arskip er púra burtur. Men útgerð á 1,5 millión krón ur, sum skuldi vera íløga til Magnus Heinason, er flutt til rakstur. Lagt til rættis: Eirikur í Jákupsstovu og Jón Tórur Einarsson Íløgurnar blivu til rakstur Brittany Murphy deyð Bert 32 ára gomul varð Brittany Murphy sunnudag funnin deyð í baðikari. Sambært TMZ var tað mamman hjá stjørnuni, sum fann hana deyða. Sambært Foxnews.com upplýsir ein talsmaður fyri sløkkiliðið í Los Angeles, Devon Gale, at alarmsentralurin hevði móttikið eina uppringin klokkan 8 um morgunin frá teirru adressu, har maður Brittnay Murphy býr. Ein sjúkrabilur varð í stundini sendur til húsini, og Brittnay Murphy bleiv beinleiðis koyrd til Cedars­Sinai Medical Center. Ávegis til sjúkrahúsið fekk hon hjartamassagu, men tá ið sjúkrabilurin kom til sjúkrahúsið, sum var langt burturi frá hennara heimi, staðfestu læknarnir, at stjørnan var slóknað.