mikudagur 23. desember 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 246 - 23. desember 2009
Elbilar til SEV
Við Norrönu mánadagin komu tríggir Citröen C1 EVie
elbilar, sum Elfelagið SEV hevur leigað til royndarkoyring
í Føroyum. Citröen C1 EVie er ein vanligur Citröen C1,
sum er umbygdur til elbil. Elmotorurin er upp á 30 kw ella
51 hk, og bilarnir kunnu koyra millum 80 og 100 km upp á
eina løðing. Ætlanin er, at bilarnir skulu royndarkoyrast av
einstaklingum, fyritøkum og stovnum fyrstu tríggjar
mánaðirnar í nýggja árinum. Á myndini síggjast tveir
elbilar, til uppløðing uttan fyri hjá SEV við Landavegin.
Veiðitøl og avreiðing
arvirði hjá línuflot
anum í ár kunnu ikki
samanberast við tey
ár, tá hesin partur av
flotanum hevði sínar
bestu dagar
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast endaligu tølini yvir,
hvussu gingist hevur hjá
fiskiflotanum í ár enn ikki
fyriliggja, er tó greitt, at
Kambur
av
Strondum
verður bestur av línuskipun
um. Í seinastu uppgerð hjá
felagnum, sum er gjørd
hálvan desember í ár, hevur
Kambur fiskað 1.223 tons,
sum eru seld fyri góðar
11,4 miljónir krónur.
Næst besti línubátur í ár
er Eystnes, sum hálvan des
ember hevði fiskað 892
tons, sum eru seld fyri slak
ar 9,5 miljónir krónur.
Fleiri línuskip hava fisk
að fyri millum 7 og 9 milj
ónir krónur, og millum hesi
eru eitt nú Venus, Váðastein
ur, Klakkur, Kvik, Mascot
og Morgunstjørnan.
Hóast Fiskimannafelagið
enn ikki hevur fingið allar
avrokningar, er tó longu
greitt, at eingin tekur Kamb,
sum soleiðis bæði kemur at
hava størstu landaðu nøgd
ina og størsta veiðivirði.
Hálvan desember í ár
hevði Kambur havt 271
fiskidagar.
Gongur betri
Tað hevur verið trupult hjá
línuflotanum, síðan toska
veiðan minkaði niður í lítið
og einki, samstundis sum
lítið hevur verið at fingið
av hýsu.
Í heyst hevur aftur verið
meiri at fingið av toski, og
útlitin hjá hesum parti av
flotanum eru betri, enn tey
hava verið í seinastuni.
Sambært Fiskimannafel
agnum hava ikki so fáir túr
ar hjá línumonnum í heyst
givið meiri enn minstuløn.
Árið 2003 var eitt sera
gott ár hjá nógvum línuskip
um, og hyggja vit at avreið
ingarvirðinum hetta árið,
finna vit helst línuskip, sum
hetta árið fiskaðu fyri meiri
enn 20 miljónir krónur.
Hetta var eisini eitt ár,
har línuskip, sum høvdu
loyvi at fiska á Føroyabanka,
gjørdu nógvar heilt góðar
túrar, samstundis sum bæði
skip og manning tjentu
nógvan pening.
Nú er so tíbetur líkt til, at
línuflotin, sum hevur verið
í djúpum aldudali, er á veg
upp úr aftur.
Hóast Fiskimannafelagið ikki er liðugt við sína seinastu uppteljing í ár, og hóast allar avrokningar enn ikki eru komnar felagnum í
hendi, er greitt, at línuskipið Kambur av Strondum verður bestur millum línubátarnar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kambur er
besti línu-
bátur í ár
Hálka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast tað hevur verið
rættilig hált um alt landið
seinastu dagarnar, hevur
ferðslan eftir umstøðunum
gingið væl.
Tá Sosialurin tosaði við
vakthavandi á politistøðini
í Havn seinnapartin týs
dagin, søgdu tey, at ferðsl
an hevur gingið yvirrask
andi væl, sum tey málbóru
seg.
Nøkur smærri ferðslu
óhapp hava verið kring um
í landinum, mest á lands
vegunum, men talan hevur
bert verið um smærri
materiellar skaðar.
Hendingin, sum man
hava verið ein hin ógvus
ligasta, var, tá ein bilur,
sum koyrdi á vegnum í
Kaldbaksfirði, fór út av
og endaði á takinum.
Løgreglan sigur, at fleiri
fólk vóru í bilinum, men
tíbetur fekk eingin nakran
skaða.
Aðrir bilar eru eisini
farnir út av ella eru endaðir
skeivir á vegnum, men eftir
umstøðunum hevur ferðsl
an gingið væl. Fólk koyra
sum heild varisliga, og tað
ger, at eingin fólkaskaði
hevur verið, eins og materi
ellu skaðarnir eru avmark
aðir, sigur vakthavandi.
Lagt verður aftrat, at
rættiliga nógv ferðsla er,
nú tað stundar til jóla, og
síðan kavin legðist, hava
fleiri fráboðanir verið um
smærri materiellar skaðar
um alt landið.
Smærri materiellir
skaðar í hálkuni
Hamranes og
Breiðanes landaðu
upsa í Hvalba
mánadagin
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Partrolararnir Hamranes og
Breiðanes landaðu í Hvalba
mánadagin. Hetta var ein
stuttur túrur. Skipini høvdu
góð 105.000 pund av upsa
tilsamans, sum TG Seafood
keypti.
Magnus Jespersen, stjóri
á Delta Seafood og á
Sandoy Seafood, sigur, at
virkini, sum hann hevur við
at gera, verða liðug við
fiskin í dag. Síðan verður
farið í jólafrí, og lagt verður
ikki til brots aftur fyrr enn
fyrst í komandi ári.
Hann sigur, at tey á Sandoy
Seafood hava arbeitt upsa,
sum Polarhav og Stjørnan
landaðu í Saltangará mána
dagin, og eisini kom nakað
av fiski úr Sørvági.
Delta Seafood á Tvør
oyri og TG Seafood í
Hvalba hava í vikuni eisini
arbeitt fisk, sum er landaður
norðanfjørðs og er komin
suður í trailarum, sigur
Magnus Jespersen, stjóri á
Delta Seafood og á Sandoy
Seafood.
Virkir farin í jólafrí
Tað hevur gingið óføra væl hjá
partrolarunum, Hamranesi
(mynd) og Breiðanesi, síðan
suðuroyingar saman við
øðrum keyptu skipini