Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 2 VIKUSKIFTI Brandur bjóðar norðurlondum av Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen Forsíðumynd: Dólgarnir / Jens Kristian Vang 4 Samrøða: Dólgarnir Bjørn, Berint og Bjarti saman aftur 8 TipS: jólagávurnar í evstu løtu 10 90 Sekund: jólamaðurin svarar 12 10 Ting um: lionel messi 14 maTur: jólaBorð á HúsarHalDsskúlanum 16 Samrøða: guttorm DjurHuus 18 Samrøða: Bispur um jól og menniskju 22 FerðaFráSøgn: á fílaBeinsstronDini 26 Til arbeiðiS: ann-Britt joHannesen 30 reporTaSja: Heima Hjá lassa sørensen 34 reporTaSja: sjónleikari og leikstjóri úr miðvági 36 Hugleiðingar: ingi moHr og preliminerskúlin 40 jólaSøga: nálin 46 mín beSTa uppSkriFT: jóla-DougHnuts 48 klumma: ása unDir kletti 50 Tað Hendur: konsertir, Bøkur, senDingar osfr. 52 Vikumyndin: Besta mynDin í vikuni – Tað ræður um aT koma úT aT spæla fyri so nógvum fólki sum gjørligT, sigur Brandur Enni, sum við nyggjari fløgu og nógvum live-framførslum skal royna aT vinna fram í norðurlondum komandi mánaðirnar TónleikUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er nógv vant runnið í ánni, síð ani Brandur Enni sum evnaríkur tann ár­ ingur legði Føroyar og Ísland fyri sínar føtur. Nú er poppsangarin av Tvøroyri blivin vaksin, skrivar sínar egnu sangir og gevur sína fyrstu fløgu við egnum sangum út. Men tað hevur ikki verið lætt at taka stigið sum sangskrivari. ‒ Tá ið eg gav tónleik út í Føroyum, skrivaðu bestu sangskrivarar í Føroyum sangir til mín, og tí var tað ikki lætt hjá mær at fara at skriva sangir til mín sjálvan, sigur Brandur Enni. Men hann er komin framvið ring­ asta óttanum, tí hann hevur skrivað eina rúgvu av sangum, og ein av sang unum er í ár í uppskoti til besta sang á Planet Awards. Tað er sangurin Some times Truth Needs A Lie, sum er heitis sangurin á nýggju útgávuni hjá Brandi. Út at spæla Fløgan hjá Brandi Enni er komin út í Før oyum, og seinni í januar skal fløgan gev ast út í Norðurlondum. Síðani skal Brandur út at spæla fyri at stuðla út­ gávuni og sínum egna frambroti. ‒ Tað skapar eitt sterkari samband við áhoyraran, um tú kanst fara út at spæla fyri fólki, og tí skal eg í grundini spæla so nógv sum gjørligt komandi tíðina, sigur Brandur Enni. Framførslurnar til konsertir og so­ nevnd showcases verða serliga í Svøríki, men eisini í hinum norðurlondunum. ‒ Ein góður møguleiki er ofta at sleppa at hita upp fyri onkrar kendan tón leikara, tí tá koma nógv fólk á kon­ sert, og vit arbeiða við, at eg kann fáa slíkar uppgávur, sigur Brandur Enni. Hann hitaði upp fyri Alexander Rybak – norska Grand Prix vinnaran – her fyri, og tað gav nógva góða um­ talu, og í næstum skal Brandur spæla saman við eit tnú kenda svenska tón­ leik aranum Thomas Ledin. ‒ Samstundis sum hendan fløgan kem ur út í norðurlondum, fara vit at ar beiða við einari nýggjari útgávu, sum skal gevast út uttanfyri norðurlond, sigur Brandur Enni. Áðrenn leiðin verður løgd av land inum, kunnu føroyingar uppliva Brandur Enni á konsertum í Føroyum. Hann hevur útgávukonsertir í Fuglafirði, Tvør oyri og í Havn næstu tíðina. klUmma inna Törnroos inna@sosialurin.fo Jólini eru barnanna hátíð. Hetta er ramsa, ið verður endurtikin allan jólamánaðin. Børnini skulu verða glað. Tey skulu fáa pakkar, klem frá jólamanninum, fín klæði og nógv gott at eta. Flestu børn fáa alt hetta á jólum. Vit eru heppin at búgva í einum landi, har foreldrini hava ráð at halda eini gleðilig jól fyri sær sjálvum og børnunum. Saman við øllum glitrinum er ein snapsur innanfyri vestin eisini ein sjálvfylgja á jól um. Hýrurin á foreldrum, ommum og abbum gerst betri, jú longri jólakvøld líður, og børnini ansa sær sjálvum við nýggju leik­ unum, tey hava fingið. Eg hevði ynskt at snapsurin var goymdur og gloymdur, til í hvussu so er annað jóla­ kvøld. Jól eru barnanna hátíð, eisini tá jólapakk­ arnir eru útpakkaðir og dunnan uppetin. Tey hava rætt til eini friðarlig jól uttan fulla­ manns skeldarí, grát yvir sorgir, ið koma til sjóndar, tá snapsurin hevur bloytt okkara yvir ego til ein mjúkan svamp Børn vilja hava muss og klem 365 dagar um árið, og ikki frá einum alkoholangandi munni jólaaftan. Jólaaftan og jóladagur eru tveir dagar av 365. Lat snapsin og ølina standa hesar dag­ ar nar, so at børnini kenna, at tær kenslur, ið koma til sjóndar, eru veruligar. Vilja mamma og pápi skeldast, jamen, so lat tey skeldast, bara tey gera tað við sínum yvir ego til stað ar. Vil gráturin koma yvir onkran, sum ikki er við hesi jólini, lat hann so koma. Bara kensl ur nar eru veruligar kenslur. Tit kanska halda, at børnini ikki merkja, at tit drekka. Tað er galið. Tey merkja tað sera væl, og tey vita hvat, sum er veruligt og óveruligt, og hvat snapsurin ger við mammu og pápa og onnur vaksin rundan um tey. Lat tíni børn minnast eini góð og gleðilig jól, har mamma og pápi vóru til staðar, bæði kropsliga og sálarliga. Gleðilig jól! ‒ Tað skapar eitt sterkari samband við áhoyraran, um tú kanst fara út at spæla fyri fólki, og tí skal eg í grundini spæla so nógv sum gjørligt komandi tíðina, sigur Brandur Enni. inniHald mynd: Jana Damrøse Gleðilig edrú jól!