mikudagur 23. desember 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 246 - 23. desember 2009
Hann er altíð á gosi
av berum blíðskapi
og fryntligheit,
Oyrarmaðurin.
Soleiðis verður
hann nevndur í
svimjihallarhøpi í
Gundadali í Havn.
Hann eitur Jákup
Johannesen, umframt
at hann verður róptur
Jákup á Oyri og so
Oyrarmaðurin, tí
hann er av Oyri
Sonne Smith
Hann fylti 80 tann 1. oktob
er í ár. Hann hevur verið
fastur fúsur í Svimjihøllini
í Gundadali mest sum
hvønn gerandisdag og leyg
ardag, kanska eisini sunnu
dag, í mong ár. Tá ið hann
kemur til lúkuna í móttøkuni
í svimjihøllini heilsar hann
og prátar hann dúgliga við
hana ella hann, ið útflýggjar
honum lykil til klædna
skápið í skiftingarrúminum
hjá monnum (sjálvandi!).
Kjak á hægsta
hitastigi
Eisini í hitarúminum í
svimji høllini er Jákup á
Oyri fastur fúsur, og sum
vant er kjakið í hesum rúmi
á hægsta hitastigi. Jákup
gongur skjótt aftur og fram
í rúminum, har hitastigini
liggja millum 80 og 90 stig.
Hitin tykist ikki at nerva
Jákup. Hann er við í øllum
orðaskifti har inni. Honum
dámar best at vera á gosi.
Iva leyst tí, at hann fylgir
væl við, og hjá honum fer
helst einki aftur við borð in
um. Jákup er gamal sjó
maður. Hann sigldi úti í eini
25 ár, áðrenn hann fór í
land og støðaðist fast á
Oyri, Hann er giftur og eig
ur fýra børn og fleiri
abbabørn.
Maskinmeistari
Jákup Johannesen fór í læru
hjá Kjartani, sum hann
sjálvur tekur til. Kjartan var
Tórshavnar Skipasmiðja og
Kjartan Mohr. Har fór
Jákup blaðungur í smiðju
læru, og ta tíðina búði hann
sjálvandi í Havn, tí tá í tíð
ini bar ikki til at ferðast
ímill um hvønn dag sum nú,
enn og minni til sovorðið
luksus sum at svimja í
Havn.
Miðskeiðis í hálvtrýss un
um, áðrenn Jákup fór á
maskinskúla, fór hann út at
sigla við einum norskum
tangaskipi upp á 19.000
tons. Eitt lítið skip, eisini
eftir tátíðar viðurskiftum.
Teir mynstraðu í Antwerpen
og sigldu suður í Persa
flógvan eftir olju og haðani
til Australia. Tað var tann
fasta rutan, sigur Jákup.
Seinni fór hann at sigla sum
maskinmeistari hjá Mærsk
í eini 25 ár. Eitt skifti við
stykkjagóðsbáti, annars við
tangaskipi. Hetta var tíðin,
tá ið Jákup sigldi úti á øllum
heimshøvum.
Alverkamaðurin
á landi
Tá ið Jákup fór í land í Før
oyum var hann á Lands
fjósinum hjá Landsverk
frøð inginum, nú Lands
verki, í fimm ár. Landsfjósið
er støðin, smiðjan, verk
staðurin, har Landsverk
hev ur sínar mongu maskinur
inni til umvælingar og røkt.
Landsfjósið,
ið
stendur
mill um Hósvík og Kolla
fjørð, fekk navnið, tí Lands
verkfrøðingurin hevði sínar
gravkýr standandi har til
ambætingar.
Seinni aftur varð Jákup
alverkamaður hjá Sunda
Kommunu í nøkur ár. Hann
røkti alt arbeiði, sum ein
maskinmeistari kundi hava
hjá eini kommunu, eitt nú
hegn og skip.
Hann elskar at dansa
Líka síðan Jákup fór í læru
hjá Kjartan Mohr á sinni,
hevur hann røkt sítt besta
ítriv: dansin.
– At dansa er tað besta,
eg veit, sigur Oyrarmaðurin
avgjørdur. Eg fór í Sjón
leikarhúsið hvørt einasta
sunnukvøld
í
dans
og
mikukvøld í Tórshøll, og
tað var hvørt tað einasta
kvøld ein túr út á kaina.
Er okkurt stórtiltak í
Ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn og aðrastaðni við, so
er Jákup har.
– Eg fari allastaðni har,
sum futtur er í. Eitt tað
besta staðið er høllin á
Hálsi og so Hotel Føroyar.
Ja, og so í Eydnuni á Oyra
bakka, tá ið tað er nakað
har.
Jákup elskar at dansa.
Hann hevur dansað frá tí
hann fór í læru. Honum
dám ar allan musikk, sigur
hann, bæði villan og rólig
an. So vit kunnu altíð vænta
at síggja og hitta henda
spelkna
oyrarmann
har,
sum dansað verður. Hjá
hon um er 80 ár eingin aldur
í so máta...
Oyrarmaður á gosi
The Dreams á tindinum
Føroyski rockbólkurin The Dreams átti best umtókta sangin á
danska Boogie listanum í ár. Boogie listin er sjónvarpshitlisti hjá
Danmarks Radio, og verður roknaður sum týdningarmikil listi
millum ungfólk. Um vikuskiftið varð gjørt upp, hvørjir sangir vóru
teir populerastu á listanum í ár, og The Dreams var á ovasta plássi
við sanginum Ingen Kan Erstatte Dig. The Dreams átti eisini sang
nummar 10 á listanum, tað var seinasta hittið hjá teimum, Under
The Sun.
Vit halda jólafrí frá 21. desember til 4. januar 2010.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól
og eitt gott nýggjár
www.hak.fo
ANNIJANNI
Jákup Johannesen
Vit takka øllum, sum stuðlaðu
verkætlan okkara, at varpa ljós á
heilsurøktaran í Føroyum.
Eisini ynskja vit øllum eini
gleðilig jól og nýggjár.
Føroya Psykiatrifelag og
Almanna- og Heilsurøktarafelagið