Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 5 VIKUSKIFTI Dólgarnir Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Erling er fyrstur, síðani dettur Hans Jacob inn, og seinastur er Egi. Tað kennist søguligt at savna hesar tríggjar menn saman, sum merktu so nógv fyri okkum, sum vuksu upp í 1980- unum. Teir líkjast sær sjálvum, hárið er eitt sindur gránað, og rukkurnar nakrar fleiri. Men skálkabrosið er tað sama, og tað tekur ikki langa løtu frá tí, teir tríggir eru í sama rúmi, til vit øll hava láturkrampa. Dólgarnir hava ikki samstarvað, síðani Dólgarnir vóru niðurlagdir 1988, men teir kennast væl. Bæði sum vin- menn – Egi og Erling, svágrar – Egi og Hans Jacob, og so hevur Erling faktiskt veri næmingur hjá Hans Jacob eina ferð í tíðini. Maðurin handan Dólgarnar Zacha- rias Hammer er ikki við. Hann var tann, ið savnaði teir tríggjar og koyrdi bilin til Leynar á fyrstani tíðí 1985, tá fyrstu upptøkurnar vóru gjørdar. Egi: Eg minnist, at eg spurdi Zacha- rias, hvat tað var, vit skuldu gera. Hann svaraði, at tað skuldi handla um nakrar dólgar, sum búðu í fjøllunum. Og so helt hann, at teir skuldu koma oman úr fjøllunum. Men nógv meir visti hann ikki. At vit skuldu eita B-B-B – Bjørn, Ber int og Bjarti – avgjørdu vit eisini á veg num til Leynar hendan dagin. Hans Jacob: Einki var ógjørligt hjá Zacharias. Skuldi tað vera ein slupp, so skaffaði hann okkum eina slupp, skuldu vit koyra buss, so steðgaði hann einum bussi. »So gera vit bara tað« var hansara slagorð. Tann bangni Dólgarnir fingu saman við nøvnunum eisini ymisk eyðkenni. Bjørn var tann klóki, Berint tann bangni, og Bjarti tann djarvi. Egi: Eg sá fyri mær, at Zacharias fór at finna upp á ymiskt, sum eg ikki hevði so góðan hug til, so eg avgjørdi beina- vegin, at eg skuldi verða tann bangni Berint. So kundi eg sleppa frá at spæla »stuntmaður«. Erling: Eg var rættuliga villur hasa tíðina, so hjá mær passaði tað væl at vera djarvur. Hans Jacob: Eg skuldi so eitast at vera tann klóki, men eg fekk ikki sagt tað stóra, eftirsum Egi og Erling avbrutu meg alla tíðina. Tá spælt var inn, var lítið avgjørt áðr- enn, hvat skuldi gerast. Rammurnar – hvar teir skuldu vera – vóru fastar, men dialogurin var fyri tað mest impro vi- seraður. Summar dagar var spælt inn sama dag, ið sendingin skuldi í sjónvarpið. Egi: Eg minnist, hvussu eg og mynda- maðurin Per Zakariassen koyrdu við fullari ferð úr Leynum til Havnar at klippa sendingina saman. Eina ferð kliptu vit, meðan sendingin koyrdi í sjónvarpinum. Hans Jacob: Hetta var fyrstu tíðina við føroyskum sjónvarpi, og tá var alt stuttligt. Ongin hugsaði um tímaløn og yvirtíð, vit spældu og hugnaðu okkum. Facebook-bólkur Allir tríggir eru á einum máli um, at tað er yvirraskandi, at Dólgarnir DólgarnIr saman aftUr 21 ár eru liðin síðani DólgarnIr seinast vóru at síggja í Kringvarpinum. nú eru teir aftur á sKíggjanum, og børnInI hjá teimum, sum elsKaðu dólgarnar í 1980-unum, læra teir nú at Kenna. vit savnaðu teir tríggjar til eitt prát um gamlar dagar og Dólgalív. Dólgarnir Bjørn, Berint og Bjarti sum teir sóðu út 1988, og sum nú verður endursent í Kringvarpinum.