mikudagur 23. desember 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 246 - 23. desember 2009
Hugskotið til bókarøðina
Havnar Søga kyknaði á
Akureyri í 1999 av stóra
alskinum og virðingini,
tey har sýndu síni egnu
býarsøgu
Søga
Leivur Hansen,
fyrrv. borgarstjóri
Um dagarnar komu út trý bind
aftrat av Havnar søgu, og harvið
eru fimm bind av hesum mikla
bókaverki nú higartil sjósett í
øllum góðum. Tvey tey fyrstu
bindini komu í 2003, og eftir
ætlanini kemur eitt bind aftrat, so
tey samanlagt verða seks í tali.
Tá hava vit eitt samlað
stórverk, sum vit øll – bæði
havnarfólk og føroyingar sum
heild - kunnu vera errin og stolt
av, tí søgan røkkur eisini útum
bøgarðarnar í Havn.
Bókaverkið lýsir Havnar søgu
frá landnámi til okkara dagar.
Tvey tey fyrstu bindini lýsa
Havnar søgu frá bóndagarðinum
á Húsabrúgv í víkingatíð til
Vágsbotnshandilin, Kongliga
handilin og hvussu Havnin vaks
og mentist fram til 1816.
Tey trý bindini, ið nú eru
komin aftrat, flyta okkum í
høvuðsheitum fram til 1909, tá
Havnin gjørdist demokratisk
kommuna og fór at virka eftir
nútíðar grundsjónarmiðum um
valrætt og vælbari.
Í teimum seinastu bindunum
verður m.a. greitt frá grind í
Havn fram til dagin í dag,
Havnar traðasøgu og handli og
vinnulívi.
Tað eru teir báðir søgufrøðing-
arnir Jens Pauli A. Nolsøe og
Kári Jespersen, sum í samstarvi
við eina ritstjóranevnd, hava lagt
verkið til rættis.
Jens Pauli og Kári hava síðani
á sumri 2001 arbeitt burturav við
Havnar søgu, og ikki kann annað
sigast enn, at hesum eru teir
komnir sera væl frá - á øllum
økjum. Tillukku við tí, tit báðir!
Upprunin til verkætlanina
Nakrar royndir hava gjøgnum
tíðirnar verið gjørdar til tess at
fáa skrivað Havnar søgu, men
ikki fyrrenn í 1999 kom verulig
gongd á, og árið eftir eydnaðist á
fyrsta sinni at fáa sett pengar av
til endamálið á fíggjarætlan
kommununnar.
Hetta hevur síðani verið ein
føst játtan á ársfíggjarætlanini nú
í 10 ár. Sostatt er verkætlanin
vorðin nógv drúgvari, enn rokn-
að var við upprunaliga, men
ongum kom tá til hugs, hvussu
stór henda avbjóðingin í roynd
og veru var.
Í sambandi við, at vit nú fagna
teimum trimum nýggjastu
bindunum, hevur tað kanska
áhuga hjá onkrum lesara at hoyra
eitt sindur nærri um, hvussu
hetta megnarverk í grundini varð
til.
Søgan er í stuttum henda:
Í januar 1999 var undirrritaði –
sum táverandi borgarstjóri í
Havn – boðin til Akureyrar at
vera við til setanina av eini for-
kunnugari føroyskari lista fram-
sýning, sum Listafelag Føroya
var við til at fyriskipa.
Henda framsýning varð
framm anundan stórliga fagnað á
Kjar valsstøðum í Reykjavík - har
eg eisini var hjástaddur og enntá
fekk heiðurin at halda setanar-
røðuna.
Fekk íblástur á Akureyri
Dvølurin á Akureyri gjørdist
bæði mennandi og spennandi og
skuldi vísa seg at fáa stóran
týdning fyri bókarøðina um
Havnina, tí tað var júst har,
hugskotið til bókarøðina
kyknaði.
Undir setanini á Akureyri vóru
tey so blíð og beinasom at handa
mær eitt bind av Akureyrar søgu
sum tøkk fyri hjáveru mína.
Hetta var fyrsta bindið í eini røð
av trimum, sum býráðið á Akur-
eyri hevði sett ein av sínum
býarsynum – ein virdan rithøv-
und – at skriva.
Talan var um eina miljóna
verkætlan, ið røkk yvir fleiri ár,
og sum rithøvundurin burturav
skuldi halga seg til fyri býarins
rokning – hvørki meira ella
minni.
Ja, so stóran alsk og virðing
høvdu tey fyri søguni har yviri!
Tú kundi ikki annað enn verða
ávirkaður av hesum stórsinnaða
hugburði, samstundis sum tú
iðraði teg ikki sørt um ikki at
kunna handa teimum eina
líknandi gávu frá Tórshavnar býi.
Hetta gav bæði mær og
mentanardeildarleiðaranum, ið
var við mær har yviri, nakað at
hugsa um. Og báðir vóru vit
sannførdir um, at bar hetta til hjá
teimum, so bar hetta sanniliga
eisini til hjá okkum.
Sostatt var hetta í roynd og
veru tað, sum ikki bara gav
íblástur til at fara undir hetta
takið her heima, men sum
avgjørt eisini skundaði undir tað.
Og nú ráddi so eisini um at
smíða, meðan jarnið var heitt.
Tung og krevjandi uppgáva
Heimafturkomnir fóru vit
beinanvegin undir at kanna, hvør
ið møguliga kundi átaka sær hesa
uppgávu, men hetta vísti seg
skjótt at vera lættari sagt enn
gjørt.
Hóast nógvir góðir pennar
vórðu spurdir, aftraðu allir seg
við at átaka sær hesa tungu og
krevjandi uppgávu. Vit vildu tó
ikki geva skarvin yvir, men
royndu aðrar leiðir.
Endin gjørdist tann, at avgjørt
varð at seta eina ritstjóranevnd at
skipa fyri tilrættisleggingini. Eg
traðki neyvan nakran av nevndar-
limunum á tærnar við at upplýsa,
at í hesa nevnd komu fleiri av
teimum, sum ikki hættaðu sær at
fara undir hetta stórverk einsa-
mallir.
Betri nevndarsamanseting kundu
vit neyvan fingið, so tøkk fái tit
fimm: Annfinnur í Skála, Jógvan
Arge, Andras Mortensen, Bárður
Jákupsson og Gunnar Hoydal.
Ritstjóranevndin fekk í lag
heppið samstarv við søgufrøð-
ingarnar Jens Paula Nolsøe og
Kára Jespersen, sum aftaná stutta
umhugsunartíð, tíbetur játtaðu at
átaka sær uppgávuna. Takk enn
einaferð fyri tað, tit báðir.
Til stuttleika kann verða nevnt,
at vitjanin á Akureyri ikki bert
var ein kveikjan og eggjan til at
fáa Havnar søgu skrivaða. Hon
gav eisini íblástur til mangt
annað. Tildømis stavar avgerðin
um at skipa Tórsgøtu sum
mentanargøtu í stóran mun eisini
frá hesum túri.
Jú, víst hava vit nógv at takka
og læra av søguríku og mentanar-
fúsu frændum okkara fyri
norðan!
At enda fari eg at takka
leiðaranum á mentanardeildini,
táverandi kommunustjóra og
býráðslimum fyri dyggu undir-
tøkuna í burðartíðini hjá Havnar
søgu – og tey, ið tóku við, har
onnur sleptu, fáa somu heilsan.
Takk fyri øll somul og hjarta-
liga tillukku við hesum megnar-
verki við ynskjum um eini
gleðilig jól og eitt eydnuríkt
nýggjár!
Havnar søga við íblástri úr Íslandi
Søgufrøðingarnir Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen hava síðani summarið 2001 arbeitt burturav við Havnar søgu
Mynd: Bent Kjærbæk