Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 10 VIKUSKIFTI Hvat er tað besta við at vera jólamaður? Tað er at síggja øll tey glaðu børnini, tá tey fáa pakkar og mandarinir. Hvar býrt tú? Í Skeivahelli, tað er uppi við kuplarnar á Sornfelli, men hellið er ógjørligt at finna. Brúkar tú reinsdjór at koma runt við? Tað er ongin kavi, so tað ber ikki til. Eg plagi at tumla. Eri í Kaldbaksbotni beint nú, og vóni at onkur steðgar, so eg sleppi við, tí eg eri akkurát komin úr fjøllunum. Hvussu kemur tú inn, um fólk brúka hitapumpu heldur enn skorstein? Vit hava ein gandaring, og tá vit hava nógv at gera, so brúka vit hann. Eru vit svangir, so trýsta vit tvær ferðir á. Og skulu vit inn onkustaðni, so trýsta vit tríggjar ferðir, men hann riggar ikki so væl, so tað verður spennandi í ár, og so øgiliga nógv hava fingið hitapumpur. Og annars eru skorsteinarnir blivnir dekan ov smalir. Heldur tú, at veðurlagsbroytingarnar eru veruligar? Eg haldi ikki. Tað hevur í hvussu so er onki við fólk at gera. Hevur tú skegg um summarið? Ja, men eg royni at stytta tað. Eg spurdi, um eg kundi klippa mær í desembur, men ongin hevði tíð, og tí bíði eg til januarmánað. Hevði tað ikki verið løgið við stuttum skeggi í desembur? Jú, tað hevði verið heldur løgið, men eg havi ongantíð roynt tað, so tað kundi verið stuttligt. Hvat ger jólamaðurin um summarið? Tá leitar hann eftir jólagávum og heldur eitt sindur frí. Hevur tú nakrantíð verið á einari lítlari oyggj við einum pálmatræ? Tað eru ikki so nógvir jólamenn í Føroyum, so vit hava nógv at gera og ikki so góða tíð. Men eg havi verið onkuntíð, men tá má mann stytta skeggið og sovorðið, tí har er so heitt. Hvat er tað løgnasta, nakað barn hevur ynskt sær? Tað kann eg als ikki svara uppá. Tað er so nógv ymiskt, tey finna uppá Er onkuntíð, at tú ikki fært uppfylt ynski hjá børnunum? Nei, men onkuntíð skikka børnini sær ikki nóg væl til at fáa akkurát tað, sum tey ynskja sær. Men tey blíva fittari og fittari við árunum, so tað vera so ræðuliga nógvar gávur, at tað ikki altíð eydnast at finna akkurát tað, sum tey ynskja sær. Hevur prísur nakað at siga, tá tú gevur gávur? Tá vit geva bommpakkar, so er tað blivið øgiliga dýrt at geva børnunum góðgæti, sum er blivið dýrari og dýrari, og hugsar mann so um frukt, so er tað tað sama við fruktunum. Prísurin á frukt er so øgiliga høgur. Ein purra kostar sjey krónur. Hvat óttast tú? At veðrið verður so ringt, at mann ikki kann vera jólamaður. Nær er veðrið so ringt? Um tað er stórkavi, og mann ikki kann ganga runt millum húsini. Og fólk eru innikavað. Hvat er tað keðiligasta við Føroyum? At tað eru forboð fyri øllum. Tað koma nýggir reglar dag um dag. Persónliga frælsi verður skert næstan hvønn dag. Tað næsta verður nokk, at mann skal rinda húsaleigu í Skeivahelli. Hvat hevði tú gjørt, um tú vart løgmaður í Føroyum? Eg hevði sett meg niður og hugsað meg væl um, tí beint nú er eitt forferdiligt óskil. Men eg hevði í hvussu so er ynskt øllum gleðilig jól og gott nýggjár. kjøtkrókur Frukt kostar alt ov nógv lagt tIl rættIs: Eirikur í Jákupsstovu