mikudagur 23. desember 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 246 - 23. desember 2009
Fornminnisfrøðingar
í Ísrael hava nú - í
sjálvari jólavikuni -
helst funnið restirnar
av einum húsum frá
tíðini, tá Jesus gekk
her á jørð. Fleiri krist-
in fólk halda, at hetta
er húsið har Jesus vaks
upp saman við móður
síni, Mariu Moy
FornFrøði
Snorri Brend
snorri¨sosialurin.fo
Nasaret,
Ísrael:
Henda
nýggja
avdúkingin
vísir,
hvussu fólk livdu fyri 2000
árum síðani, um tað mundið
tá Jesus livdi, sigur felags
skapurin Israel Antiquities
Authority.
Mong halda, at Maria
Moy livdi saman við Jesusi
í eini holu, har sum snotu
liga
Føðingarkirkjan
í
Nasaret stendur ídag.
Men nú verður kanska ivi
sáddur um tað veruliga var
so, at Jesus búði í eini holu:
Við hesi seinastu útgrav
ingini hava teir m.a. grivið
fram tveir veggir í einum
húsum. Í húsunum vóru
tvey rúm og eitt tún, í hes
um býnum har Jesus vaks
upp, saman við eini 50 øðr
um familjum.
Út frá leir og kritbrotum
á staðnum, er líkt til at ein
vanlig jødisk familja hevur
húsast her, sigur forn
frøðingurin Yardenna Alex
andre við Chicago Tribune.
Vanlig hús
Fyri 2000 árum síðani var
ikki óvanligt, at jødarnir í
nánd av Nasaret krógvaðu
seg í holum nærhendis í tíðar
bilum, av ótta fyri rómverska
hersetingarvaldinum.
Men hesin lítli landsbý
urin var so mikið langt burt
uri frá alfaravegi, at tey
høvdu ikki fyri neyðini at
krógva seg.
Henda uppdagingin er
sera týdningarmikil, tí hetta
er fyrstu ferð at vit hava
funnið eini hús frá jødiska
landsbýnum Nasaret.
Hetta vóru helst eini
vanlig hús í Nasaret um hetta
mundið,
sigur
Yardenna
Alexandre við fjølmiðlar.
Sambært henni var Nasar
et, sum í dag er størsti arab
iski býurin í Ísrael við
65.000 íbúgvum, ein lítil
staður á Jesu døgum.
Steinarnir tosa
Arbeiðsmenn komu fram á
bústaðin seinasta summar,
men tað var ikki fyrr enn í
hesum mánaðinum at forn
frøðingar komu fram til, at
hesin kundi vera frá Jesu
døgum.
Ikki óvæntað fegnast tey
lokalu kristnu um nýggju
avdúkingarnar.
Tað verður sagt, at um
fólkið ikki tosar, so skulu
steinarnir tosa, segði prest
urin Jack Karam í Føðingar
kirkjuni í Nasaret.
Hinvegin ynskja fornfrøð
ingarnir ikki at knýta hesi
húsini saman við barna
heiminum hjá Jesus.
Hava kanska funnið
barnaheimið hjá Jesusi
Um Nasaret í Bíbliuni
“Men tá ið Heródes var deyður, sí, tá sýndi eingil
Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og
segði: »Statt upp og tak barnið og móður tess við tær
og far til Ísraelslands; tí at teir eru deyðir, ið vildu taka
barnið av lívi.« Og hann fór upp, tók barnið og móður
tess og kom til Ísraelslands. Men tá ið hann hoyrdi, at
Arkelaus var kongur í Júdeu eftir Heródes, faðir sín,
óttaðist hann fyri at fara hagar; og hann fekk ávaring
frá Guði í dreymi og fór avstað til Galileubygdir
nar. Og hann kom hagar og búsettist í eini bygd, ið eit
ur Nasaret, at tað skuldi ganga út, ið talað var av profet
unum, at hann skuldi kallast Nasareari”.
(Mattheus, 2. kapitul ørindi 19 til 23)
Á fyrsta sinni hava ísraelskir fornfrøðingar funnið leivdirnar
av einum húsum í Nasaret frá tíðini, tá Jesus livdi og vaks upp
í býnum
Vit hava frætt frá Kára
við Stein. Nú er kalt í
Grønlandi men nógvar
rækjur
30. november
Í morgun eru – 18 stig og stilli.
Manu kom til Nuuk at landa í
morgun. Tað er svartkalvi, sum
teir hava inni.
1. desember
Tað er aftur -18 stig og stilli.
Qaqqatsiaq kom í kvøld at landa.
Teir hava gott og væl 410 tons
inni. Frætt er frá Akamalik. Teir
eru norðuri á 72,30 stigum. Her
er minni kuldi -7 stig, men í gjár
togaðu teir gjøgnum ís allan
dagin. Ísurin kemur sníkjandi
suðuryvir verður sagt.
Manu loysti aftur í kvøld nýggjan
túr.
Frætt er frá toftamanninum
William Hansen, sum førir At -
lantic Enterprice. Teir hava roynt
á økið 3 L og fingið 410 tons í 12
dagar. Nú vóru teir á økið 6. Teir
loystu ikki posan, so lítið var í.
Støðan er tann, at lítið og onki er
til av rækjum sunnan fyri á
økinum, men nokk er til á norðaru
helvt. Steffen C er inni í Aassiat
og millumlandar.
2. desember
Polar Qraasiut er inni í Aassiat og
landar. Teir hava gott og væl 300
tons inni.
3. desember
Natarnaq kom inn í morgun at
landa. Teir hava gott og væl 400
tons inni.
7. desember
Steffen C er í Nuuk og landar, og
her í Sisimiut er Akamalik inni og
landar. Hetta er ein stuttur túrur
hjá teimum. Teir hava gott 370
tons inni.
8. desember
Polar Natoralik er inni í Nuuk og
landar.
9. desember
Tveir risastórir trolarar eru inni
her í morgun. Regina C hevur 560
tons at leggja upp, ein óførur túrur
hjá teimum. Skipari er Jóhan
Pauli Olsen. Markus, sum kom
inn higar eftir tveimum trollemm-
um, hevur gott 600 tons, sum teir
skulla landa í Nuuk í morgin. Ein
roktúrur hjá Markus bæði í peng-
um og mongd. Teir vóru inni í
Aasiat og millumlandaðu. Teir
hava fiskað gott 1200 tons í ein
mánaða.
Skipari
er
Anfinn
Laksafoss.
11. desember
Akamalik kom inn at skifta skip-
ara og teir løgdu tað upp sum var
umborð, teir loystu aftaná døgurða
til nýggjan túr.
14. desember
Í dag er væl av vindi við lýggjum
veðri, + 8 stig, og eitt sindur av
sirmi. Ocean Prawns og Atlantic
Enterprise hava báðir landað í
Kanada. Ocean Tiger er á veg at
landa í Harbour Grace. Teir verða
inni í morgin seinnapart við fullari
last. Teir hava bert brúkt eitt trol
allan túrin. Har hevur verið nokk
fyri alla tíðina verður sagt. Tein-
urin sum teir sigla á feltið eru um
565 fjórðingar.
Manu er komin inn til Nuuk at
landa. Teir hava okkurt brek, sum
teir skulla umvæla, áðrenn farið
verður út aftur. Tað sama er við
Polar Amaroq. Okkurt smáting
skuldi gerast eisini meðan landað
varð.
15. desember
Polar Qaasiut kom inn at landa í
morgun. Teir skulla nokk liggja
tvær nætur fyri at avríma lastina
og fyri at seta tveir nýggjar
plátufrystarar í skipið.
Søgur siga annars, at bátanir hava
leitað
eftir
toski
í
Julianehåbsbuktini, men har var
púra oyðið fyri fiski og tað sama
var eystanfyri.
18. desember
Í dag er stilli + 6 stig, og hann
lovar lýkku fleiri dagar fram, so
tað kann vera, at vit fáa ikki hvít
jól sum vit fingu í 1980. Sama
nýggjárið druknaði alt í regni og
stormi.
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Kuldi og ísur komin í Grønlandi
Tykkum øllum sum lesa Sosialin vera ynskt eini gleðilig jól
og eitt av Harranum signað nýggjár og takk fyri tað farna.
Serliga takk til teir umborð á trolarunum, sum trúfastir
hava hjálpt mær við at festar hesar reglur nú í fleiri ár.
Sisimiut 19. desember 2009
Kári við Stein