Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 23. desember 2009 13 COP15 er ein greið staðfesting av at tað vit síggja í heiminum í dag ikki er ein alheimsgerð, har statirnir fella burtur, men heldur eina skipan við nýggjum krøvum til samstarv millum statir – tað er altjóðagerð og ikki alheimsgerð. Staðfestingin byggir ikki bert á at statir ikki vilja geva vald frá sær, men at statirnir eru eindirnar sum skulu íverkseta altjóða semjur og tí ber ikki til at arbeiða uttanum statirnar COP15 Bogi Eliasen, cand.scient.pol Øll samd COP15, sum er partur av ST skipanini, krevur at semja er um avgerðir, øll lond skulu taka undir við niðurstøðuni. Talan er ikki um at sannføra ein meiriluta, men um at finna ein leist øll londini kunnu semjast um. ES hevur við Lissabon sáttmálanum júst gjørt eina skipan har nógv økir fara frá at krevja einsæris semju til meirilutaavgerðir, fyri at kunna arbeiða betri og skjótari. Men ES er eisini nakað heilt annað enn, at finna felags stev á veður­ lagsøkinum millum øll heimsins lond. Er ST loysn tað rætta? Skulu vit burtur frá einum sterkum ST? Tað er ein sannroynd, at USA ongantíð hevur vilja lagt størri vald til ST. Serliga republikanar hava verið kritiskir. Kritikk­ urin er bæði tí at man ikki ynskir at hava eina skipan yvir sær eins og Kina, og tí at við einari “veikari” ST skipan er størri tørvur á einum sterkum USA. Í USA fer eisini at koma eitt kjak um hvørt ST er rætta forum at loysa eina støðu sum veðurlagsbroyting­ arnar. Vit síggja, at talan var um ein óformligan G20 fund(umframt nøkur fá onnur lond), sum kom við einum semjuuppskoti til COP15. Tað verður kanska í G20, at vit síggja slíkar trupulleikar koma fram og finna sína loysn í framtíðini. Tað er sannlíkt at heimsins týdningarmestu lond fara at brúka eitt slíkt felags forum til at skipa karmarnir ístaðin fyri slítandi fundarráð­ stevnur, sum COP15 vísti seg at verða. Kanskar ser­ liga tí talan er um avgerðir, sum fáa stóran týdning fyri kappingarstøðuna á heims­ marknaðinum í framtíðini. Heldur ikki er ivi um, at vinnulívið fer at dríva ein part av tilgongdini at fáa felags karmar á økinum, tí nógvir pengar eru í so­ nevnda cleantech vinnu­ geiranum. Eftirlit Heilt stóra ósemjan við Kina var um altjóða eftirlit við útláti og fyri Kina bleiv hetta lagt fram, sum ein fullveldisspurningur. Tað var at gera seg inn á kin­ verskt fullveldi at krevja eftirlit á henda hátt. USA hinvegin helt fast um, at hagtøl frá kinverjum sjálv­ um var ikki nøktandi. Hesin spurningurin handlar í veruleikanum um at tryggja sær at annar parturin ikki fær eina betri kappingstøðu enn hin, altso at USA tryggj­ ar sær, at man ikki hevur harðari krøv til sína vinnu enn Kina hevur. Her er WTO ein týdningarmikil partur, tí royndirnar við upptøkuni av Kina í WTO vísa, at tað bleiv gjørt uttan at seta nóg strang krøv og har er sera trupult at koma afturumaftur. USA metir m.a. at Kina hevur fingið ov nógvar fyrimunir. Hetta er m.a beinleiðis orsøkin til at tað hevur verið so trupult hjá Ruslandi, at fáa WTO limaskap. Valdið og heiðurin Tað er heilt givið, at serliga danski formansskapurin, men eisini flestu ídnaðar­ londini høvdu undirmett tann veruleika, at nógv menningarlond ikki longur góðtaka at verða í aðru røð. G20 fundirnir fyrr í ár vitna um hetta. Vit sóu eisini eitt samanhald millum menn­ ingarlond, sum ikki er vanligt og so sóu vit eitt Kina, sum m.a hevði sum mál at vísa fyrst og fremst sær sjálvum, men eisini heiminum, at Kina nú er eitt av heimsins superveld­ um. Tí var endin á COP15 eisini ein greið staðfesting av kinverskum valdi. Kin­ verska politiska leiðslan brúkti høvið, at fáa heiðurin við at seta hart ímóti hørð­ um og sostatt eisini vísa kinversku borgarunum, at Kina veruliga er eitt super­ veldi, sum torur at tala USA beint ímóti. Tað, sum danski formansskapurin serliga dumpar uppá, er mangulin uppá grundleggjandi ment­ annarfatan, sum hevði kunnu sæð, at hvørki Kina ella menningarlondini sum vanligt bara ætlaðu at fylgja ídnaðarlondunum. Tað er tó als ikki vist, at nøkur avtala hevði komið allíkavæl, tí tað var ringt at meta um dynamikkin í samráðingun­ um, tá alt var øðrvísið enn tað plagar. Samráðingar “live” Fyri bert fáum árum síðan høvdu vit ikki vitað nakað um hesar hørðu samráð­ ingarnar meðan tær vóru. Vit høvdu ikki fingið nakra kunning fyrr enn alt var liðugt. Kanska er tað betri við einari opnari tilgongd, har partarnir brúka spinn fyri at eiga miðlatyngdina. Kanska er tað verri, tí inni­ haldið ikki kemur fyrst. Líkamikið hvat ein heldur, so er støðan, at tíðin við afturlatnum fundum er far­ in. Um ikki COP15 var varpað beinleiðis á alnótini, so var tað bara smærri bitar frá fartelefonum, sum bleiv víst í heimsins miðlum, og kundi hyggjarin ikki sjálvur gera sína heildarmeting. Tekur tíð Men um vit taka avgerðandi framtbrot í søguni, so tók tað tveir mánaðar at sam­ ráðast um ST yvirlýsingina í SanFrancisco í 1945; tað tók meira enn tríggjar vikur at samráðast um heims­ bankaskipanina í Bretton Woods í 1944. Tær sam­ ráðingarnar sigast at hava verið so harðar millum Stórabretland og USA, at heimskendi bretski búskap­ arfrøðingurin John Mayn­ ard Keynes fekk hjarta­ tilburð og kom ikki rættiliga fyri seg aftur eftir hetta. Tað vit síggja í hesum er, at tað hevur tikið vikur og mánaðar at fáa nýggjar skipanir uppá pláss, og kanska ber tað bara ikki til at gera tað uppá tvær vikur í Keypmannahavn. COP15 niðurstøðan er ikki serliga ítøkilig og brúkbar, men tiltgongdin vísir, at heim­ urin er broyttur. Kina hevur staðfest sína støðu og menn­ ingarlondini hava fyri fyrstu ferð víst veruligt samanhald, og gerast harvið eisini ein partur av nýggja valdsásan­ um. Men at gera eina nýggja skipan, sum umfatar stýring av øllum heiminum, tekur tíð.....og tí er heimurin á veg og tað er ikki bara veðurlagsøki; altjóða sam­ starv, skal finna sína javn­ vág. COP15 niðustøðan hevur eitt mál um at hitin ikki má vaksa meira enn tvey hitastig, men einki um hvør ger hvat og nær, so talan er um mál uttan ætlan. COP15 – Karmar, men eingin ætlan Brasilski forsetin Lula og kinverski forsætisráðharrin Wen Jibao. Teir báðir vístu á COP15, at dynammikurin í altjóða samstarvi og samráðingum er broyttur Talsmaðurin hj G77 Lumumba d-Aping var sera harður – spuringurin er um G77 londii vilja hava hann aftur har, tí fleiri lond vildu meira enn hann. Men kanska gevur fasta støðan menningarlondunum eitt betri úrrlit í Mexico um eitt ár, tá COP16 ewr á skránni Gordon Brown og Kaj Leo Johannesen