mikudagur 23. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
12
VIKUSKIFTI
Tey siga altíð, at tíðin
broytir tingini, men í
grundini eru tað vit, sum
skulu broyta tey.
Andy Warhol
listamaður
10 tIng um Lionel messi
Hann er besti fótbóltsspælari í sínum
ættarliði og ein av bestu spælarunum,
fótbóltsHeimurin nakrantíð Hevur sæð
VælKendI SjónVarpSmaðurIn
ZacharIas hammer lurTar
eFTIr Kenny rogerS og leSur
VIðhVørT Se&hør.
Miðlarnir og Eg
lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
í nýggja táttinum siga kendir og ókendir
persónar frá síni miðlanýtslu.
messi varð føddur í býnum rosario í argentina.
papi hansara arbeiddi á einari verksmiðju,
og mamman arbeiddi onkuntíð sum reingerðarfólk.
Familjan á pápasíðuni hjá messi er úr Italia.
Í 1883 flutti angelo messi úr italska býnum
ancona til argentina at búgva, og tað er frá honum,
at messi er ættaður.
messi byrjaði tíðliga at spæla fótbólt. longu sum
fimm ára gamal spældi hann í einum lokalum
felagi, har pápi hansara var venjari. Í 1995 flutti messi
til newell’s old Boys at spæla.
Tá ið messi var 11 ára gamal fekk hann staðfest
eina vakstrarsjúku, sum kravdi kostnaðarmikla
viðegrð. Feløgini í argentina vildu ikki gjalda fyri hesa
viðgerð, men tað bjóðaði spanska felagið Barcelona seg
til at gera, og tí flutti familjan til Spania at búgva.
messi spældi longu sum 16 ára gamal á besta
liðnum hjá Barcelona í óalmennum dysti,
og tá ið hann var fyltur 17 spældi hann fyrstu ferð
landskappingardyst fyri felagið.
messi var yngsti spælari í la liga nakrantíð og
yngsti málskjútti nakrantíð, men bæði hesi met
hevur liðfelagin Bojan Krkic síðani tikið.
Í ár var messi ein óvanliga tryggur vinnari av
heitinum sum besti fótbóltsspælari í europa.
messi var langt frammanfyri Cristiano ronaldo í
atkvøðugreiðsluni hjá France Football.
- hendan heiðurin gevi eg familjuni hjá mær.
Tey hava altíð verið har, tá eg havi havt brúk fyri
teimum, og tey hava stundum verið meira kensluliga
ávirkað enn eg av øllum, segði messi, tá ið hann fekk
heiður sum besti spælari í europa 2009.
Tað sigst, at messi hevur eina unnustu heima
í rosario í argentina. Tað hevur hann sjálvur
viðurkent í práti við sjónvarpsstøð. Tey skulu giftast
seint næsta ár, verður sagt.
eftir at hava vunnið spanskar og europeiskar
fótbóltskappingar, og eftir at hava vunnið hm
fyri feløg sigur messi, at nú stendur heimsmeistarheitið
næst í røðini.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
mítt blað
Eg lesi tey føroysku bløðini. onkutíð eri eg á bókasavninum
og lesi Politiken og Berlingske.
mín heImasíða
Eg eri á Portalinum fleiri ferðir dagliga. Heimasíður um
myndalist vitji eg eisini.
mín tónleIKUr
Eg lurti eftir tónleiki, meðan eg koyri bil. Country og gospel
dámar mær væl. Kenny Rogers er ein favorittur. Tá eg taki tað
róligt heima, lurti eg eftir filmstónleiki, sum eg so eisini brúki
til mínar egnu sendingar.
mítt sosIala netVerK
Eg eri við á Facebook, og havi fingi samband við nógvar vinir,
sum eg ikki havi sæð í áravís.
mín dVd
Náttúrufilmar og dokumentarsendingar. Science fiction sigur
mær onki. Eg fari onkuntíð út at leiga mær ein góðan spælifilm.
mítt magasIn
Konan heldur blaðið Kvinna, so tað lesi
eg. Eg hyggi onkutíð í slatriblaðið Se&Hør
eisini. Annars eru tað teknisk bløð um
teldutøkni, sum eg lesi.
mín sjónVarpsrøð
Eg royni at fylgja summum sjónvarpsrøðum,
men oftani fara partar niðurfyri hjá mær.
Tær donsku røðirnar Forbrydelsen og
Krøniken dámdu mær sera væl.
mín bóK
Eg las meiri fyrr. men eg royni at lesa alt
føroyskt, sum kemur út. Best dámar mær
ferðafrásøgnir og biografiir.
mítt útVarp
Eg lurti eftir Kringvarpinum og Rás2 og Lindini, tá eg eri í Havn.
Eg búgvi í Nordepli, og har hoyrist ikki so væl. Eg plagi at vera
inni á netinum og lurta.
mín telefon
Eg havi eina bíliga, vanliga Nokia. Eg kenni meg skerdan
um eg ikki havi hana uppi á mær.
hVat VIl tú IKKI
brúKa tíð Uppá?
Lættisoppa tilfar, ið onki sigur mær. Tá sløkki eg.
hVat IrrIterar teg í mIðlUnUm?
Tilfar, sum fer í miðlarnar, men sum ikki er egna at senda út.
hVat VIl tú haVa meIrI aV í mIðlUnUm?
Siðsøguligt tilfar. Hvørt einasta fólk hevur sína søgu.
Sum nú er, fara nógvar av hesum søgunum fyri skeyti.
Viðgerð sendi
hann til Barcelona